týsdagur 24. apríl 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
TÍÐINDI
Eitt av tí fyrsta Marna
stríddist fyri, tá hon byrjaði
sum leiðari fyri Norðoya Bú-
og Heimatænastu var at seta
ein fakligan samskipara.
- Tað er neyðugt at seta
sjúkrarøktarfrøðingar,
um
vit vildu hava fleiri sjúkra
røktarfrøðingar at søkja inn
an økið, sigur Marna.
Tað er málið hjá Norðoya
Bú- og Heimatænastu at
bjóða eina góða tænastu. Tí
leggja tvær kanningar, har
brúkarar,
avvarðandi
og
starvsfólk komu til orðanna,
lunnar undir verðandi visjón,
um nærveru, fleksibilitet, álit
og høga fakligheit í tænastu
ni. Eisini hava búfólk á bú
eindum verið við í setan av
starvsfólki, at skapa innihald
í dagligdegnum.
- Tað hevur so stóran
týdning, at brúkarin er við
í avgerðunum. Tað er ikki
vist, at starvsfólk taka somu
avgerðir sum brúkarin, sigur
Marna.
Leiðslutoymið,
ið
er
mannað
av
teimum
8
deildarleiðarunum í NBH
umframt fakliga samskipara
og ovasta leiðara, hevur eitt
forum, har tey hvønn 14. dag
møtast, bæði um kunning
hvør frá øðrum, og har tey
taka ymisk evni upp. Eisini
er skipað undirvísing fyri
øllum starvsfólkum umleið
átta ferðir árliga. Nýliga hava
tey saman við Tórshavnar
kommunu skipað fyri størri
skeiðum innan palliatión og
parkinson.
- Menningarmøguleikar
skulu vera og eru bæði
mono- og tvørfakligar. Vit
hava øll nøkur øki, har vit
duga væl, og onnur, har vit
kunnu læra hvør av øðrum.
Eg meti tvørfakligheitina
sum eina styrki, sigur Marna.
Marna
og
umboð
úr
kommununi
hava
fyri
stuttum verið í Danmark
og í Íslandi í sambandi við,
at tey hava ætlanir um at
byggja eldrabústaðir. Har sá
hon eitt nú nýggjastu væl
ferðartøknina. Hon heldur,
at tað er týdningarmikið
at fylgja við á tí økinum,
tí vælferðartøknin kemur
eisini til okkara. Hon vil, at
vit tá skulu tryggja, at tøknin
er fyri borgaran, og ikki eitt
mál í sær sjálvum.
Tá sjúkrarøktin er
best, sæst hon ikki
Í eldrarøktini er partur
av arbeiðinum lógarkrav,
meðan ein partur er, hvat
kommunan ynskir at bjóða
borgarunum. Dagtilhaldið
er ikki eitt nýtt tilboð, men
síðan
kommunan
setti
ein
sjúkrarøktarfrøðing,
ið
saman
við
einum
heilsuhjálpara,
ger
eitt
uppsøkjandi
arbeiði,
og
flutningur var skipaður,
koma umleið 20 fólk dagliga
í dagtilhaldið.
- Fyribyrgjandi arbeiði
er stórur partur av sjúkra
røktini, og tá ið sjúkrarøktin
er best, sæst hon ikki, við tað,
at tann potentielli skaðin
ikki hendir.
Eitt dømi er trýstsár,
tað síggja tey nærmast ikki
longur. Orsøkin til tað er,
at madrassurnar eru betri,
vitanin størri, og sjúkra
røktin betri.
Vælferðartøknin
hevur stóran týdning
Tað er eitt stórt ynski hjá
Marnu,
at
eldrabústaðir
verða bygdir, og at gera eina
skipan, ið eldri borgarin
kennir seg tryggan við.
Marna heldur eisini, at
vælferðartøknin hevur stór
an týdning. Tað kann tykjast
fremmant, men kann eisini
vera menning, ið viðførir
størri persónligt frælsi, so
tað hevur stóran týdning at
kanna, hvørjir møguleikarnir
eru.
Marna greiðir frá, at
hennara ynski er at virka
fyri, at fakligheitin verður
økt á eldraøkinum bæði inn
an sjúkrarøkt og onnur fak
øki.
- Um vit megna at gera
økið áhugavert fyri næm
ingar og lesandi, er vón fyri,
at tey seinni koma í starv
hjá okkum, tá ið tey eru
útbúgvin, og harvið alsamt
økja um tað fakliga støðið,
sigur Marna Ellingsgaard
Jensen at enda.