týsdagur 24. apríl 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Í Vági ganga tey á odda á fleiri
økjum. Ítróttarskúlin og Pálshøll
eru
tekin
um
tað.
Seinasta
meistaraverkið er Marghøllin, sum
er fyrsti innandurafótbóltsvøllurin
í Føroyum. Helst munnu umstøður
nar og karmarnir verða betri aðra
staðni, men millum annað innan
hýsis stríð og vantandi vilji og
visiónir hava køvt allar ætlanir,
um at fáa nakra fótbóltshøll upp
at standa.
Í Vági hava tey nú fingið ein
fótbóltshøll, sum fleiri feløg í landi
num hava fingið ágóðan av. Feløg
sum NSÍ, HB og B36 hava verið í
Vági á venjingarlegu í uppstarti
num og hava latið væl at.
FM í Marghøllini
Í nógv ár var fastur táttur, at eftir
kappingarárið í fótbólti var liðugt,
varð skipað fyri FM í innandura í
Vágs Høll. Hetta var gjøgnum nógv
ár eitt stórt tiltak, har hundraðtals
kvinnur og menn samlaðust í
Suðuroynni í eitt vikuskifti til fót
bólt og hugna, eftir eitt langt og
strævið kappingarár.
Eftir ein steðg í nógv ár, verður
aftur skipað fyri FM í innandura
fótbólti í Vági – hesa ferð á graslíki.
Vikuskiftið 9. til 11. november 2018
verður Marghøllin í Vági karmur
um stórt tiltak, har landsins bestu
spælarar hjá kvinnum og monnum
aftur fáa møguleikan at samlast.
Kapping og gallaveitsla
Kappingin byrjar fríggjadagin 9.
novembur seinnapartin, og heldur
fram til út á kvøldið. Leygarmorgun
verður hildið fram, og koyrir kapp
ingin til út á seinnapartin.
Leygarkvøldið, eftir at kapp
ingin er liðug, verður stór galla
veitsla, har bestu spælarar og mál
menn verða valdir. Heiðurslønir
verða eisini til toppskjúttar og
besta málið verður valt.
Á veitsluni verða kosnir ársins
spælarar, ársins stjørnuskot, ár
sins málmaður, toppskjúttar í
Betri deildini, og ársins venjari hjá
bæði kvinnum og monnum, og ár
sins dómari. Dómarir úr føroysku
landskappingini, døma kappingina
í Marghøllini.
Kappingin er ætla øllum fót
bóltsfeløgum hjá monnum og
kvinnum – og eru tað umboð fyri
bestu lið felagsins, ið luttaka. Spælt
verður á hálvum vølli. Tað verða
átta spælarar og tveir útskiftarar á
hvørjum liði. Hvørt felag kann hava
fleiri lið til kappingina. Hvør dystur
verður tvær ferðir tíggju minuttir.
trondur@sosialurin.fo
Aftur á gamlar gøtur:
Hópurin:
FM Í INNANDURA
FÓTBÓLTI Í VÁGI
– NÚ Á GRASLÍKI
Júst sum í gomlum døgum,
verður nú skipað fyri
øðrvísi FM kapping í Vági
eftir kappingarlok. Fyrr var
kappingini í ítróttarhøllini.
Nú verður hon í Marghøllini
U15-landsliðið við dreingjum úttikið
Týsdagin 8. mai fer føroyska U15-
landsliðið við dreingjum til kapp
ing í Esbjerg í Danmark. Talan
er um Esbjerg Elite Cup, har lið
úr Danmark og fleiri av hinum
norðanlondunum luttaka.
Sjálv kappingin verður spæld
í døgunum 9. til 12. mai, og hesar
dagarnar skal føroyska liðið spæla
seks dystir. Mótstøðuliðini vera
Vejle BK, B93, Ready IF, AHIF og
Kvarnby IF, og síðani verður endað
við plaseringsdysti.
Øssur Hansen er venjari hjá
U15-dreingjunum, og hann hevur
úttikið 18 spælararnar til Esbjerg
Elite Cup 2018.
Fayo Kruse, EB/Streymur
Demetri D. Areta, EB/Streymur
Rógvi Eyðbjørnsson, KÍ
Sigurd Rasmussen, B36
Jakup N. Vilhelm, KÍ
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Heini S. Sørensen, HB
Jákup A. Thomsen, Víkingur
Rani W. Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Ejvind R. Mouritsen, HB
Hans Jacob Arngrímsson, Víkingur
Alexandur Holm, TB/FCS/Royn
Elias Isaksen, Víkingur
Hjarnar J. Johansen, B68
Tóki á Lógv, KÍ
Jonatan Kjærbo, B71
Jóhan Højbro, ÍF