týsdagur 9. november 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 214 - 9. november 2004
Nr. 214 - 9. november 2004
39
VIÐMERKINGAR
Charlotta á Váli
Olsen
Valevnið Miðflokksins í
Suðurstreymi
Sum Havnin er voksin, er
ferðslan vorðín ovurhonds
stór. Tað er vorið soleiðis at
bilarnir meiri ella minni
hava yvirtikið býin. Gong-
ur tú ein túr í býnum, mást
tú alla tíðina ansa eftir bil-
unum. Vit eiga eina sokall-
aða gongugøtu í Havn, ja,
eg má kallað hana "so-
kallaða", tí fyri mær er hon
ikki meiri gongugøta enn
aðrar gøtur. Eg kundi hugsa
mær, at gongugøtan var
"bilfrí", eins og í øðrum
londum, at bert var av- og
áskipan ein til tveir tímar
um dagin, har bilar kundu
koyrt vørur til handlarnir,
annars eingir bilar í gøtuni.
So hevði tú kunna hugna
tær við at fari túr í gongu-
gøtuni við børnunum, hugt
í handlar, tosa við fólk
o.s.fr., tað kanst tú ikki sum
er, uttan ampa fyri bilun-
um.
Viðvíkjandi súkklubreyt-
um undrar tað meg, tá
kommunan hevur gjørt
allar hesar nýggju vegirnar
í býnum, at ikki er hugsa
um súkklubreytir. Sjálv
havi eg súkklu og børnini
eisini, men satt at siga, tori
eg ikki at fara út í trafikkin
á súkklu, tí tú hevur ongan
rætt, antin mást tú súkkla
millum bilarnar ella millum
fótfólki á gongubreytunum,
tað kann ikki vera rætt!
Her má gerast nakað
munagott, bæði við verandi
vegir eins væl og nýggjar
vegir.
Hetta vil Miðflokkurin
arbeiða miðvíst fyri!
Set tí krossin við lista H
ella eitt av valevnum tess!
Dánjal Petur Hansen
So skjótt Norðoyatunnilin
er komin ígjøgnum eiga vit
at byrja uppá undirsjóv-
artunnilin millum Skála-
fjørðin og Havnina.
Landsins
mynduleikar
taka ikki hetta stigið.
Neyðugt er at komm-
unurnar kring Skálafjørðin
standa saman um hesa
verkætlan og longu nú í
verki vísa tað handlikraft
sum skal til, soleiðis at
hesin undirsjóvartunnil er
ein veruleiki innan 5 ár.
Framtíðar
býarplan-
legging og íløgur eiga
longu nú at taka støði í hesi
framtíð.
Framtíðin kemur ikki at
sær sjálvum.
Vit mugu vilja framtíðina
og velja framtíðina.
Birgir Sondum
X við lista E
Bussleiðin hevur nú
koyrt í 26 ár. Ætlanin
við Bussleiðini var at
fólk í størri mun fóru at
nýta henda møguleika,
fyri at minka um privatu
bilferðsluna.
Tað hevur verið trup-
ult at vant fólk til at nýta
tað almennu ferðsluna á
veganetinum.
Tí má nýhugsan til í
samband við bussleið-
ina.
T.d. styttri millum túr-
arnar.
Børn og pensionistar
koyra ókeypis. Eg veit
væl, at hetta hevði kost-
að kommununi, men
bert í fyrstu atløgu.
Fyrimunirnir
eru
minni trýst á vegirnar,
minni trýst á p–økini,
nógv minni viðlíkahald
av veganetinum og ikki
minst minni dálking av
umhvørvinum.
Bussleiðin
VAL04
Hans Albert
Hansen
Hoyvík
Valevni sambandsfloksins
www.hansalbert.com
Tann nógva ferðslan úr
Hoyvíkshaganum
um
morgnarnar er til ampa
fyri tey, ið ganga og
súkkla. Nógv foreldur
tora illa at lata børn síni
fara til gongu ella á
súkklu yvir í Hoyvíkar
(S?)skúla, hóast Hoy-
víkshagin er vælegnaður
til bæði, tí hann er so
slættur. Tað skulu ikki
stórar íløgur til, fyri at
gera farleiðina hjá hes-
um báðum bólkum nógv
tryggari. Gonguteigar
skulu gerast um allar
vegir, ið ganga út á
Vegin Langa og ljós
eigur at varpast á hesar,
tí ilt kann vera at síggja
tey ferðandi í myrkri.
Eitt dømi um hetta er
gonguteigurin um Løg-
mannabreyt.
(dømi:
gonguteigurin um Løg-
mannabreyt).
Súkklu-
breytir eiga somuleiðis
at verða gjørdar eftir øll-
um teimum stóru vegun-
um, (Flatarvegi, Djúpa-
gilsvegi,
Løgmanna-
breyt og Klingluni) ið
ganga út á Vegin Langa,
samstundis sum súkklu-
breyt eigur at verða
gjørd eftir Vegnum
Langa. Súkklubreytir-
nar kunnu gerast ser-
skildar ella sum partur
av gongubreytini, har
ein strika skilur gongu-
breytina
frá
súkklu-
breytini. (eins og á R.C.
Effersøesgøtu).
Um
hetta verður gjørt, fara
óivað fleiri børn at
ganga og súkkla í skúla
og hevði hetta sam-
stundis lætt um ferðslu-
trýstið nærhendis Hoy-
víksskúlanum
um
morgnarnar.
Súkklu-
breytir eiga eisini at
verða gjørdar aðrastaðni
í Havn har, sum hetta ber
til, sum t.d. við teir
størru vegirnar. Fram-
yvir eiga súkklu- og
gongubreytir at verða
umhugsaðar í samband
við nýggja vegagerð í
kommununi.
VAL04
Fleiri súkklubreytir
Egon Øregaard
Valevni Fólkafloksins til
býráðsvalið í Havn
Hvat við:
• Teimum
samanløgdu,-
minnu kommununum?
• Eldraøkinum?
• Frítíðar umstøðunum?
• Skúladeplinum
-
Mentanardeplinum?
• Vesturskúlanum ístaðin
fyri Venjingarskúlan?
• Út- ella nýbyggingini av
Argja skúla?
• Karmar til Musikkskúl-
an?
• Umhvørvinum?
• Karmar til vinnulívið?
Hetta eru nøkur av málun-
um, sum Fólkaflokkurin fer
at loysa, í samstarvið við
viðkomandi partar !
Samlaða
kommunan
fyrst.
Ferðsla
VAL04
Undirsjóvartunnil millum Skála-
fjørðin og Havnina innan 5 ár
VAL04
VAL04
Hvat við
Jógvan Arge
býráðslimur
fyri Tjóðveldiflokkin
Ert tú borgari í Tórshavnar
kommunu, eigur tú at fara á
val í dag.
Hetta er tín fyrsti og
størsti møguleiki at ávirka
viðurskiftini
í
okkara
kommunu næstu fýra árini.
Listi E stendur fyri opin-
leika og virðing í viður-
skiftunum millum komm-
ununa og borgaran.
Fáa vit tín stuðul, fær
borgarin fleiri møguleikar
fyri ávirkan.
Vit hava sett okkum fyri
at hoyra borgararnar í mál-
um, sum viðkoma teimum.
Vit bjóða fram politikarar
við hugsjónum heldur enn
politikarar,
sum
ganga
burtur í smálutum.
Tað er alneyðugt, tí stór-
mál eru fyri framman.
Kommunan umfatar nú
allan Suðurstreym og nak-
að væl aftrat.
Nýggj heildarætlan má
gerast fyri framtíðini.
Skúlarnir skulu dagfør-
ast.
Eldramálini mugu loys-
ast og barnaansingin menn-
ast.
Mentanin skal røkjast
eins og ungdómurin og
ítrótturin.
Vit seta trivnaðin í hásæti
og hava umsorgan fyri um-
hvørvinum.
Ferðslan má skipast betur
og Bussleiðin gerast eitt
veruligt alternativ til bilin.
Samljóð má vera millum
húsabygging, vinnumøgu-
leikar og grøn øki.
Vit vilja fáa skil aftur á
byggingina í kommununi.
Vinnumøguleikarnir
mugu á breddan.
Teir eru týðandi fortreyt
fyri trivnaði okkara.
Vilt tú hava annað skil á
býin, bygdir og oyggjar í
Tórshavnar kommunu, vel-
ur tú Lista E.
Hugsjónir í býráðið
VAL04
VIÐMERKINGAR
Meta C. Palle
Í dag skulu borgararnir í
Tórshavnar kommunu
seta teirra kross.
Um tað verður við
mítt navn, skulu tit ikki
ivast í, at eg fari at gera
mítt besta fyri tykkum.
Tí havi eg stillað upp.
Sum dømi um, hvat eg
fyrr havið gjørt, kann
nevnast, at tá ið talan var
um at selja
Eysturskúlan, var eg
við í tí foreldrabólki,
sum arbeiddi ímóti søl-
uni, sum síðani varð av
ongum.
Somuleiðis var eg við
í samráðingunum, sum
tey 23 almennu fakfe-
løgini høvdu við Lands-
stýrið í 90-unum.
X við lista C.
Eyðgunn Samuelsen
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum Klaksvíkar Býráð
Tjaki og skrivingin nú til
valið um "skúrloysnir" og
"lappaloysnir" í samband
við tey framstig, ið hóast
alt, eru framd innan barna-
ansingina síðstu 4 árini, er
fyri mær eitt sindur mis-
skilt og kann tykjast niður-
gerandi fyri tey starvsfólk,
ið arbeiða innan ansingina
og tey foreldur, ið hava síni
børn í ansing.
Starvsfólkini í barnaans-
ingini og dagrøktini gera
eitt megnararbeiði og sjálvt
um fáir námsfrøðingar eru,
so eru vit í nógvum førðum
millum tey fremstu innan
námsfrøði í Føroyum, tí vit
hava nakrar eldsálir, ið
brenna fyri børnunum.
Somuleiðis eru flestu
foreldur ikki í iva um, at
teirra børn trívast, mennast
og hava tað gott har tey
vera ansaði. Flottir og dýrir
stovnar gera ikki alt. Tað er
umsorganin fyri børnunum
og tað at tey fáa ein tryggan
og mennandi gerandisdag
ið telur mest.
Klaksvíkin útbúgva
pedagogar.
Tørvurin á námsfrøðingum
er í dag so stórur, at vit bert
í Klaksvík hava tørv á fleiri
10 tals pedagogum. Klaks-
víkar
kommuna
hevur,
gjøgnum
kommunusam-
skipanina, fleiri ferðir gjørt
vart við hetta mótvegis
myndugleikunum, uttan at
tað ger nakran mun. Støðan
í dag er tann, at 2 fólk úr
Norðoyggjum vanliga vera
upptikin í pedagogútbúgv-
ing fyri hvønn flokk ið
byrjar á Læraraskúlanum
og tað er alt ov lítið. Tað er
ikki bert ein fíggjarligur
spurningur at bert ein
flokkur verður tikin upp
hvørt árið, hølistørvurin á
Læraraskúlanum er eisini
ein forðing. Tí er tað sjálv-
sagt at onnur mugu bjóða
seg fram, og als onki er í
vegin fyri at Klaksvíkin
kundi hýst einum flokki
hvørt ár. Vit hava nógv væl
útbúgvin fólk her norði ið
kundu undirvíst og annars
kundu lærarir, um neyðugt,
ferðast í millum. Við 400
ansingarplássum í Klaksvík
er heldur ongin trupuleiki
við praktikplássum. Hetta
eigur at vera nakað gjørt
við í komandi tíðum.
Hans Jacob
Lamhauge
valevni til Runavíkar
kommunu
Eitt mál, ið er komið fram í
valstríðnum
til
hetta
kommunuvalið, er verk-
ætlanin um undirsjóvar-
tunnil millum Skálafjørðin
og Havnina. Verkætlanin er
spennandi og kann, um rætt
verður atborið, verða til
stórt gagn fyri Skálafjarð-
arøkið.
Hetta er ein stór verk-
ætlan, ið má fyrireikast
væl. Talan er ikki bert um
tunnilin, men eisini um
ferðsluna til og frá hesum.
Veganetið, líka úr Søldar-
firði og út í Runavíkina, er
als ikki fyrireikað, til at
taka ímóti allari tí ferðslu,
ið kann væntast í gjøgnum
tunnilin.
Komandi býráð eigur tí at
treyta sær, at tunnilin og
vegurin til og frá hesum,
verða viðgjød, sum eitt og
sama mál.
Vit eiga at læra av mis-
takinum í Leirvík, í sam-
band við Norðoyartunnilin.
Gott val!
Barnaansing – karmarnir eru ikki alt
VAL04
Undirsjóvartunnil millum
Skálafjørðin og Havnina!
VAL04
Ein góð kommuna
VAL04
Guðrun Malena
Hansen
Gøtubygd skal vera stað-
ið, har øll eru glað fyri at
búgva.
Vit, sum búgva í gøtu-
bygd, skulu fáa børnini
ansaði í barnagarði og
frítíðarskúla.
Skipanin virkar væl,
tó har skal allatíðana
arbeiðast við at betra um
umstøðurnar,
so
tær
verða optimalar.
Skundast skal undir
bygging av bygdarhúsið
við nógvum møguleik-
um, har rúm er fyri
ítrótti og mentan.
Útstykkjan av grund-
økjum í Norðragøtu,
Sydrugøtu, við Gøtu-
gjógv og Undir Gøtueiði
( Tað skal altíð vera
skjótt at fáa grundstykki
í Gøtu Kommunu.)
Skúlin
skal
gerast
meira nútíðarhóskandi.
Skipaður flutningur av
skúlabørnum í øllum
flokkum ímillum bygd-
irnar( soleiðis at børn í
1, 2, og 3 flokki í øllum
førum hava møguleika
fyri at koyra til og frá
við
skúlabussinum.
Helst skuldu øll havt
henda møguleika
Eldrasambýlið er nú
gjørt og skal viðlíka-
haldast. Tey eldru skulu
hava áhugavert ítriv, sum
gevur teimum innihald í
gerðandisdegnum.
Undirhúsið á kajuni í
Nordragøtu eigur at vera
eitt sjálvsagt tilboð.
Frítíðarvirksemi fyri
ung og eldri.
Fríðka um Gøtu bygd
og gera vetrarfriðingina
lidna. Kanska miðja
ímóti at vinna heitið
reinasta bygd í Føroyum.
Fríðka um fram við
ánni, við vøllin og allan
vegin inn í dalin. Eisini í
hinum bygdunum.
Hampa um og gera
umstøðurnar betri á
Syðrugøtusandi, nú so
stór og frálík tiltøk eru
har.
Gøta er ein vinnu-
lívsbygd burturav, og tí
skal vinnan hava bestu
møguleikar at virka.
Hetta krevur góð havna-
viðurskifti og rúmligt
ídnaðarøki.
Nútíðin krevur sam-
starv tvørtur um komm-
unumark. Hetta er gald-
andi fyri undirvísing,
sløkkjulið, eldraøkið og
serøkini t.d. ítriv.
Ein góð kommuna
fyri øll
VAL04
Páll á Reynatúgvu
borgarstjóri á Sandi
Eftir øllum at døma hevur
hon sogið sær mergin til úr
hesi mentan, tí sjálvdan
havi eg sæð so amerikani-
seraðan og einoygdan reto-
rikk festan á blað her í
Føroyum.
Elin Lindenskov er so
troytt av at hoyra fólk úr
útjaðaranum loypa á Havn-
ina, sigur hon í grein her-
fyri. Og tí loypi eg á útjað-
aran, tykist hugburðurin at
vera.
Lat ongan vera í iva um,
at eg eri sera stoltur av og
góður við okkara høvuðs-
stað, Tórshavn. Eg kenni
býin sum mín, eins væl og
tykkara, sum gista í Havn-
ini hvørja nátt.
Og sjálvandi skal høv-
uðsstaðurin rúma nógv av
teimum tilboðum, ið Elin
so óført greiðir frá. Og eg
eri samdur við Elini ið
nógvum av tí ið hon førir
fram. Tó eru tað økir har eg
meti at Elin Lindenskov fer
grundleggjandi av sporin-
um.
Tað er fyrst og fremst í
útjaðaranum at vinnuligu
frambrotini vaksa. Tak bara
Faroe Marine Biotech á
Eiði, ella høvdavirkið í
Leirvík. Ella finn útav hvar
mesti fiskurin kemur uppá
land.
Tað er fyrst og fremst í
útjaðaranum at mentanar-
ligu frambrotini eru. Les
Martin Joensen, Heðin Brú,
ella
lurta
eftir
Eivør
Pálsdóttir og Sunnleifi Ras-
mussen.
Tað er fyrst og fremst í
útjaðaranum at ítróttarligu
frambrotini grógva. Norð-
ingar hava verið framúr í at
klekja
fótbóltsstjørnur,
meðan Havnin í storan mun
sankar saman tað ið útjað-
arin elur.
Tað er fyrst og fremst í
útjaðaranum at nátturan
vinnur á larminum. At
veruleikin vinnur á "yvir-
fladiska resinum". At grønu
føroyar vinna á asfaltinum.
Einki av hesum nevnda,
bendir á ein miðaldarligan
fundamentalistiskan hug-
burð í útjaðaranum, men
ber boð um at útjaðarin
framvegis er kveikjari og
uppalari av góðum hug-
burði og sunnum føroying-
um.
Havnin er sum allir høv-
uðsstaðir. Sankar saman
ágoðan av tí nógva ið grør
rundanum, og er før fyri at
vinna pening burturúr tí
tilfeinginum. Savningar-
staður hjá tí mesta. Ikki
minst av sosialum trupul-
leikum og víttgangandi
átrúnaðarligum sektum.
Havnin er ikki dynam-
iska meginhjólið í føroyum
í dag. Havnin er ein tungur
fyrisitingarligur bygnaður,
sum etur nógv av tí tilfeingi
sum verður skapt og virkað
í føroyska útjaðaranum.
Tað hava fleiri kanningar
víst seinnu tíðina.
Kortini eru vit góð við
Havnina, tí hon er okkara
høvuðsstaður. Men tað er
ikki vist, og neyvan rímiligt
at tann støðugt flótandi
stuðulin frá útjaðaranum til
Havnina fer at halda fram.
Uttan mun til hvussu
nógv tú droymir um Mc,
Elin,
"We want our peoples
money back", Elin
Hevur Elin etið seg um rygg á Mc Donalds!
VAL04
C
M
Y
K
39
38