týsdagur 9. november 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 214 - 9. november 2004
Nr. 214 - 9. november 2004
41
VIÐMERKINGAR
Frits Johannesen
Tað rýkur um hamrar og
gjáir, og hann tekur leyst á
firðum og vágum. Komm-
unuvalevnini standa á ytstu
upsum í hesum guvuroki og
bjóða seg fram at verja
demokratiið á einum sjálv-
tøkuborði, har verðarnir eru
nógvir og litríkir.
Summi gera borgaralista,
onnur finnast saman í
politiskum
átrúnaði
og
kvinnurnar standa á egnum
ódnum og ætla at reka í
sínum lag. Kommunala
valfjallskipanin er nú sett,
og nú er bert eftir at reka.
Sigast kann, at orðing-
arnar eru ymsar og fjøl-
táttaðar. Til dømis lovprísar
Sigurð Simonsen borgar-
stjóri í Fuglafirðir hesa
søguligu uppstilling, sum
nú er farin fram í bygd
okkara, sum hann kallar
fyri ein borgaralista. Val-
evnini á hesum lista eru
verkamannaleiðarar
og
vanlig fólk. Sigurð er
fólkafloksmaður og hini
velja t. d. javnaðin, tjóð-
veldið og sambandið, tá ið
um løgtingsvalið ræður.
Einki ilt um tað. Møguliga
verður gongdin tann, at tað
ikki verður stillað upp
politiskt í komandi tíðum,
men at fólk finna saman og
vilja bygdasamfeløgunum
tað besta uttan parta-
politiska gongd. Um tað er
betri, lati eg liggja.
Nú fara so fakfelags-
bossarnir á staðnum í song
við einum borgarligum
veingi og øðrum. Um tey
skulu brúka fyribyrgjandi
ella lata standa til, veit eg
ikki, men okkurt kundi
komið
burturúr.Kanska
fara tey bert at lyggja undir
dýnuni og lúra við eini
lummalykt og lýsa hvørt
upp á annað. Tað er so stutt-
ligt.
Palles Athene var dóttir
Zeus. Hon kom ein dag
brestandi úr pannuni á Zeus
væl brynjað — hon var til
dystin fús. Perseus fór til
heimsins enda og høgdi
høvdið av Medusa. Hetta
varð sett í barmin á Palles
Athene og Guð náði tann,
ið hugdi upp í andlitið á
Medusa, hann bleiv til
stein- steinrunnin
Nú fáa vit at síggja, hvat
spyrt burturúr — um hetta
verður ein turgeld seingjar-
lega, ella tað fer at bresta
fyri nev á pannunum hjá
hesum fólkum, og ein
nýggj politisk guðinna fer
at spjálka sær í okkara lítla
samfelag í hesi øld. Eg gevi
Sigurði rætt, at hetta er ein
søgulig hending. Úrslitið
kann blíva tað, at tann
nýggja politiska guðinnan
fer at hava eitt borgarligt
medusahøvd í barmi sínum,
ella ein hermafroditt ( tví-
kynjing), ein bronding, ella
bara eitt reindyrkað verka-
mannamedusuhøvd í bring-
uni. Her skal ikki takast
dagar ímillum, hvat er best,
tað kunnu fólk meta um
sjálvi.
Tað er á øðrum sinni, at
ein kvinnulisti er til valið í
Fuglafirði. Hetta haldi eg
vera framúr gott. Kvinnan
hevur størri intuitiva hugs-
an enn maðurin. T. d. í
okkara lítla samfelag sita
kvinnurnar og fáa frítiár-
feløgini at standa á lunni.
Hetta er teimum til mikla
tign og øllum øðrum at
gagni. Tær hava bert og
bert tað fyri eygað, at eitt
gott úrslit skal koma burtur
úr feløgunum. Ikki tráa tær
við mekt og mæti at lunn-
bótin skal verða teimum
eitt medusahøvd, sum øll
skulu drýpa høvur fyri. Nei,
æran er fagrasta træ í skóg-
ini, og ærukær er kvinnan,
tí ger hon hetta at lata av
høvdinum, so tað gagnast
øllum. Tað hevði ikki verið
sum verst, um tvær, tríggjar
kvinnur
komu
í
tað
kommunala nestið og bóru
sína hugsan fram. Tá ið
báturin varð drigin av lunni
og farið varð út í fjørðin,
vóru kvinnurnar við og
fingu sín part. Tær høvdu
eisini givið ráðnum fjøl-
táttaðan intutivan ræktsur,
so vit fingu eina øðrvísi
gongd á tí politisku ráka-
leiðini. Hetta er eitt evni,
sum kundi verið vert at
nomið við undir øðrum
rensli. Lat hetta liggja.
Haldi at okkara lítla sam-
felga er eitt livandi sam-
felag. Tað sæst, hvussu væl
fólk duga at føra seg fram í
orð og tal og skrift, nú
kommunala valið stendur
fyri durum. Litrík eru upp-
rópini, ið detta inn um
gáttina, greið og myndirnar
av persónunum, bera ikki
brá av medusafjesum, men
heldur av einglaandlits-
brøgdum, sum boða frá
trúvirði, opinleika og gjøg-
numskygni. Her eru umleið
fimmti andlit at velja
ímillum. Millum valevnini
eru t. d. í tveimum førum
feðgar á hvør sínum lista.
Hvussu valt verður í hesum
heimum, er ilt at siga.
Kanska býta tey javnt á
stokkinum, og hvør fær
sína
atkvøðu
tillutaða
kristiliga. Hugsi ikki at
ósemja stends av hesi
orrustu. Bretar plaga at
siga: Charity begins at
home ... og her eigur demo-
kratiið eisini fáa sínar
skølingar upp á beinini.
Gott val!
Jeanna í Lágabø &
Sirið Stenberg
Vágur
Í kjalarvørrinum av tí, ið er
frammi í fjølmiðlunum, og
millum manna um avgerð-
ina, sum Føroya Landstýrið
hevur
tikið
at
byggja
røktarheim í Vági stinga
nógvir spurningar seg upp,
sum vit ikki meta eru nóg
væl lystir.
Vit sóknast eftir um
Føroya Landstýrið hevur
nakran skipaðan eldra-
politikk og hvørjar rað-
festingar eru gjørdar á
hesum øki?
Er tað ætlanin hjá Lands-
stýrinum at menningin á
eldraøkinum, skal liggja í
bara at byggja stovnar, ella
hevur landsstýrið nakra
ætlan um at víðka um tæn-
asturnar til fólk ið búgva
heima?
Í Eldraálitinum kemur
klárt fram, at fólk ynskja at
vera longst møguligt í
egnum heimið, hetta kemur
eisini fram, tá ið ein tosar
við fólk um hvussu tey
ynskja teirra ellisár skullu
vera.
Á øðrum økjum innan
heilsuøkið verður arbeitt
meira og meira við at
integrera fólk í samfelagið,
ella sagt ørðvísi, við at fáa
fólk at flyta út av stovnum,
at betra stuðulsskipanir,
arbeiðspláss
dagtilboð
o.s.fr.. Arbeitt verður fram-
ímóti smærri eindum til-
lagar tí einstaka. At byggja
eitt stórt røktarheim er heilt
í ansøgn við henda hugs-
unarhátt.
Og hvussu við tørvinum
á einum røktarheiminum,
er nøkur nágreinilig kann-
ing gjørd av bráfeingis
tørvinum av røktarheims-
plássum í Suðuroynni?
Nógv arbeiðspláss kunnu
setast í verk, uttan at byggja
stórar stovnar, bert viljin er
til tess. Tað vit sóknast eftir
er einum manglandi orða-
skifti um hvat ætlanin er á
eldraøkinum í Suðuroynni?
Fyri einum árið síðani
var staðfest, at hjálpin til
tey heimabúgvandi eldru/
tey hjálpartreingjandi bert
kann játtast um fíggjarligu
karmarnir eru tilstaðar, og
ikki einans útfrá eini fak-
ligari tørvsmetan hjá tí
einstaka sum hevur hjálp-
ina fyri neyðini.
Vit meta ikki at tað er
samsvar ímillum hetta, og
so at byggja eitt røktarheim
í Vági fyri 35 milliónir.
Landsbúskaparliga er tað
nógv dýrari at byggja og
reka røktarheim, í mun til
at hjálpa fólkið í egnum
heimi, vardari íbúð ella á
sambýli.
Um Landsstýrið veruliga
vil hava fleiri almenn ar-
beiðspláss í Suðuroynni,
hevði eitt uppskot verið at
fingið ætlaðu døgnrøktar-
skipanina at virka, at útbygt
økispsykiatriina so at hon
fer at virka sbr. álit um
økispsykiatri. Ætlaða økis-
terapiin er sum kunnugt
heldur ikki sett í verk í
Suðuroynni.
Hetta eru alt arbeiðs-
pláss, sum í flestu førum
kunnu verða røkt av fólkið
við viðkomandi røktarfak-
ligum førleika.
Ein spurningur er eisini
sum onganstaðni er svar-
aður, hava allar arbeiðs-
leysar
kvinnur/menn
í
Suðuroyar sunnaru helvt
hug, hegni og útbúgving til
at starvast innan røktar-
økið.
Okkum vitandi er ar-
beiðsloysið í økinum ikki
størst ímillum starvsfólk
innan heilsuøki, men ser-
liga hjá teimum sum starv-
aðust innan fiskivinnu-
íðnaðin á landi.
Vit meta at tað er ein
óvirðuligur
framferðar-
háttur, sum verður brúktur,
hetta at bert um vit fáa eitt
røktarheim í Vági, so eru
allir spurningar viðvíkjandi
arbeiðsloysinum
loystir.
Tey eldru eiga at fáa tað
hjálp, ið tey ynskja og
tørva, og ikki at verða brúkt
á henda hátt.
Hetta skal ikki skiljast so,
at vit ikki meta at tað er
tørvur á nøkrum røktar-
heimsplássum afturat í
Suðuroynni, og sjálvandi
skulu tey ið hava tørv á
hesum fáa tað.
Tað vilja altíð verða um-
støður, sum gera at eitt
røktarheimspláss er einasta
loysn.
Í Dimmalætting og í Úf
6/11 var frammi um verk-
ætlanina "Lív okkara sum
eldri". Her kemur týðuliga
fram, at ikki bert hjá okk-
um, men eisini í norðan-
londum ynskja fólk at vera
longst møguligt í egnum
heimi. Heimsheilsustovn-
urin WHO leggur eisini
upp til hetta.
Somuleiðis stendur at
lesa í Eldreálitinum frá
2002 at " tænastuveitingin
av eldrarøkt eigur at byggja
á ynski hjá eldri fólkið, at
megna ein sjálvstøðuga
tilveru, so leingi tað er
gjørligt, fyrst í sínum egna
heimið, ella í einum egn-
aðum heimið, og um neyð-
ugt í egnaðum røktarbú-
staðið. Bert á tann hátt
kunnu vit virka fyri heilsu
og
trivnaði
hjá
eldra
ættarliðnum"
Og hvussu við Sambýl-
unum sum kommunurnar
kring landið hava bygt, og
framvegis arbeiða við?
Og hvør ber kostnaðin av
einum røktarheimið í Vági,
hetta er kanska ein tann
størsti ósvaraði spurning-
urin í øllum málinum ?
Hvussu verður um eldra-
økið verður lagt út á
kommunurnar, fer Vágs
Kommuna at klára at reka
bæði røkt til heimabúgv-
andi, sambýlisbúfólk og
røktarheim?
Ella verður hetta ein
felags uppgáva fyri alla
Suðuroynna?
Røktarheim og miðnáms-
skúli kunnu ikki setast upp
ímóti hvørjum øðrum.
Landsbúðskaparliga er
tað ókiljandi í hesum
krepputíðum at Landsstýrið
ætlar at blaka millióna-
upphæddir burtur sum eru
goldnar bæði í lands og
kommunuskatti við tí ar-
beiði ið longu er gjørt, og
sum nú møguliga fer fyri
skeytið um miðnámsskúlin
verður fluttur.
Tað hevur eisini verið
frammi at ein miðnáms-
skúli skapar ongi arbeiðs-
pláss, hetta eru vit slett ikki
samdar í. Skúlin er fyrst og
fremst arbeiðsplássið hjá
næmingunum í trý ár, har-
afturat eitt fast arbeiðspláss
hjá lærarum, vaskifólkið og
øðrum. Eisini skapar sjálv
byggingin av skúlanum líka
nógv
arbeiðspláss
sum
byggingin av einum røkt-
arheimið.
Tað er onki, sum forðar
fyri, at skúlin verður víðk-
aður til eisini at fevna um
aðrar útbúgvingar, bæði nú
og seinni.
Eitthvørt
framkomið
samfelag eigur at raðfesta
útbúgving sera høgt. Um
vit kunnu skapa møgu-
leikar fyri okkara ungu, at
vera her ungdómsárini, er
møguleikin eisini størri
fyri, at tey koma aftur her at
búgva.
Miðnámsskúlin
kastar
nógv av sær til Vágs
Kommunu, bæði trivnaðar-
liga, fíggjarliga, og socialt.
Í øðrum londum har ar-
beitt hevur verið miðvíst
við at fáa skúlar og út-
búgvingarstovnar til, hevur
hetta víst seg at hava
ómetaligan týdning. Dømi
um hetta eru Akureyri í
Íslandi og Tromsø í Noregi,
har
útbúgvingarstovnar
hava so at siga drigið aðrar
stovnar til sín, hava økt um
tilflyting og menningina í
hesum økjum. Skullu vit
hugsa um økismennig, er
hetta ein góður møguleiki
hjá Landsstýrinum at vísa í
verkið, at teir ynskja at
arbeiða við hesum.
Vónandi kunnu hesi orð
seta nakrar hugsanir í
gongd, og skapa karmar
fyri einum kjaki og einari
virðuligari støðutakan enn
tað, sum vit uppliva fer
fram í løtuni.
Kommunuvalið 2004 - viðmerkingar
Røktarheim ! Miðnámsskúli !
VIÐMERKINGAR
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag, Føroya
Væl,
Bjarki Mohr, form
Valfelag
Sambandsfloksins í
Suðursteymoy,
Annfinn Brekkstein, form.
Eftir at hava sæð tíðinda-
sendingina, Dag og Viku,
hjá
Sjónvarp
Føroya,
fríggjadagin 5. november
2004, er tað ikki sørt, at
fleiri okkara - við áhuga
fyri politikki - sita eftir við
einari løgnari kenslu.
Í sendingini er eitt kjak
millum nú - og fyrrverandi
býráðsformennirnar
fyri
Tórshavnar kommunu, har
orðaskifti legði upp til hvør
teirra skuldi taka við sum
býráðsformaður
eftir
kommunuvalið týsdagin 9.
november 2004. Annar
hevur stilla upp aftur fyri
Fólkaflokkin og hin fyri
Tjóveldisflokkin.
Tað er undrunarvert, at
tveir
frammanundan
royndir politikkarir, sleppa
framat
eini
almennari
tíðindasending, beint fyri
valinum, havandi í huga, at
øll onnur ið á einhvønn hátt
hava tilknýti til almenna
tíðindaflutningin verða sett
í karantenu, tá tey hava
fráboða at tey stilla upp.
Tað gerst tí nærliggjandi
at spyrja, hví ein parta-
leysur tíðindaberði sum
Sjónvarp Føroya, velur at
hava samrøðu við nú- og
fyrrverandi
býráðsfor-
mennirnar í Tórshavn, tá
umboð fyri hinar flokk-
arnar til kommunuvalið
ikki koma framat?
Um Sjónvarp Føroya
ynskir at lýsa hesa síðuna
av
samfelagskjakinum,
hevði tað so ikki verið
hóskandi - meira dámligt
og rættvíst - at Sjónvarp
Føroya fyriskipaði eina
valsending, har umboð fyri
allar politisku flokkarnar
sluppu framat við sínari
áskoðan á júst hesi viður-
skifti, heldur enn at geva
tveimum flokkum ein eyð-
sýndan fyrimun.
Dánjal Petur
Hansen
Runavíkar
kommuna
hevur verið alt og lítið
aktiv til tess at fleiri til-
boð til ung og tilkomin
er vorðin til veruleika.
Talan hevur tvørturímóti
í alt ov stóran mun verið
um afturhald.
Ein av høvuðsfyri-
treytunum fyri góðum
trivnaði í býnum, er at
tað pláss fyri okkum
øllum, og har vit øll føla
okkum væl. At tað er
rúm fyri einum ríkum og
fjølbroyttum ítróttar- og
mentunarlívi er avger-
andi fyri trivnaðin.
Styrkin hjá Runavíkar
kommunu hevur verið
tað fyritakssemi fólkið
her hevur víst.
Dynamikkur og fjøl-
broytni gevur býnum lív,
og skulu vit sum komm-
una stuðla teimum, sum
ikki eru bangin fyri at
taka tøk, og broyta
burturúr nýggjum.
Ein sterk kommuna er
ein kommuna fyri øll, og
eigur hetta at verða ein
sjálvsagdur málsetning-
ur fyri framtíðina
Framtíðin kemur ikki
at sær sjálvum.
Vit mugu vilja fram-
tíðina og velja framtíð-
ina.
Fleiri tilboð til ung
sum tilkomin
VAL04
Viðmerking til Sjónvarp Føroya
Kommunan fyri
allar borgararnar
Jói Winther
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar býráð
Skapa álit millum býráð
og borgara
Systkinaavsláttur fyri
børn í ansing
Eldrarøktin skal betrast
Betri ungdóms- og
familjupolitikur
Betri umstøður til tey,
ið bera brek
Lestrarbústaðir skulu
gerast
Gera vegin oman á
Studentaskúlan
Tónleikaframleiðsla skal hjálpast
Hjálpa til at seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk
Endurnýtslan skal mennast
Skapa góðar karmar fyri eitt sunt vinnulív
Útróðrarbátarnir fáa nøktandi sømdir
Føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk
Hesum málum vil eg virka fyri at røkka – uttan tín
stuðul kann eg einki.
Við vón um tína atkvøðu
VAL04
Jens Sivar Djurhuus
Valevni hjá
Sambandsflokkinum
Tað hevur nógv verið tosað
um støðuna í Vági og Suð-
uroynni sum heild.
• Um støðugt vaksandi ar-
beiðsloysi
• Um kreppuna sum okur
ongantíð veruliga komu
burturúr
• Um fleiri almenn ar-
beiðspláss
til
Suður-
oynna, sum skulu skapa
javnvág
• Um ein suðuroyargrunn,
sum kundi verið við til at
menna økið aftur vinnu-
liga
• Um at nú skuldi Fiska-
virking lata gamla Polar-
frost uppaftur
Og soleiðis kunnu okur
halda fram at grenja um
okra trupulleikar og fram-
haldandi vóna at hini skulu
loysa teir.
Tað at onnur skulu loysa
okra trupulleikar og skapa
okum arbeiðspláss er alt
fínt, men tað mettar ongan
munn og skapar ongi
støðug arbeiðspláss.
Higartil hevur tað einans
verið ein stór luftkastella,
ein politisk sápubløðra.
Tað, sum skal til er, at
okur sjálv smoyggja upp
um ermar og veruliga seta
okum sum mál, at nú skal
vend koma í – nú seta okur
sjálv dagsordanin og fara til
verka.
Fyrsta málið hjá nýggju
býráðssamgonguni má tí
vera at gera eina miðvísa
vakstrar- og uppbyggingar-
ætlan fyri økið, og tað er
neyðugt at allar góðar
kreftir í vinnuni, saman við
politiska myndugleikanum,
eru við at skapa hesa ætlan
og síðan fara í holt við at
fáa verkætlanina førda út í
lívið.
Sambandsflokkurin
hevur altíð verið við til at
skapa karmar, tað hava
okur sæð í landspolitikkin-
um ferð eftir ferð og okur
vilja eisini við leiðsluni í
eini nýggjari býráðssam-
gongu her í Vági verða við
til at menna økið og fáa tað
upp aftur á tað støði, sum
neyðugt er fyri at hava eitt
gott
lívsgrundarlag
og
trivnað bæði fyri ung og
gomul.
Set tí krossin við Sam-
bandsflokkin – flokkur fyri
teg.
Í hjørtum okra býr vónin um støðugt arbeiði
og framburð fyri Vág og Suðuroynna
Poul Olsen
Fíggarliga støðan hjá Tvør-
oyrar
kommununi
er
soleiðis hátta, at ein stórur
partur av inntøkunum fer til
at gjalda skuld við, og so-
leiðis má tað vera eina tíð
framyvir. Fara mettu inn-
tøkurnar at halda, so kann
kommuna verða skuldarfrí
um ikki so nógv ár, um
hildið verður fast við ver-
andi gjaldshátti. Kommun-
an kann sostatt síggja fram
til at fáa eitt nógv størri
fíggjarligt frælsi
Tá ið fíggarligu karmar-
nir eina ferð loyva tí, hevði
tað ikki vera av vegnum at
fingið eina nýggja svimji-
høll bygda onkrastaðni í
býnum. Hetta er nakað, ið
kann verða øllum borgarum
at gagni, ungum sum eldri.
Eftir mínum tykki skulu
borgarnir hava eina gularót,
og eisini fyri at lokka fólk
at flyta til kommuna.
Eitt av valevnunum til
býráðsvalið í Tórshavn
skrivar, at nú er vorðið so
trongligt í svimjuhøllini
har, at tey standa sum sild í
tunnu. Tað verður valla
trupulleikin hjá okkum,
men skulu vit gera nakað
við trivnaðin, og tað eg
áður havi nevnt, so eiga vit
at fremja slíka ætlan í
verki.
Verkætlanir og smærri
arbeiði, sum hava stóran
týdning fyri núverandi og
framtíðar borgarar eru í
gongd. Hesar útbyggingar
mugu halda fram og gerast
lidnar eftir tíðarætlanini.
Ein tíðarætlan er gjørd fyri,
at hon skal haldast! Hettar
hevur alstóran týdning fyri,
at kommunan kann fara
undir aðrar verkætlanir,
sum t.d. at gera økir byggi-
búgvin, útbyggja havna-
lagið og bátahyl til stutt-
leikabátar burturav.
Vit hava brúk fyri ný-
hugsan á fleiri økjum, ikki
minst á tí vinnuligi.
Nú tað liggur í luftini at
leggja
málsøki
út
til
kommunurnar at umsita, so
er tað av stórum týdningi,
at vit hava eina sterka
kommunala eind. Tað vil
siga, at vit mugu leggja
kommunurnar í Suðuroynni
saman.
Farið á val og veljið lista
C!
Gott val.
Tvøroyri og trivnaður
VAL04
C
M
Y
K
41
40