Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 45 VIÐMERKINGAR CARL AUGUST ARGE Valevni á lista D til býráðsvalið Íbúðir fyri 6 - 8.000 kr. pr. mánað- og helst meira enn so viðhvørt. Heilsuskaði- ligar íbúðir. Ongin leigu- sáttmáli. Sethús fyri 1,2 - 1,8 millión kr.- og helst eisini meira enn so. Ára- langar bíðitíðir fyri at fáa eitt grundstykki. Ógjørligt hjá eldri fólkum at fáa eina góða íbúð. Ung sum mugu búgva heima, tí ógjørligt er at finna eina íbúð til ein rímiligan kostnað. 10-12 ung lesandi, sum búgva í kømrum í onkrum kjallara; tey hoyra hvat grannin hugsar, mugu deila wc/bað við øllum hinum (kanska eisini eigarafamiljuni), við lítlum ella ongum køks- og vaskimøguleikum og sum mugu gjalda 2 - 3.000 kr. pr. mánað fyri hetta. Ófanta- liga ljót raðhús og íbúðar- blokkar til okursprísir. Hús sum standa hálvtóm, tí eig- arin metir tað ikki loysa seg at leiga út. Ljóðar hetta vælkent? Tíverri er hetta ein rætti- liga beinrakin lýsing av íbúðarstøðuni í okkara Høvuðsstaði. Her má vend koma í! Eg vil arbeiða fyri: • Nóg mikið av byggi- klárum grundstykkjum - eisini til alternativa bygg- ing • Tað skal vera lætt - og munandi bíligari enn nú - hjá ungum og eldri, at keypa/leiga eina rímiliga íbúð. Loysnin er at økja nógv um útboði. • Raðhús og íbúðarblokkar skulu hava eina arkitekton- iska góðkenning. • Fleiri skúla- og lærlinga- heim. • Virðiligar íbúðir til tey við serligum tørvi. • Tað skal loysa seg at leiga út. • Leiguíbúðir skulu hava eina góðkenning viðvíkj- andi dygd og trygd. • Dagførda leigulóg. Skip- aði viðurskifti - ongan svartan marknað. Nógv av hesum kann kommunan gera, serliga viðvíkjandi útboðnum av byggiklárum grundstykkj- um. Men tað eru eisini týð- andi viðurskifti, sum mugu loysast í landspolitikkinum, fyri at fáa eina munagóða vend í íbúðarstøðuna. Tað, sum ger tað so tvørligt og dýrt at byggja og reka leiguíbúðir á vinnuligum grundarlagi er, at hendan bygging als ikki er javnt stillað við vanliga privata bygging av egnum sethús- um. Útleigan av íbúðum verður als ikki skattað á sama hátt sum onnur vinna, fyrrenn bygningurin hevur minst 10 leiguíbúðir. Sjálvsognarstovnurin á Berjabrekku hevur eina heilt klára verkætlan við eini 70-80 leiguíbúðum, men tey fara ikki at byggja fyrrenn MVG og skatta- lógin verða broytt, soleiðis at teirra bygging verður javnt stillað við vanliga sethúsabygging. Tað verður heilt einfalt ov dýrt við nú- galdandi reglum. Okkara Býráð má fáa landspolitikararnar at skilja, at her má vend koma í. Hetta mál er serliga átrok- andi fyri Høvuðsstaðin (helst eisini fyri Klaksvík og Rúnavík). Vit eru 40% av landsins íbúgvum og hava fullan rætt at krevja, at avoldaðar lógir ikki gera íbúðarstøðuna ótolandi hjá okkara borgarum. Kommunan skal ikki fíggja íbúðarbygging, ann- að enn í serligum førum. Bankar og aðrir fíggingar- stovnar hava ovmikið av kapitali, men avoldað og tvørlig lóggáva forðar kap- italinum at virka. Her má vend koma í! Setið tí krossin við lisa D komandi týsdag! Ingeborg A. Godtfred Valevni á lista D til býráðsvalið Vit syngja so ofta: á tann deiliga Havn. Ja, Havnin er deilig, vit eru nógv bygda- fólk, sum eru flutt til Havnar og til økini rundan um Havnina; her er eisini besta stað á jørð, men tað er ongastaðni so gott, at tað ikki kundi verið betri, øll vita sum er, at sjálvt í Suð- urstreymoy er avgjørdur tørvur á fleiri økjum. Stórur tørvur er á eldra- økinum, íbúðir til skiftið millum miðaldrandi og eldri, íbúðir til tey ungu og til tey lesandi, og fleiri grøn økir er eisini ein avgjørdur tørvur. Børn og ferðsla mugu skiljast sundur, ung- dómurin má fáa betri karm- ar at virka undir, systkina- avsláttur skal setast í gildi, og vit mugu taka okkum meira av teimum heim- leysu. Nógv við okkum hava bygt alt ov stór hús, vit hildu vit vórðu verandi 25 ár altíð, men soleiðis er tað jú ikki, tí mugu vit byggja alternativar íbúðir bæði til ung og gomul. Tað tykist sum politikar- in hevur gloymt tey ungu, og tey lesandi, her mugu íbúðir/kollegier fáast til vega skjótast. Útisavn í gomlu Hoyvík- ini har ung og gomul kunnu njóta ta vøkru nátturðu saman. Viðvíkjandi ferðsluni ynskja vit trygg kor til børn og vaksin at ferðast í, alt gott um bungur, men aðrar loysnir eru eisini, hvat við at leiða skúlabørn og tey gangandi undir vegirnar gjøgnum tunlar/viaduktur, tað síggja vit aðrastaðni, har nýggir vegir verða gjørdir, eiga tunlar at verða ein sjálvfylgja. Gøtur eiga at verða gjørdar, ið binda býlingar saman, men so breiðar at barnavognur og súkkla kann møtast, og ikki at gloyma væl upplýstar gøtur. Gongubreytirnar í Havn og á Argjum og helst aðra- staðni við eru lívshættis- ligar. Gonguteigum sleppa vit ikki undan, men kravið er, at tey eru sera væl upp- lýst, í løtuni er tað alt ov vánaligt, og stórur vandi er ofta, tá farið verður eftir gonguteigum um kvøldið. Vit hava eitt Bjargingar- felag, sum ger eitt veldugt sjálvboðið arbeiðið, takk skulu tey hava fyri tað, men hetta kostar. Kommunan hevur útvega teimum eitt grundøki sunnanfyri báta- hylin á Argjum. Har kann eitt felagshús byggjast, sum kann hýsa bæði Bjargingar- felagnum og Froskmanna- felagnum, og sum eisini hevur hølir til ungdómin. Soleiðis kann ungdómurin eisini fáa innlit í arbeiðið hjá hesum báðum feløgum og harvið fáa áhuga fyri hjálpararbeiði. Hesum eig- ur kommunan at stuðla. Vit vilja arbeiða fyri systkinaavsláttri í m.a. ans- ingarstovnum, svimjihall- um og býarbussum. Øll lond hava heimleys fólk, har eru vit tíverri ikki nakað undantak. Tey sum í dag hjálpa teimum heim- leysu mugu fáa øktan stuð- ul, so tey eisini um dagin hava eitt stað at fara, og ikki skulu verða noydd at sita í busskýlum og aðrastaðni. Fáa vit umboð valt á lista D til býráðið, fara vit at arbeiða við lív og sál fyri framburði í kommununi. Gott Val Íbúðarviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu VAL04 VAL04 Vit øll skulu verða her Ein góð kommuna fyri øll Guðrun M. Hansen Javnaðarvalevni Gøtubygd skal vera staðið, har øll eru glað fyri at búgva. Vit, sum búgva í gøtu- bygd, skulu fáa børnini ansaði í barnagarði og frítíðarskúla. Skipanin virkar væl, tó har skal allatíðana arbeið- ast við at betra um umstøð- urnar, so tær verða opti- malar. Skundast skal undir bygging av bygdarhúsið við nógvum møguleikum, har rúm er fyri ítrótti og mentan. Útstykkjan av grundøkj- um í Norðragøtu, Syðru- gøtu, við Gøtugjógv og Undir Gøtueiði ( Tað skal al- tíð vera skjótt at fáa grund- stykki í Gøtu Kommunu.) Skúlin skal gerast meira nútíðarhóskandi. Skipaður flutningur av skúlabørnum í øllum flokk- um ímillum bygdirnar( so- leiðis at børn í 1, 2, og 3 flokki í øllum førum hava møguleika fyri at koyra til og frá við skúlabussinum. Helst skuldu øll havt henda møguleika Eldrasambýlið er nú gjørt og skal viðlíkahald- ast. Tey eldru skulu hava áhugavert ítriv, sum gevur teimum innihald í gerand- isdegnum. Undirhúsið á kajuni í Norðragøtu eigur at vera eitt sjálvsagt tilboð. Frítíðarvirksemi fyri ung og eldri. Fríðka um Gøtu bygd og gera vetrarfriðingina lidna. Kanska miðja ímóti at vinna heitið reinasta bygd í Føroyum. Fríðka um fram við ánni, við vøllin og allanvegin inn í dalin. Eisini í hinum bygdunum. Hampa um og gera um- støðurnar betri á Syðru- gøtusandi, nú so stór og frálík tiltøk eru har. Gøta er ein vinnulívs- bygd burturav, og tí skal vinnan hava bestu møgu- leikar at virka. Hetta krevur góð havnaviðurskifti og rúmligt ídnaðarøki. Nútíðin krevur samstarv tvørtur um kommunumark. Hetta er galdandi fyri und- irvísing, sløkkjulið, eldra- økið og serøkini t.d. ítriv. VAL04 Hans Albert Hansen, Hoyvík Valevni sambandsfloksins www.hansalbert.com Við sama eldhuga sum tørvurin á barnaansingini varð nøktaður, skal tørv- urin á eldraøkinum nøktast. Eldraøkið, sum í dag er ein landsuppgáva er ein eftir- bátur í allar mátar, tí má kommunan sjálv taka um endan og fáa bíðilistan til ellis- og røktarheimini nið- ur eins og eldraíbúðir eiga at verða bygdar. Árligi blokkniðurskurðurin upp á 366 milliónir er ivaleyst ein orsøk til, at landsins mynd- ugleikar ikki hava gjørt nógv burtur úr eldraøkin- um. At allir politikkarar nú vilja loysa trupulleikarnar á eldraøkinum er at fegnast um, men Sambandflokkur- in saman við sitandi sam- gonga er ivaleyst einasti garantur fyri, at trupul- leikin á eldraøkinum skjótt verður loystur, eins og barnaansingin varð mest sum loyst eftir bert 4 árum. Eg vil arbeiða fyri at nøkt- andi tal av eldraíbúðum og ellis- og røktarheimum verður bygt sum skjótast. Nú eiga tey eldru tørn VAL04 VIÐMERKINGAR Marin Katrina Frýdal Valevni fyri Tjóðveldis- floksins til Tórshavnar Kommunu Tórshavnar býráð eigur at leggja doyðin á at fáa lands- stýrið at fremja ætlanina um ein góðan og frameftirlít- andi miðnámsskúladepil í Marknagili. Og latið økið í Hoydølum fáa frið fyri fleiri stovnsútbyggingum. Málið um at byggja nýggjan miðnámsskúladep- il í Marknagili, ella at pjøssa uppá verandi stud- entaskúla í Hoydølum, er komið á dagsskránna í síðstuni. Hóast skúlabygg- ingin fyrst og fremst er eitt landspolitiskt mál, er málið avgjørt eisini kommunal- politiskt. Tórshavnar kommuna skal m.a. veita byggiloyvi til ein skúladepil, ella til eina útbygging av verandi skúlum. Sostatt skal verk- ætlanin hóska til býráðsins útbyggingarætlanir. Har- umframt er ætlanin eisini sera viðkomandi fyri Tórs- havnar kommunu, tá tað snýr seg um framtíðar menningarætlanir fyri útbúgvingarmøguleikum til ungdómin í høvuðsstaðar kommununi. Undanfarna landsstýri læt upp í hendurnar á ein- um breitt samansettum ar- beiðsbólki at koma við einum tilmæli um, hvønn leist ein átti at velja í hesum máli. Leiðslurnar á Tekn- iska Skúla, Handilsskúl- anum og Studentaskúlan- um, saman við umboðum fyri landsstýrið, mannaðu arbeiðsbólkin. Leggið til merkis, at ar- beiðsbólkurin var einmælt samdur í sínum tilmæli um, at tann besta og mest fram- eftirlítandi loysnin var ein felags skúladepil í Markna- gili. Hvussu ofta uppliva vit ikki júst tað øvuta, at flest allar samskipanarætlanir miseydnast, tí hvør dregur sína línu. Ætlanin um ein stóran, vælskipaðan og fjøltáttaðan miðnámsskúla- depil í Marknagili, er eisini í samsvar við býarætlanina fyri økið. Tórshavnar kommuna skal vera virkin í leiklutn- um at skapa góðar skúla- og útbúgvingar umstøður. Ein livandi høvuðsstaður skal hava góð útbúgvingar- tilboð. Her skulu tey ungu kenna seg væl, møtast tvør- námsligt, úr øllum land- inum og hava eitt avbjóð- andi skúlaumhvørvi. Hoyvík er vaksin nógv tey seinastu árini, og sagt verður, at hon skjótt verður næst størsti býur í land- inum. Tí hevur tað alstóran týdning fyri okkum, sum búgva í Hoyvík, bæði í teimum gomlu býlingunum og í teimum nýggju uppí í Hoyvíkshaganum, at tað eisini eru frílendi her. Veðurgóða økið av Boða- nesi, gjøgnum Hoydalar og niðan á Ternurygg, er ein perla í býnum, og verður ógvuliga nógv nýtt av bæði ungum og eldri fólki. Tí skal kommunan, sum er byggimyndugleiki, forða fyri, at meira verður etið upp av økinum til útbygg- ing av stovnsbygningum, vegum v.m., soleiðis at frílendið verður oyðilagt. At pjøssa uppá gamalt er sjáldan nøkur varandi loysn, og tað førir ofta til nýggjar trupulleikar. Vit hava áður sæð slíkt lepaverk, eitt nú niðri í Vørðsluni, har Sjón- varpið hevur fingið loyvi fleiri ferðir til sínar dýru útbyggingar, uttan tó at náa nakrari fullgóðari loysn. Úrslitið er m.a., at eitt hugnaligt bústaðarøki er illa skammfílað. Tey ungu eru okkara framtíð, og teimum dáma at vera saman í hópi. Somu- leiðs hava tey tørv á nógv- um ymiskum útbúgvingar- møguleikum. Tí skulu tey hava teir bestu, mest fjøl- táttaðu, karmar at útbúgva seg undir. Ætlanin við ein- um skúladepli er góð, og hon borgar fyri besta hátt- inum at fáa ungdóminum atgongd til allar teir nýggj- astu hentleikar og sam- skiftismøguleikar, ið heim- urin uttanum okkum hevur at bjóða. Vóni ikki, at tað er snævurskygni og nalva- skoðan hjá ávísum stud- entaskúlalærarum við bondum til javnaðarflokk- in, ið er orsøkin til, at flokkurin hevur í hyggju at ganga ímóti verkætlanini. Nei, latið okkum sum skjótast seta skjøtul á ætl- anina um ein miðnáms- skúladepil í Marknagili, og latið so kommununa sleppa at hjúkla um frílendisperl- una í Hoydølum. Miðnámsskúlanæmingar í Tórshavnar kommunu mugu eisini taka ábyrgd fyri at velja hin rætta skúlapolitikkin VAL04 Høgni Waag Høgnesen Form Landstýrismaðurin í fíggjar- málum, hevur ætlanir um, at broyta fiskimannafrádráttin frá 15% upp til 500.000 til 14% av 470 000 kr. Hjá okkum ið vóru við, at fáa hesa skipan, setta í verk her á landið, eins og fyri limir okkara í vinnu uttanland,s er hettar, at missa vunnin rættindi. Undanfarni Landsstýris- maður í fíggjarmálum, gjørdi fleiri royndir at broyta skipanina, og fekk broytt upphæddina til 500,000 kr. Eisini komu vit at vera líknaðir, saman við hand- verkarum í vinnu uttan- lands, har skipanin var at hesir fingu 300.00 kr. pr. dag frádrátti. Og er skip- anin skrúða samansoleiðis , 50% uppihald, 25% ferð- ing, 5% tryggjing o.a. Men rindar reiðarin ein ferðaseðil missur sjómað- urin rættin til nýslu av hesum,hóast fleiri royndir vildi Landstýrismaðurin ikki broyta hesa skipan, men dróg enn eitt kort úr ermuni. At lækka frádráttin til 100,00 kr pr dag. Ein fiskimaður í t.d siglur í Norra, rindar 7,8% fyrri sosialar veitingar,ið eru munandi betri enn her á landið, hettar kann ikki dragast frá í sjálvuppgáv- uni, er inntøkan 470.000 er hettar 36.600 kr., harnæst pensjón umleið sama 36,600 kr , ferðaútreislur ca 60. 000 kr ella tilsamans. 133, 200 kr fyri at arbeiða uttanlands tá skattur er farin av, sæst hvussu ræð- andi inntøkan er netto. Okkara ynski var at fara til gomlu skipanina, at leggja ferðaútreiðslur við tá, upp bleiv gjørt í skatti. So nú rinda fiskimenn sínar ferðaútreislur fyri, at fara til verka uttanland,s meðan fólk her á landið, fáa koyri- pening og tingmenn fáa pening, at ferðast til til Løgtingsarbeiði, at teir kunna hava stásiligan bil, rinda tryggjing og vegskatt, av hesum peningi og avlop sigst vera. À seinasta aðalfundi hjá okkum des 2003, hettar var fyri vali, møttu á fundi hes- ir Tingmenn: Alfred Olsen, Anfinn Kallsberg, Kàri P Højgaard Hendrik Old, eins og Òli Jacobsen frà FF. Her greiddu vit teimum frá støðuni um ferðafrá- dráttin, teir vóru samdir um, at komu teir á ting vildu teir virka fyri, at gingi var til gomlu skipanina, tí teir mettu ikki at vit skuldu rinda ímillum 60, 000 kr og 100,000 kr fyri at fara til arbeiðis, men eftir EITT ÀR hava vit ikki hoyrt eitt, orð frá hesi manning, so talan var bert um valagn. Felagið hevur eisini fyrrr í ár sent t-post til Bárður Nielsen, har vit bóðu um fund um málið,men heldur ikki hann ønti okkum aftur. Okkara vón er tí, at hesir persónar meintu nakað við síni orð, í desember 2003, og kanska Bárður Nielsen, verður kunnaður av sínum samgongulimun. Ella er kósin sett, at fáa fiskimenn at flyta bústað til grannalondini, livst so spyrst. Frá FFU nú Landstýrið hevur ætlanir ,at broyta skattaskipanina fyri fiskimenn Toftir 5 nov 2004 Føroyskir Fiskimenn Uttanlands Ein keðilig villa í ann- ars góðum hugskotið Jóhan Sigurðsson Ráðið fyri ferðslutrygd hevur eitt skilagott átak ferðsluni at bata. Tað hevur sett spurningar til komm- unuvalevnini og sett úr- slitið á heimasíðuna www.ferdslutr ygd.fo <http://www.ferdslutrygd.f o/> Her er ein keðilig villa komin í hjá teimum. Har stendur at Jóhan Sigurðs- son er valevni til Sunda Kommunu. Forvirringurin kemur ivaleyst av hesi nýggju "stórkommununi". SvF greiddi eisini nú eitt kvøldi frá samanløgdu bygdunum og har vóru Ljósá og Svínáir longu komnar upp í nýggju Sunda Kommunu. Hetta argar helst onkran á Eiði og hjá okkum her suðuri, sum skulu ansa eftir, ikki at verða burtur- gloymd, men verða eins viðfarnir borgarar í komm- ununi. Ja, slíkt mistak ger tað ikki lættari, uttan at tað tó stendur um lív av hesum. Fyri góðan ordan skyld verður hervið sagt frá, at Eiðis Kommuna er ein felagskommuna og umfatar bygdirnar Svínáir, Ljósá og Eiði og at Jóin býr í Svíná- um og er valevni í Eiðis Kommunu, um onkur skuldi leita skeivt. Gott val! VAL04 Vælsignaða demo- kratiið, ið tryggaði Bush forsetaembætið Jenis av Rana Hóast miðvíst fyriskipaða mótstøðu, ikki bert í, men serliga uttanfyri USA, og enntá her heima hjá okkum, eydnaðist Bush at verða afturvaldur til enn eitt 4 ára skeið sum forseti í USA. Tó, sjálvt eftir at hann er valdur, tykjast mong, eisini her heima, at hava ilt við at góðtaka sigurin, tóat hesin byggir á fólkaræðiligu skip- anina, sum hóast brek man vera frægasta stýrisskipan, ið stendur okkum í boði. Við at standa við virði, sum hann metir verða røtt, við at tora at førða hesi fram og við ikki at skifta støðu, alt eftir hvørja hugs- an vindurin førðir við sær, vann hann sigurin. Men týdningarmest er tað, ið fólk, ið dagliga koma í Hvítu Húsini, siga frá um umhvørvið har, hvussu hetta broyttist til eitt bønar- umhvørvi, tá núverandi for- setin fluttu inn. Ikki hevur hann heldur skammast við at boða frá tí týdningi, Guðstrúgvin og bønirnar hava havt í tí embæti, hann hevur røkt farnu fýra árini. Ein trygd fyri okum, sum á ein ella annan hátt verða ávirkaði av teimum avgerð- um, sum forsetin í USA tekur. C M Y K 45 44