Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 43 VIÐMERKINGAR Kári Hansen Eg hevði ætlað mær at skriva eina kronikk um tey farnu tvey valskeiðini, við Eivind sum borgarstjóra. - Afturlítandi, og við spurn- inginum um hvussu ein maður, hevur klárað at hildið einum samlaðum bygdarráði við 5, og síðani 7 limum, so totalt í síni hulu hond. - Men tá nú Eivind ikki kann lata vera við at blanda seg í val- stríðið, við grovum ákær- um um óreglusemi, so má kronikkin skrivast eitt sindur um, og setast í bløð- ini áðrenn valið. Tað er tó heilt ótrúligt hvussu nøkur fólk klára at útvega sær spaltupláss í bløðunum. Sum oftast sum "tíðindi" - ella í greina- formi. Nú um dagarnar var viðtal við fráfarandi borg- arstjóra strandinga har hann fortelur um avgerð sína um at gevast í kommunal- politikki - tikin fyri næstan fýra árum síðani. Hesin tíðindastubbin undrar øll her á leið. Veru- leikin er ein heilt annar, tað er nevniliga soleiðis at ongin av "gomlu" listunum skoytti um Eivind á listan, og at Eivind sjálvur als ikki megnaði at gera ein lista sjálvur. Ella sum eitt av valevnunum á einum av listunum segði við Eivind, tá hann royndi at "menga" seg uppí teirra lista: "Harraguð Eivind, vit gera ein nýggjan lista og tað er fyri at sleppa av við teg". Seinast var so ein grein har Eivind svertar, og mis- tonkiligger, onkrar av nú- verandi bygdarráðslimun- um tí teir, fyri einaferð skyld, ikki vildu dansa eftir hansara pípu. Hetta var í spurninginum um sølu av bygninginum í Langanesi. Her var søgan heilt einfalt soleiðis at Eivind ætlaði at selja grundøkið undir bygninginum saman við bygninginum. Onkur av bygdarráðslimunum vaknar við kaldan dreym og fær steðgað hesum - tíbetur. Tað var kanska rætt at selja bygningin, men kommunan skal sum allar aðrar komm- unur í Føroyum eiga havna- økini, til at leiga til virk- semi í bygdini Tað var gamalt ikki at kasta við gróti tá man býr í glashúsi. Skúlin á Strond- um manglar hølir til 10. flokk. Tað stendur ein nýggjur nýmótans skúli á Skála har gott pláss eisini hevði verið fyri 10. flokk- inum. Fleiri av næmingun- um her koma av Skála. Hví skal tað ikki bera til at samstarva við Skálafólk um hetta, meðan vit útbyggja okkara skúla til tørvin. Svarið er einfalt tað at Ei- vind er komin í neyð av einum gomlum og óbrúki- ligum handilsbygningi. Eivind umbyggir handilin til skúla og leigar hann til Sjóvar kommunu til skúla. Eitt leigumál, ið verður galdandi í nógv ár framyvir og typpir fyri framhaldandi veruligari útbygging av skúlanum. Í nýggjari kommunusøgu er hetta besta dømi um: "keine hexerei, nur behændigkeit". Eg yvist tó onga løtu í at Eivind hevur havt ein forprogrameraðan tiltaks- lim inni fyri seg, so býttur er hann alíkavæl ikki. Tað er jú ein ævigur sannleiki at um man onki ger, so ger man so onki skeivt. Hetta hevur verið, og er, grundtankin - høv- uðsfilosfiin - hjá Eivind sum borgarstjóra, ført út til minstu detalju. Man sløkkir aðru og hvørja gøtulykt. Hví? , ein sløkt pera brestur jú ikki. Errin í bløðini at reypa um at íbúgvar okkara á Selatrað nú fáa reint og sóttreinsað vatn. Eg má bara spyrja um hetta er nakað at fara í bløðini at reypa um. Tey eldru verða hildin fyri tað turra spott - barna- garðtilboð, sama skilið. Strandingar eru helst heimsins tolnasta fólk, halda uppá "det bestående", men nú hava vit so fingið nokk. Fari at enda við at ynskja tykkum ið verða vald í tað nýggja bygdarráðið blíðan byr framyvir - tit kunnu í øllum førum ugga tykkum við at so vánaligt tað hevur verið, so má alt bara blíva betri, nógv betri. P.S.: Vælsignaður Eivind, tá tú fært betri tíð, fá málað útyvir hatta "HANSEN" skeltið á handlinum. Tað átti at borið til at keypt eitt blikk av bláari máling frá málingavirkinum 1 litur er nógmikið (blátt) Hilmar Jan Hansen Í Sosialinum leygardagin grundgevur hvalvíksprestur Mogens Tilsted Christen- sen fyri, hví amerikanarar hava valt George W. Bush sum forseta í USA fýra ár aftrat. Lesarabrævið »Til- lykke til den kristne verd- en« er av slíkum karakteri, at eg kenni meg noyddan at siga nei takk! Í teologiskt grunnu grein- ini hjá presti verður stórur dentur lagdur á, at Bush skal vera ein evangeliskt kristin og persónliga trúgv- andi maður. Tað er líkasum »bláa stemplið«, ið lyftir amerikanska forsetan upp í halgamannatal, samstundis sum eyguni stillisliga verða latin aftur fyri tí blóðigu slóð, Bush dregur aftan á sær á síni politisku yrkis- leið. Ein onnur orsøk til úr- slitið av forsetavalinum í USA skal eisini vera, at Bush er ímóti fosturtøku. Hetta er fyri so vítt í fínasta lagi, men samstundis bert eitt dømi um, at sokallaði »kristindómurin« hjá for- setanum neyvan er meira enn hálvavegna væl grund- aður. Og tey, sum hávirða hann fyri tað, eru neyvan stórt betri grundað sjálv, eri eg bangin fyri… At fólk eru ymisk á máli, tá tað ræður um fosturtøku, hava vit fyri kortum fingið staðfest eisini her heima á klettunum. Og eins og her hjá okkum, er fosturtøka altíð gott valagn, alt eftir hvørjum parti av veljarun- um, tú vilt tekkjast. Soleiðis er eisini í USA, hvørs gerandisdagur er merktur av eini skuggasíðu, vit í Føroyum als ikki kunnu ímynda okkum, tí alt hetta er fremmant og ókent fyri okkum. Bush hevur til dømis drúgvar royndir sum bøðil, og einki bendir á, at hann hevur broytt meining, men er kanska ídnasti talsmað- urin fyri deyðarevsing av øllum. Sum guvernørur í Texas setti hann nýtt met í tali á deyðarevsingum á hvørjum ári, og eftir at núverandi forsetin hevði »lagt botn- in«, hevur eftirmaðurin gjørt sítt fyri at liva upp til sína fyrimynd, tí eisini síð- ani Bush skifti guvernør- sessin út við forsetaem- bætið, eru fólk avrættað í hópatali í Texas. Enntá sjálvt valkvøldið varð ein deyðadómur førdur út í lívið – um vit kunnu siga tað so! Umframt at vera sjálv ímyndin av deyðarevsing í USA, gjørdi Bush vart við seg sum ein náðileysur bøðil. Ikki eina ta einastu ferð náðaði hann í guver- nørtíð síni ein deyðadømd- an, hóast fáur man ivast í, at amerikanska rættarskipanin man teljast millum tær minst álítandi í øllum heim- inum. Bush hevur fleiri ferðir endurtikið, at hann ongan- tíð hevur verið í iva um, at ein deyðadømdur í hansara stati hevur verið sekur, men at øll høvdu fingið eina rættvísa rættargongd og dóm hareftir. Tað krevur sanniliga eina væl av- stívaða samvitsku at úttala seg so bragdliga um lív og deyð! Kann í hesum viðfangi nevna, at av teimum deyða- dømdu í USA frá 1973 til 1993 blivu 48 seinni fríkend og latin leys, tí ein sera stórur innsatsur varð gjørdur teirra vegna. Og her er talan altso um ein innsats, ið bert er untur fáum deyðadømdum, tí í nógvum førum eru tey frammanundan »sosialir taparar«, sum eingin leggur í at lyfta fingurin fyri at hjálpa. Tó var um reppið, at Bush ta einu ferðina skifti sjónarmið, tá tað vísti seg, at ein deyðadømd kvinna í Texas á deyðsgongini hevði tikið annað skinn um bak og nú hevði tikið við kristnari trúgv. Sum um tað skuldi verið nóg góð orsøk til at broytt ein dóm! Her slepst tí ikki undan at seta spurningin, hvør mun- ur er á fosturtøku og deyða- revsing, tí í báðum førum er talan um at taka lív. Jú, sanniliga er tað vorðið sum evangelisk trúgv at lokka veljarar við! Av øðrum, ið neyvan fær Bush at skara framúr sum evangeliskan trúgvandi og gudsóttandi mann, kann nevnast broytingin í ameri- kansku vápnalógini, ið Bush strongdi á at fáa framda. Undanmaður hansara í forsetaembætinum, Bill Clinton, hevði annars í síni tíð gjørt sítt til, at tað skuldi vera bannað vanligum amerikanarum at hava ógvuslig skotvápn, og fáur man ivast í, at hetta eisini var eitt stig rætta vegin í »Guds egna landi«. Men Bush setti lógina úr gildi, so vanligir amerikan- arar kunnu vera enn meira alvápnaðir, enn teir vóru frammanundan. Próvfast er eisini, at amerikanski vápnaídnaðurin var ein hin dyggasti fíggjarligi stuðul- in hjá honum til forseta- valið. Og so skal hann tosa um at verja lív? Alt hetta er tó ikki skelk- andi, tá hugsað verður um bakgrundina, sum er eitt land, sum í nógvar mátar skarar framúr við avskepl- aðari rættvísisfatan og hevnd sum skjaldramerki. USA er til dømis ikki komið serliga langt síðani trælatíðina, tí í ameri- konsku fongslunum er annarhvør fangi svartur. Tey svørtu eru umleið 14 prosent av amerikanska fólkinum, men tey eru so dyggiliga fyri mismuni tann dag í dag. Hvussu skal tað annars forsvarast, at av deyðadømdum fangum í USA eru 43 prosent svart- ir? Annað dømi er, at 13 pro- sent av amerikansku rús- eitursmisnýtarunum eru svartir, sum merkir, at færri svørt misnýta rúseitur, um samanborið verður við restina av fólkinum. Við øðrum orðum er størri møguleiki fyri, at tú møtir einum svørtum hampafólki enn einum hampafólki annars í USA. Men kortini eru 37 prosent av teimum handtiknu fyri rúsevnis- brotsverk svørt, og heili 74 prosent av teimum, ið fáa dóm fyri rúsevnisbrotsverk, eru svørt! Alt hetta omanfyri nevnda fær óivað mangan at undrast á, hvat enda- málið hjá hvalvíkspresti er, tá hann við punktum í hópatali roynir at rættvís- gera, at USA hevur valt Bush til forseta fýra ár aftrat. Og hann er ikki einsamallur, tí yvirhøvur tykjast tey »meira enn vanliga trúgvandi« í Før- oyum at síggja tað sum eitt hægri kall at taka undir við øllum, sum er nóg langt til høgru. Flestu munnu vera samd um, at hugburðurin »skjót fyrst, spyr aftaná« hevur lítið við kristna trúgv og eitt satt kristinlív at gera. Men hetta hevur verið fremsta vørumerki hjá Bush síðstu fýra árini – og serliga eftir 11. september 2001. Allir illgrunar, ið vóru brúktir av amerikarum und- an krígnum í Irak, eru í dag afturvístir sum uppspuni, ósannindi og í besta føri leysar gitingar. Men tað nyttar sjálvandi ikki sum troyst og uggi hjá soraða og særda irakska fólkinum, hvørs »størsta synd« tykist vera muslimska trúgvin. Ein alt annað enn kristi- lig krígsøði hevur drivið verkið, men vit mugu bara vóna, at bæði Bush og hvalvíksprestur í kvøld- bønum sínum eisini hugsa um tey túsundtals óseku í Irak, ið eru offur fyri kristindómi forsetans í verki. Fyri ikki um at tala øll tey óseku deyðadømdu – gjarna svørtu – ið bíða eftir, at onkur »kristin« átekur sær leiklutin hjá Várharra sum dómari yvir lívi og deyð… At hava virðing fyri tí ófødda lívinum er gott, men tað riggar líkasum ikki ordiliga, um tú ikki eisini virðir tað fødda lívið! Eivind – Farvæl Hatar prestur fosturtøku – men elskar deyðarevsing? VIÐMERKINGAR Jaspur Vang Valevni Sambandsfloksins á Tvøroyri. Tað er altíð neyðugt at skapa framburð og menn- ing. Tað gera vit við m.a. framskygdum heildarloysn- um, avsetingum og ná- greiniligum raðfestingum. Væl vita vit, at ein skuld uppá uml. tvær álíkningar sjálvsagt avmarkar fíggjar- liga rásarúmið hjá eini kommunu sum okkara. Hesin veruleiki má tó ikki forða okkum í at skapa framburð, menning og trivnað og harvið bjart- skygni, samstundis sum vit støðugt minka um skuldar- byrðuna. Miðvís menning Rom varð ikki bygt eftir einum degi, og verður Tvøroyri heldur ikki endur- ment eftir einum degi. Tað mugu vit gera okkum greitt. Hvat viðvíkur eitt nú o havnaviðurskiftunum, o veganetimum í býnum, o barnaansingini, o eldraøkinum, o vatnveitingini, o kloakskipanini og o kommunalu bygningun- um mugu vit gera fullfíggjaðar heildarætlanir, neyvar kostnaðarmetingar og mið- víst avseta pening til hesar ætlanir út frá nágreiniligum raðfestingum, eins og hesar ætlanir regluliga eiga at verða endurskoðaðar og eftirmettar við atlitið til at tíðirnar, tørvurin og um- støðurnar alsamt broytast. Havnaviðurskiftini og veganetið Tað er m.a. neyðugt at skipa — og býta havna- lagið upp í fiskavirkisøki, farmaflutningsøki, øki fyri stuttleikabátar og øki — og umstøður til vinnuliga riknu skipini og bátarnar. Dentur eigur at verða lagdar á at skapa vinnuni bestu karmar at virka inn- an, umframt, saman við vinnuni, at skapa eitt um- hvørvi, sum kann vekja ans og áhuga hjá ungdóminum, soleiðis at vit gera okkara til, at neyðug tilgongd altíð er til høvuðsvinnuna. So við og við eiga eisini neyðugar ábøtur og útbygg- ingar av havnalagnum at verða gjørdar. Hvat veganetinum viðvík- ur er neyðugt at fara undir fullfíggjaða og miðvísa breiðking og dagføring av veganetinum í kommununi, heldur enn at loypa stað úr stað við lappaloysnum. Vatnveitingin Kommunan eigar formliga at taka ábyrgd av allari vatnveitingi, soleiðis at allir borgarar fáa somu sømdir og tænastur. Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at allir borgarar og virkir í kommununi fáa reint vatn. Kommunala umsitingin Umsitingarliga er kommun- an styrkt við einum verk- frøðingi, og er hettar eisini eitt stev rætta vegin. Næsta stig eigur at verða at gera eitt greitt arbeiðs- og ábyrg- darbýti. Hettar soleiðis at politikararnir í størri mun halda seg til at taka yvir- skipaðar avgerðir og lata umsiting, serfrøði og ar- beiðsfólk taka sær av at føra málini út í lívið. Soleiðis fær borgarin eina trygga og einsháttaða viðgerð. Starvsfólkapolitikkur Tvøroyrar Kommuna hevur uml. 70 ársverk, býtt á uml. 100 starvsfólk. Tí er neyð- ugt við einum skipaðum starvsfólkapolitikki, sum m.a. greitt útgreinar og staðfestir arbeiðs- og ábyrgdarbýti, skyldur og rættindi hjá hvørjum ein- støkum starvsfólki. Harumframt er neyðugt við miðvísari starvsfólka- røkt. Hettar soleiðis at starvsfólkið hjá kommun- uni kennir seg trygt og væl á arbeiðsplássinum, eins og dentur eigur at verða lagdur á møguleikarnar fyri per- sónligari førleikamenning hjá hvørjum einstøkum. Ítróttin Vit mugu ásanna at ítrótt- inum tørvar betur umstøður at virka undir. Tí er neyðugt at savna allar góðar kreftir og í felag gera eina ætlan fyri, hvussu vit nøkta tørv- in á hesum økjum. Talan kundi verið talan um ein stigvísa heildarætlan, sum so við og við varð gjørd til veruleika, alt eftir fíggjar- ligum førleika. Kommunur um alt landið stuðla ítróttini, sum jú er ein týdningarmikil liður í menningini av okkara ung- dómi, eins og ítróttin fremur samanhald og felagsanda á plássinum. Tí eigur komm- unan - sjálv- sagt eftir føri- muni - at stuðla á hesum øki og um neyðugt ganga á odda, tá umræður at skapa karmarnar. Kommunuskuldin Komandi býráð á Tvøroyri eigur miðvíst at gjalda niður skuldina, sum við ársskifti verður á leið 74 mió. kr. Vit, sum í dag eru vinnufør, hava skyldu til tess. Hettar soleiðis at vit sjálvi og tey, sum koma eftir okkum, sum frálíður fáa eitt størri fíggjarligt frælsi. Í samband við at láns- aftalan hjá kommununum verður endurskoða um uml. 1 1/2 ár,, verður tað tí ógvu- liga umráðandi at finna eina skilagóða loysn, so- leiðis at lánsbyrðan alsamt minkar, samstundis sum neyðugur peningur verður til framburð, menning og trivnað. Framskygdar heildarloysnir á Tvøroyri VAL04 Allan Hjaltalin Valevni miðfloksins til býráðsvalið ‘04 Sum borgarar í Tórshavnar kommunu, skuldi tað verið ein sjálvfylgja at vit keyptu okkum grundstykki og bygdu hús her í komm- ununi. Men hetta er tíverri ikki líka til hjá nógvum av ungu borgarunum, tí grundstykkjaprísurin er alt ov høgur. Grundstykkjaprísurin í Havn er uml. 672,- fyri fermeturin, meðan t.d. í Skála kommunu, 3 korter frá havnini, er prísurin 75,- fyri fermeturin. Tað er ógvuliga gott at búgva í Havn, tað vita vit, men prísurin nýtist ikki at vera 9 ferðir hægri her enn úti á bygd. Gev mær tína atkvøðu til býráðsvalið ‘04, og eg vil arbeiða fyri: – At borgarar fáa størri gjøgnumskygni, tá tað snýr seg um handil við teimum virðum, ið kommunan eigur. – At grundstykkjaprís- urin fer munandi niður. – At nágreiniligar til- boðsætlanir verða gjørdar, tá eitt nú planerað verður, so at ánarin fær ein góðan prís. Hetta kann gerast á tann hátt, at teir, ið planera, planera t.d. 20 grundstykk- ir í einum øki, í staðin fyri 1 ella 2 grundstykkir. VAL04 Grundstykkjaprísurin skal niður! - við eldraíbúðum og grønum parkerings- øki Erna Háberg Valevni Fólkaflokksins til býráðsvalið í Havn Seinasta summar, eg var í Hálsingborg, gekk eg fram við havnini. Her var ein risastór broyting hend, frá seinast eg var har. Fyri trimum árum síðani var økið dominerað av ódám- ligum asfaltparkerings- plássum, men nú har- afturímóti andaði tað av trivnaði og var vorðið eitt livandi umhvørvi, har øll ættarlið hugnaðu sær. Her heima hava vit eisini eitt hugnaligt havnaum- hvørvi heilt úr Skinnara- skeri, inn í Vágsbotn, fram við bátabrúgvunum og út í Múllers pakkhús.. Tað sama kann tíverri ikki sigast um økið á Skálatrøð, sum í staðin fyri at vera náttúrligi parturin av hugnaliga umhvørvinum, oyðileggur heildina við sínum asfaltparkerings- plássum heilt inn í ófanta- liga sprongda benið.Hetta eigur í staðin, at verða broytt til grønt parkerings- øki við trøum og runnum og einum parkerings- kjallara. Harafturat skal vera pláss fyri at byggja eldtraíbúðir, við útsýni yvir Vestaru vág og grøna økið So eldri fólk kunnu njóta tað kenda umhvørvi og hava møgu- leika at ganga til handils, í kirkju/samkomu, tilhaldið og annars til tiltøk sum eru í býnum. Við hesi broyting verður Skálatrøð ein partur av heildini, sum gevur eitt livandi umhvørvi har øll ættarlið trívast – ein perla í Havn. Birgir Sondum Tey síðstu árini hava vit brúkt minst 150 mill. uppá barnagarðar og Tjarnar- garð. Tað er í fínasta lagi at fjálga verður um tey økini. Nú má tíðin vera komin til tey ungu. Vit í Tjóðveldis- flokkinum vilja skapa karmar til tey ungu, ikki so at tey bert trívast, tey skulu helst stórtrívast í komm- ununi. Vit mugu fáa eitt ungdómshús í býnum. Til tey yngru skal møguleiki vera fyri ítrivum í býlingahúsunum í nær- umhvørvinum. Vit eiga ein ótrúliga góð- an og evanríkan ungdóm, so tað minsta kommunan kann gera, er at syrgja fyri at karmarnir fyri ungdómsítrivum eru í lagi. X við lista E. Súni í Hjøllum, Toftir Fyrst í hesum valskeiðnum eydnaðist at fáa semju í bygdaráðnum um at vetrarfriða bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Hesi árini er neyðugur peningur av- settur (3 mió. kr), og somu- leiðis eru allar neyðugar fyrisitingarligar fyrireik- ingar, sum áliggja komm- ununi, gjørdar. Bøndurnir hava tikið fult undir við ætlanini, og tí var ætlanin longu at fáa av- greitt málið fyri einum ári síðan. Men trupulleikar hava tikið seg upp millum Jarðarráðið og bøndurnar. Hóast kommunan hevur roynt allar hugsandi møgu- leikar við fundum og skriv- um, so er málið ikki loyst. Málið skal loysast nú — beinanvegin! Fái eg ávirk- an í einum nývaldum bygdaráði, fari eg beinan- vegin at virka fyri, at málið verður loyst umvegis løg- ting og landsstýri. VAL04 VAL04 VAL04 Skálatrøð ein perla í Havn Tey ungu Vetrarfriðingin í Nes kommunu C M Y K 43 42