Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 37 VIÐMERKINGAR Klæmint Olsen Listi D - Suðurstreym- oyar Sjálvstýrisfelag "Eitt skitið val, eg siti væl, í himnasal" syng- ur Kári P. í einari av sínum vísum. Eg minn- ist ikki samanhangin, men haldi, at orðini eru rætt endurgivin. Fari at nýta tey sum smáar yvirskriftir í hesi valgrein. Eitt skitið val Sitandi býráðsmeirluti hevur framt ymiskt gott, treyðugt so. T.d. er ansingarøkið meira ella minni komið uppá pláss. Men tá ið vit hoyra borgarstjóran Jan reksa tað upp, ið gjørt er, so ger hann ov nógv av. M.a. nevnir hann vega- kervið. Sannleikin er, at lítið og einki er hent á hesum øki hesi fýra árini. Tvær rundkoyring- ar, ið enn ikki eru lidnar, og eitt parkeringsøki í hálvum gekki. Og tá ið dupult-nevndarformað- urin Heðin sigur, at gjørdar eru 25 ára heild- arætlanir, so veit eingin, hvat hann tosar um. Valorrustan hevur kanska ikki verið so skitin sum onkuntíð áður. Prýðiligar vallýs- ingar eru at síggja, ser- liga einstøk valevni gera vart við seg. Tað er næstan so, at tú kennir teg illa, tí tú ikki hevur ráð at taka lut í hesum leiki. Samstundis hevur tú hug at fáa samkenslu við hesi valevni, ið leggja so nógv fyri, og vóna teirra vegna, a tað gongst væl. Eg siti væl Býráðsvalið er í stóran mun vorðið ein persóns- spurningur. Sitandi Fólkafloks- og Sam- bandsmeirluti hevur sín innanhýsisbardaga: Verður tað Jan, ella verður tað Heðin, ið fer at seta seg í borgmeist- arastólin. Í Tjóðveldis- flokkinum er stóri spurningurin, um tað er Leivur, ella tað er Jógvan, ið er kandidatur til borgarstjórastarvið. Í Javnaðarflokkinum leik- ar eisini á, kanska ikki um hvør skal verða borgarstjóri, men um hvør skal yvirliva sum býráðspolitikkari. Skal tað verða Elin, ella skal tað verða Torfinn, ið verður at dvína? Hetta er alt so sera spennandi, og nógvir veljarar fara óivað at hefta seg við hesi viðu- skifti á valdegnum. Og satt er tað, í veruleik- anum er ógvuliga lítið, ið hugsjónarliga skilir flokkarnar, ella rættari listarnar. Tí hóast tað eitur seg, at vit í Havn hava floksuppstilling, so er og verður kommunal- politikkur í allarstørsta mun real-politikkur. Harafturat kemur, at flokkarnir slett ikki hava nakran samtyktan poli- tikk á tí kommunala økinum. Rætt er, at flokkarnir gera hvørja sína valskrá upp undir býráðsvalið, men tær verða skrivaðar í skundi og líkjast sera nógv. Hesa ferð stendur t.d. ’eldraøkið’ ovast hjá øllum. Í himnasal Tú sigur kanska: "Eg veit tað væl, at tað í veruleikanum er líka mikið, men lat meg kortini fara á val, so havi eg gjørt mína skyldu". Ella tú gert bart og sigur: "hatta tími eg ikki". Men hví ikki siga við teg sjálva ella sjálvan: "Lat meg royna nakað nýtt og øðrvísi". Hví ikki velja eitt nýtt andlit, ein nýggjan flokk ella onkran, sum er øðrvísi, í staðin fyri medvitsleyst at velja tað sama umaftur og um- aftur. Sjálvstýrisflokkurin býður seg fram sum nakað nýtt og øðrvísi. Vit halda, at monopolið hjá teimum fýra stóru flokkunum eigur at verða brotið. Eftir okk- ara tykki er býráðið ov afturlatið, borgarin verð- ur ov illa kunnaður, og borgarin hevur ov lítla ávirkan. Eisini halda vit, at umsitingin kann fáast at virka betur. Og so halda vit, at trygdin og trivnaðin hjá borgarun- um skal setast í hásæti. Sjálvstýriflokkurin biður um tín stuðul á valdegnum. Vel nýtt, vel øðrvísi! Bjarti Mohr býráðslimur, Fólkaflokkurin Táið vit skriva Tórshavn fyrst og fremst merkir hetta Tórshavnar Kommuna fyrst og fremst ein góð komm- una fyri øll. Allir býráðs- limir taka arbeiði í fullum álvara og virka fyri at tað arbeiði sum skal gerast fevnir um alla kommununa sum hon er og sum hon verður eftir 1 januar 2005. Men rætt er tað at "Tórs- havn fyrst og fremst" kann uppfatast á ymiskan hátt og var hetta eisini til umrøðu undan valstríðnum. Men ikki mást tú óttast fyri at nakar partur av kommununi verður settur uttanfyri. Øll mál vera viðgjørd í fullum álvara og á ein samvitsku- fullan hátt, hetta uttan mun til hvønn part av kommun- uni talan er um. Tað sum vit vilja er, at vit hava eina góða og sterka kommunu fyri allar borg- arar at liva og virka í. Erna Háberg Eldraøkið er eitt av mínum hjartamálum, og havi eg luttikið í ymiskum slóð- brótandi arbeiði innan hetta øki. Tað seinasta er Dag-til- haldið fyri minnisveik, sum vit í nevndini í Alz- heimerfelagnum hava stovnað, og sum lat upp í seinastu viku. Komi eg inn í býráðið, fari eg at virka fyri, at: • Tórshavnar býráð yvir- tekur eldraøkið. • At eldraráð verður sett á stovn, so borgararnir koma til orðanna. • Býráðið fær ein eldra- politikk, sum m.a. fevnir um demenspolitikk, bygging av Eldraíbúðum og bygging av neyðugum stovnsplássum, ymisk dagtilboð, uppvenjingar- støðir og onnur fyri- byrgjandi tiltøk Onnur mál, sum eg vil virka fyri, eru hesi: • Býlingadeplar og alterna- tiva íbúðarbygging, til øll ættarlið. • Ungdómshús í rúsfríum umhvørvi, við fjølbroytt- um møguleikum. • Menna Havnina við fyri- liti fyri at varðveita hugn- an. • Eini varðandi loysn fyri Argja skúla. Tað er umráðandi, at tú fert á val 9.november og stuðlar okkum í, at gera Tórshavnar kommunu til eina enn betri kommunu fyri øll ættarlið. Set X við lista A Jens Johannesen valevni javnaðarfloksins til býráðið Eitt mínum hjartamálum er heim fyri rørslutarnað. Je havi stilla upp hesaferð, tí je havi ikki samvitsku long- ur at síggja hetta mál vera so viðfarið sum tað er. Tað er ein mannarættur, at øll, óansæð um tú er frískur ella hevur okkurt brek, skulu hava somu møguleikar, tá hugsað verður um at fáa lut í teim- um ágóðum, sum samfelag- ið hevur at bjóða. Hava okra rørslutarnaðu borgarar somu rættindi, hava tey sama frælsi sum tú og je, tá hugsað verður um at fáa lut í samfelagsins ágóðum? Her á Tvøroyri finst onki til tey, og her hava tey ongar møguleikar, tá hugsað verður um bú- pláss, arbeiði og aðrar aktivitetir. Hesi fólk verða stutt sagt so diskriminerað, at tað er ein stór skomm fyri okum. Okur eru sjálv við til at gjalda hetta "frælsi" hjá tí rørslutarnaða. Okur eru við til at útihýsa hesi fólkini, okur eru við til at isolera tey frá samfelagsins ágóð- um, hetta er skerjing av frælsinum hjá hesum borg- arum okra, men hvussu er samvitskan hjá politikar- unum? Kann okra sam- vitska bera hesa likasælu politikaranna. Ikki mín. Kanska kosta tey okra sam- felagi ov nógv? Kanska síggja okur tey sum ein trupulleika? Men vóru hesi neyðar fólk trupulleikin, áðrenn tey blivu sjúk? Nei, tá var politikarin grammur eftir teirra skattakrónum. Hetta er ikki ein kritikkur av býráðnum, men bert ein konstatering, at her væntar nógv. Og viðhvørt eru okur noydd at kalla ein spaka fyri ein spaka. Virðingin fyri tí minni menta er lítil - púrt ongin. Hetta, okur gera ímóti okra egnu borgarum, er so nið- urgerandi, at tú skal vera ein góður rithøvundur at finna tey røttu orðini. Okur skulu hava fólk inn í bý- ráðið, sum virðismeta fólk á jøvnum føti óansæð brek ella ei. Hugsa tær, at tú vaknar um morgunin við stórum breki. Tú fær mat, rein klæðir og so verður tú settur í ein stól í einar 12 tímar, ger so væl. Hetta eru tínar treytir fyri at liva í okra nútímans samfelag. Er hetta tað, tú kundi hugsa tær, um tú bleiv rørslu- tarnaður? Hvar er solidariteturin við teim rørslutarnaði? Hvørji tilfeingi hevur kommunan brúkt fyri at geva okra rørslutarnaðu eitt virðiligt lív? Lat okum tí vísa teimum virðing og tollyndi, og tendra eitt ljós í teirra stóra breki. Brekið er nóg stórt, sum er. Lat okum vísa teimum frælsi, javna og brøðralag. Set tín kross har, sum tú heldur at virðingin fyri tí rørslutarnaða og minni menta kemur best til sjónd- ar. Har humanisman kemur til sjóndar. Fyri einum árið síðani lat upp eitt sambýlið fyri heilaskadd (apoplexi) í Havn. Pláss er fyri fýra bú- fólkum. Hetta er eitt heim, har landið rindar alt. Her kunnu okur vísa á somu møguleikar, sum tey í Havn og møguleika at fáa eini 8-10 nýggj arbeiðs- pláss, um rætt verður borið at. Farast skal í ítøkiligar samráðingar við landstýris- mannin í heilsumálum, um at fáa játtan til eitt slíkt heim. Okur kunnu saktans vísa á nýtilig høli. Vilt tú veljari tryggja brekaðum somu rættindi sum aðrir borgarar, so veitst tú, hvar tú skal seta krossin. Je kenni trupul- leikarnar, je vil vera við til at loysa teir á nøktandi hátt. Velur tú meg inn í býráðið, so helmi je ikki í, fyrr enn ein loysn er funnin. Gott javnaðarval. VAL04 Tórshavn – ein góð kommuna fyri øll ættarlið VAL04 Góði Heri Tróndheim - Argir VAL04 VAL04 Heim til rørslutarnað VIÐMERKINGAR Jens Sivar Djurhuus Valevni hjá Sambandsflokkinum Tosað verður nógv um glo- balisering og samstarv tvørtur um landamørk, sum sjálvandi er alneyðugt í einum heimi, har alt verður tættari at hvørjum øðrum orsakað av góðum sam- skiftis- og flutningsmøgu- leikum. Allir teir hentleikar, sum lætta okum um samstarvið við útheimin hava gagnað okra samfelagi og vinnulívi og gjørt lívið lættari, eins og tað at samskifta yvir allan knøttin við internetin- um er fyri einhvønn ein hentleiki, sum okur fyri fáum árum síðani bara kundi droyma um. Hóast henda stóra broyt- ing er hend á altjóða pall- inum, so hevur tað víst seg sera trupult hjá okum her suðuri at draga eina línu bygdanna millum, tá ið neyðugt hevur verið at standa saman um mál, sum gagna økinum. Tað hevur víst seg, at gamla mynstrið, har kapp- ingin millum økini var hørð fyri at upprætthalda virk- semi á staðnum framvegis er stór, hóast væl skuldi borið til at gjørt eina rað- festing av, hvat okur vilja skal vera í Suðuroynni av t.d. • Vegakervi • Tunlum • Almennum stovnum • Skúlum • Sosialum aktivitetum • Vinnuvirksemi • Møguligum nýggjum vinnum • Mentanarligum møgu- leikum • Sagt sera greitt – hvussu vilja okur hava Suður- oynna skipaða í fram- tíðini á øllum økjum – eisini kommunal. Hetta kann bara verða gjørt, um allir partar taka saman hendur og lyfta í felag – óansæð hvønn politiskan lit okur annars hava. Mín vón er, at okur eru so mikið at okum komin, at okur við opnum sinni seta okkum saman og gera eina slíka framtíðarætlan fyri alla Suðuroynna, fólkinum, sum her býr og komandi ættarliðum at gagni. Framtíðar samstarv tvørtur um bygdamørk avgerandi fyri framtíð og framburð í Suðuroynni Rodmundur Nielsen býráðsformaður Fyri fýra árum síðani, var undirritaði ein púra óroyndur politikkari ið endaði á ovastu rók í Runavíkar Býráð. Avbjóð- ingin kendist stór og sera spennandi. Og eg kann siga, dygga og góða sam- starvið millum býráðslim- irnar hesi fýra árini og stóru avrikini vit náddu við góðum felagsstevi, hava ikki gjørt áhugan fyri kommunupolitikki minni. Eitt og hvørt býráð bygg- ir á herðunum á teimum, ið frammanundan ráddu fyri borgum. Býráðið, undir leiðslu av Jákup Lam- hauge, er kent fyri sín varna og skynsama fíggjar- politikk, og vit valdu at halda fram á somu kós. At fara so væl um peningin hjá fólkinum sum møguligt og royna at fáa so nógv burturúr hvørjari skatta- krónu sum gjørligt. Á vaktarskiftinum fyri fýra árum síðani, var bruttoskuldin hjá kommun- uni 42 milliónir krónur og í dag er hendan sama skuldin komin niður á 19 milliónir krónur. Harvið er skuldin minkað hesi árini við 23 milliónum krónum. Og svarar tað til minni enn eina hálva álíkning. Tað skal tó nevnast, at komm- unan, umframt hesa skuld, yvirtók eitt lán á 6 milliónir krónur tá ið barnagarðurin, sum var ein sjálvsognar- stovnur, varð lagdur undir kommununa í 2002 . Samstundis sum skuldin er niðurgoldin, er dyna- mikkurin øktur. Íløgur eru gjørdar fyri einar hálvt- hundrað milliónir á havna- løgunum, í barnagarðin, í útstykkingar, í skúlaverkið, í ítróttarfasilitetir o.s.v. Inn- tøkugrundarlagið er vaksið. Fólkatalið er økt munandi. Sethúsabyggingin er á- haldandi í gongd sum ong- antíð fyrr. Skúlakarmarnir eru víðkaðir. m.a. við nýggjum bókasavni. Og samstundis sum vinnu- karmarnir eru betraðir, hava vit fingið eitt breiðari vinnulív. Barnaansingin er at kalla fullnøktað og stórir batar eru hendir á sosiala økinum. Ellisheimið verður útbygt og heimið til minn- isveik er veruleiki. Tað verður sagt, at Runa- víkar býur serliga er ein handilsstaður og ein vinnu- staður heldur enn ein veru- ligur býur. Hugsað verður helst um vantandi trivnað á mentanarøkinum og í møguleikunum hjá ung- dóminum sum ikki taka lut í verandi tilboðum. Hesir spurningar hava verið nógv umrøddir hesi seinastu árini og her er alneyðugt at bróta upp úr nýggjum á hesum økinum eisini. Ætl- anir eru um bygging av mentanarhúsi og av nýggj- ari fimleikahøll til fim- leikafelagið og møguliga at brúka gomlu Glyvra Bio til ungdómshús hevði helst verði ein tanki. Eitt mál sum nógv orka hevur verið løgd í, er at víðka kommunala sam- starvið í Eysturoy. Vit sum vald vóru fyri fýra árum síðani, løgdu frá landi bein- anvegin og frá árskiftinum komandi er tað ein veru- leiki, at fýra kommunur í Eysturoy nevniliga Eldu- víkar, Oyndarfjarðar, Skála og Runavíkar Kommuna verða samanlagdar í einari kommunu. Tá búgva áleið 3.700 fólk í nýggju komm- ununi samansett av 14 bygdun frá sunnast til norð- ast. Hetta verður størsta avbjóðingin í komandi árum, at fáa ein bygna upp at standa sum nøktar tørvin hjá øllum teimum ið búgva í økinum. Og hartil verður uppgávan, at menna sam- starvið. Um so verður, at aðrar kommunur í Eystur- oynni hava áhuga at um- røða spurningin um saman- legging, eiga vit at síggja fyrimunir heldur enn vans- ar, soleiðis at tað í Eystur- oynni um nøkur ár hevur færri kommunur enn í dag. Hetta er av stórum týdn- ingi, skal verandi lands- politikkurin verða fylgdur, sum ber í sær, at alt fleiri mál verða flutt frá lands- til kommunala umsiting. Avbjóðingarnar verða nógvar tey næstu árini. Norðoyatunnilin verður sprongdur ígjøgnum um eitt ár ella so. Hetta hevur við sær, at eitt verðuligt kraftsentur kemur undan kavið eystanfyri Sunda- lagið. Avgerðandi verður, at kommunalu politikkarnir her gerða sína skylda so- leiðis at vinnuligi drív- megin ótarnað kann halda fram. Eitt annað áhugavert mál er undirsjóvartunnilin millum høvuðsstaðin og Eysturoynna, ein avbjóðing sum skal takast í stórsta álvara longu nú, hettar er neyugt fyri at standa í mótið stóra miðstaðarøki- num sum veksu við risa fetun. Kanningar hava víst, at sunnari parturin av Eysturoynni er tað økið í landinum ið fær fægstar skattakrónur aftur í mun til tað sum verður latið í landshúsarhaldið. Tað er at fegnast um, men skulu okkara hjól mala eins væl komandi árini, má hetta lutfallið frameftir broytast, hettar er ein uppgáva fyri kommu- og landspolittikar í Eysturoy at standa saman um. Var avbjóðingin stór fyri fýra árum síðani somikið størri er hon frá valinum týsdagin og frameftir. Samstundis sum undirritaði takkar teimum mongu sum stuðlaðu mær tá, skal eg ikki goyma, at hugurin fyri at royna hesa avjóðingina, serliga hana at fáa eina nógv størri kommunu, at virka optimalt, er eins stórur og tí havi eg latið meg stilla upp til hetta valið. Tað skal nú prógvast í verki at avgerðin um stóru broytingarnar var røtt, hjá mær er tó einki ivimál. Runavíkar kommuna í menning og vøkstri VAL04 Laufey H. Blaasvær Eg ynski at Havnin skal skína innanífrá - við vitan, hugsjónum og skapanargleði. Fortreytin fyri hesum er eitt virki vinnulív og ein blómandi mentan. Hesi bæði øki røkka inn í hvørt einasta heim í Suðurstreymi. Sum mamma at 5 børnum veit eg at trygg sosial kor, góð heilsa, stimbrandi barnaansing, birtandi skúlar, livandi mentan og eitt ríkt ítróttar- og trúðarlív, eru neyðugir karmar fyri familjutrivnaðin. Sum dóttir havi eg eyguni eftir eldrarøkt. Sum sjálvstøðug vinnurekandi sigi eg: "søtur er sjálvgivin biti!". Býráðspolitikkur skal ikki longur vera til- vildarligar neyðloysnir, neyðsemjur og smáluta- stýring. Eg ynski at skipa framtíðina grund- að á hugsjónir og heild- arætlanir. Skulu vit fáa sosialt rættvísi og mentanarliga vælferð, so er alt fyri eitt at neyðugt at seta eina virkisfúsa vinnu- deild á stovn í býráð- num, fyri at stuðula vinnuni í áhaldandi skapanargleði og ný- hugsan. Tónleikur og mentan skulu virka undir góðum og stimbrandi karmum. Tað er tørvur á ung- dómshúsum, frítíðar- skúlum, venjingarhølum hjá tónleikarunum, kon- serthúsi og mentanar- húsið. Hesar karmar vil eg skapa. Eg vil virka fyri at barnaansing gerst eitt ókeypis mentanarligt tilboð til allar borgarar. Onki av hesum kann fremjast við at seta ivandi og hugsjónarleys fólk í býráðið. Hetta gerst bert við at seta fólk, sum hava hugsjón- ir, yvirblikk, royndir og vitan og har lyklaorðini eru áræði, samstarv og menning. Okkara stórsta til- feingi eru tú og E, og saman kunnu vit flyta mørk og skapa ein bý sum tekur sæti á fremstu røð inn í framtíðina. Havnin skal skína innanífrá Rasmus A. Joensen valevni hjá Sambands- flokkinum í Tórshavnar kommunu Útbyggja við skynsemi Góð planlegging Taka borgaran við upp á ráð Skapa trivna og opna møguleikar Mennist í ítrótti og mentan Vakin og varin í fíggjarmálum Veljið ein við royndum í kommunu politikki VAL04 Royndur í komm- unu politikki VAL04 C M Y K 37 36