Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Grein: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Sjúkrarøktarfrøðingur; tað ætlaði Marna Ellingsgaard Jen­sen sær ikki at vera. Ella tað hevur í øllum førum ikki altíð ligið í kortunum. Hetta gjørd­ist hon púra sannførd um, tá ið hon í 9. flokki fór í starvs­venjing á einum sjúkra­húsi í Danmark. Hon skuldi hjálpa við at røkta tveir eldri menn, ið skuldu gjøgn­um ymiskar kanningar. Hetta dámdi henni ikki, og tí var tað eisini púra greitt, at hetta var ikki nakað, hon skuldi arbeiða við. Tilvildin vildi tað øðrvísi. Fimm ár seinni fór ein góð vin­kona hjá Marnu at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Tað birti upp undir áhugan hjá Marnu til at eisini at fara lesa. Harafturat ivaðist Mar­ na eisini í, um hon skuldi gerast trúboðari, og tá var tað hent at vera sjúkra­ røktar­frøðingur. Marna og foreldrini búðu tá í Danmark. Marna var bara 18 ára gomul, tá ið hon søkti inn at lesa, og á skúla­ num í Danmark hildu tey, at hon var ov ung til at læra til sjúkrarøktarfrøðing. Men tað helt mamma Marnu ikki. Hon stuðlaði henni. Hon bað hana søkja inn á sjúkra­ røktar­frøðiskúlan heima, tí familjan hevði ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya. Marna byrjaði á sjúkra­ røktar­frøðiskúlanum í 1986. - Tað havi eg verið ordiliga glað fyri, og eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur at hava lært í Føroyum. Eg kenni fleiri, sum hava lært í Danmark, og haldi man fær eina breiðari vitan her, í mun til tað meiri spesialiseraða í Dan­mark. Eisini er net­verk­ ið, ið verður bygt í útbúgv­ ingar­tíðini, at gagni seinni í arbeiðslívinum, sigur Marna Ellingsgaard. Hetta var bara byrjanin til eitt hav av royndum innan heilsuverkið. Marna hevur millum annað starvast á Klaks­víkar Sjúkrahúsi á med­i­sinskari og kirurgiskari deild, heimatænastuni og sum undirvísari. Síðani eldra­økið varð lagt út til kom­m­un­urnar, hevur hon røkt starvið sum leiðari á Norð­oyar Bú- og Heima­ tænastu. Marna er stillfør og blíd­ lig, men ongin ivi er um, at styrki, brennandi áhugi og orka dríva Marnu í arbeiði hennara. Tað skal til sum leiðari í eini tænastu, ið fevnir um Norðoya Røktar­ heim, Norð­oya Ellis- og Vist­ ar­heim, Sambýlið á Heyg­ num, Heimið við Vágna og Sam­býlið í Bøgøtu, um­framt Búða­trøð, dag­til­hald, ergo- og fysio­terapi­eind og heima­ tænastu. Besta tíðin í mínum arbeiðslívi var sum heimasjúkrasystir Marna byrjaði í Heima­ tænastuni í 1996, og treivst frá fyrsta degi. - Tað tiltalaði meg beinan­ vegin. At hjálpa fólki at liva tað lívið, tey ynsktu – í øllum førum so nógv sum gjørligt, greiðir Marna frá. Tað hevur týdning fyri Marnu, at hon kennir á sær, at hon ger mun. Tað føldi hon í starvinum sum heima­ sjúkrarøktarfrøðingur. - At hjálpa fólki heima hjá sær sjálvum, dámdi mær væl. Eg haldi, at hetta er tann besta tíðin í mínum arbeiðs­ lívi. Marna hevur saman við øðr­um sjúkra­røktar­frøð­ ing­um givið sítt íkast til, at fólk støðast væl heima hjá sær sjálvum. Ein kanning varð gjørd, ið vísti, at fólk ynskja at vera heima sum longst. Kanningin varð gjørd í sambandi við um­ legg­ingar í Norðoya Bú- og Heima­tænastu, soleiðis at tænastan hjá teimum kundi tillagast brúkarunum so neyvt sum gjørligt. Bilur var ein fortreyt í starvinum sum heima­ sjúkrarøktarfrøðingur “At fara í starvsvenjing hjá Trinu­lenu” var vanligt at siga, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir skuldu í starvsvenjing í heima­tænastuni í Klaksvík. Trinu­lena var ímyndin av heimatænastuni, ið tá nevnd­ist heimarøktin. Ein fortreyt í heima­ tænastuni tá var, at tú mátti eiga bil. Marna mátti tí út at keypa sær bil, tí hon átti ongan frammanundan. Nógv er broytt síðani tá. Í dag eru 17 bilar knýttir at Norðoya Bú- og Heimatænastu. Í báti og við tyrlu til arbeiðis Norðoya Bú- og Heima­ tænasta fevnir um Norð­ oyggj­ar, sostatt eisini Kalsoy, Fugl­oy og Svínoy. Tað er tó ikki ofta, at boð eru eftir teim­um av smáu oyggjunum. Har er ikki ein føst skipan á smáu oyggjunum, sum tað er á meginlandinum. Tá Marna arbeiddi sum heima­sjúkrarøktarfrøðingur, var hon á sjúkravitjan í Svín­oy. Hon sigldi út, og fór heimaftur við tyrluni. Marna minnist væl, hvussu blíð, tey vóru, tá tey fóru út á smærru oyggjarnar. Tá var heldur ikki neyðugt at hava mat­pakka við, sigur Marna smíl­andi. Vanliga gongdin er, at tá tørv­ur tekur seg upp, koma fólk til Klaksvíkar. Kravið er hægri í dag Síðan Trinulena fyri 30 árð­ um síðan ar­beiddi einsa­møll sum heima­sjúkra­tøktar­frøð­ ing­ur, eru normeringarnar í heimatænastuni nógv broytt­ar. Seinastu 10-15 árini er talið av starvsfólkum ikki økt sum so, men sjálvar upp­ gávur­nar hjá sjúkra­røktar­ frøð­ingum og øllum starvs­ fólkum eru nógv broyttar. At gera reint, binda ella bert sita og práta saman við teim eldru, er ikki tíð til í dag. Tað er ikki uppgávan hjá heimatænastuni longur. Tað var fyrr óhugsandi, at sjúkra­røktarfrøðingarnir góvu intravenøst, sum merk­ ir at geva heilivág ella vætu beint í æðrarnar. Soleiðis er tað ikki í dag, har sjúklingar verða útskrivaðir - ofta til víðari viðgerð í heiminum. Í dag er arbeiðið hjá sjúkra­røktarfrøðingum meira individuelt og fakliga krevj­andi. Men tað er betri fyri sjúklingin. Eitt annað, sum sær út til at broytast, er, at fleiri nú ynskja at sleppa at doyggja heima. Tað krevst serlig sjúkra­røkt og nógv tíð at verða um doyggjandi og tey av­varðandi. Aftur í skúla Marna var mangan veg­ leiðari hjá lesandi, tá ið tey vóru í starvsvenjing í heimatænastuni. Henni dámdi so mikið væl, at hon eftir áheitan fór at undir­vísa á sjúkra­røktar­frøði­skúla­ num, og fór í 2009 í holt við master­útbúgvingina í út­ búgv­ing og læring. Marna hevur ofta verið spurd um, hví hon áhaldandi tímir at útbúgva seg. - Tað er eisini krevjandi, men spennandi og neyðugt, tí eg vil hava høga fakligheit, sigur Marna Ellingsgaard. At gerast leiðari var ikki nakað, Marna hevði ímynd­að sær var nakað fyri hana. Tættu relatiónina til menniskju, dámdi henni best. Hon var tá farin aftur til Klaksvíkar í starvið sum leiðari á Sambýlinum á Heygnum. Henni dámdi arbeið­ið so væl, at hon fór víðari undir eina leiðara­út­ búgv­ing. - Leiðsla vísti seg at vera ordi­liga spennandi, tað at verða við til at skapa karmar, sigur Marna. Stríddist fyri at fáa fakligan samskipara TÁ IÐ SJÚKRARØKTIN ER BEST, SÆST HON IKKI Um eg hevði fimm lív, hevði eg verið sjúkrarøktarfrøðingur í øllum. Tað sigur Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu