týsdagur 24. apríl 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Fyri fýra árum síðan flutti
ein bólkur av mús inni
í
royndarstovurnar
hjá
Kræftens Bekæmpelse, og
tað var ein bólkur av gransk
arum úr Italiu við høvuðs
persóninum,
Giuseppe
Filomeni, sum stóð á odda
fyri granskingini á royndar
stovuni.
Í fýra ár høvdu gransk
ararnir
kannað
ensymið
GSNOR og tess leiklut í
menningini av krabbameini,
og her vóru mýsnar av
gerðandi neyðugar.
Mýsnar í granskingar
verkætlanini vóru nevniliga
arvafrøðiliga
“broyttar”,
soleiðis at tær manglaðu
ensymið GSNOR, og hetta
varð gjørt fyri, at granskar
arnir kundu finna út av, hvat
hetta merkti fyri menningina
av mýsnum og teirra heilsu.
- Her funnu vit út av,
at sjálvt ungar mýs, sum
manglaðu GSNOR, høvdu
eina røð av likamligum brek
um og lýtum, sum annars
vera sett í samband við
gamlar mýs.
Giuseppe Filomeni vísir
á, at mýsnar í royndar
stovunum eitt nú høvdu
viknaða vøddastyrki, ser
stakar kemiskar broytingar
í heilanum, knýttar at de
mens, nervalíðingar, sum eru
vanligar millum eldri djór,
veikari immunverju og vóru
í størri vanda fyri at menna
krabbamein.
Fylgjandi árini brúktu
granskarar
til
at
kanna
virknaðin av ensyminum
GSNOR nærri, eitt nú við
royndum við kyknum á
royndarstovuni.
Her sóu granskararnir,
at so hvørt, sum kyknurnar
eldust,
minkaði
eisini
mongdin av GSNOR.
Granskarar
sóu
eisini,
at tá ílegurnar í kyknunum
vórðu broyttar, soleiðis at
mongdin av GSNOR var
størri, gekk eldingin ikki líka
skjótt.
Royndir
vórðu
eisini
gjørdar við vevnaði úr einari
røð av vanligum djórum í
ymiskum aldri, og eisini her
vísti tað seg, at mongdin av
GSNOR minkaði við aldri
num.
Ábendingar vóru tískil
um, at ensymið GSNOR stig
víst minkar við aldrinum og
soleiðis setir síni spor í aldur
dóminum.
Niðurstøður
kunngjørdar
Niðurstøðurnar av hesum
granskingararbeiði,
sum
hevur tikið fleiri ár, vórðu
herfyri almannakunngjørd
ar í viðurkenda og vísunda
liga tíðarritinum, PNAS.
Umframt nýggju vitan
ina, sum setir ensymið
GSNOR
í
samband
við
elding og øktan vanda fyri
sjúkum, greiða granskarar
eisini fyri fyrstu ferð frá
um mýlsku mekanismuna,
sum
liggur
aftan
fyri
broytingarnar í ensyminum
GSNOR.
Aftrat royndunum við
mús og kyknum kannaðu
granskararnir saman við al
tjóða starvsfeløgum eisini
mongdina av GSNOR millum
frísk fólk í ymiskum aldri. Í
bólkinum vóru ung, eldri og
so eisini fólk, sum vóru 100
ár og eldri.
Eisini her var munur á
mongdunum av GSNOR.
Tey ungu høvdu eitt høgt
støði av ensymum, og tey
eldru høvdu eitt lægri støði.
Tey, sum vóru yvir 100 ára
gomul, høvdu støði, ið vóru
líka so høg, sum millum tey
ungu.
- Vit kunnu ikki gera
nakra endaliga niðurstøðu
út frá hesum úrslitum. Men,
úrslitini stuðla undir okk
ara royndir við mús og kyk
num, nevniliga at nøgdin av
GSNOR er knýtt at einari
“prosess”, sum gevur seg til
kennar í ymiskum aldri.
Alt bendir tískil á, at en
symið GSNOR spælir ein
virknan leiklut í at halda
kyknurnar ungar og frískar
Tendra og sløkkja
Nýggja granskingin vísir, at
broytingarnar í mongdini
av GSNOR er eitt úrslit av
sonevndum “epigenetiskum”
broytingum.
- Hetta er ein náttúrlig
gongd, har virknaðurin av
okkara ílegum broytist við,
at kemiskir bólkar antin
koma aftrat - ella fara
burturav. Um bólkarnir eru
við ella ikki, hevur týdning
fyri, um ílegurnar eru aktivar
ella “sløktar”, og talan er um
eina røð av epigenetiskum
broytingum, sum elva til eina
broytta mongd av GSNOR.
- Vit vita frá øðrum
granskingum,
at
okkara
ílegur broytast við aldrinum,
og nú vita vit eisini, at ein av
hættunum, har epigenitikkur
er koplaður til elding, er við
ensyminum GSNOR, sigur
Giuseppe Filomeni.
TÍ ELDAST KYKNURNAR
VIÐ ÁRUNUM
Samstundis, sum vit gerast eldri, viknar likamið og vandin fyri krabbameini og øðrum sjúkum
veksur. Nú eru ganskarar komnir eitt fet nærri einari frágreiðing um, hví kyknurnar eldast
Nýggj gransking vísir, at
so hvørt, sum kyknurnar
eldast, minkar mongdin
av GSNOR. Tá íløgurnar
í kyknunum verða
broyttar, soleiðis at
mongdin av GSNOR
verður størri, gongur
eldingin ikki líka skjótt
Italiumaðurin, Giuseppe Filomeni, hevur
staðið á odda fyri umrøddu gransking