Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-24, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2018síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47 Tróndur Arge Mikukdagin rullar steypa­fót­bólt­ urin aftur. Hesa ferð eru runa­vík­ ingar verandi steypa­vinn­arar, eftir at KÍ vann steypa­kapp­ingina í 2016. Í fjør hevði 1. umfar í steypa­kapp­ ingini rættiliga greiðar favorittar í flestu av dystunum. Soleiðis er eisini í ár, har bara tríggjar av uppgerðunum eru millum lið í besti og næstbestu deildini. B68 – HB Klokkan 15.00 (Aron S. Vest) Ein av heilt stóru favorittunum er HB, sum hevur fingið eina væl betri byrjan upp á kappingarárið, enn tey flestu mundu hava væntað. Havnar­menn eru á vitjan á Toftum, har B68 tekur ímóti. Toftamenn eru annað árið á rað í næstbestu deild­ ini, men tað stendur væl til við roynd­um, um allir mans eru tøkir. Menn sum Jann Ingi Petersen, Jón­leif Højgaard, Óli H. Olsen, Jóhan Dávur Højgaard hava spælt nógvar dystir í bestu deildini, meðan Niklas Fríðrikur Joensen og málverjin Petur Meinhard Magnus­ sen eru komnir aftur til felagið. Spurningurin er nú hvussu leingi teir klára at halda HB frá málinum. Longri teir klára tað, meiri spennandi blívur tað. Suðringar – KÍ Klokkan 15.00 (Dagfinn Forná) Ein av uppgerðunum, har talan eru tvey lið úr Betri deildini hjá monnum, verður í Trongisvági, har klaksvíkingar eru á vitjan. KÍ er oddalið í bestu deildini við seks sigrum og einum javnleiki, meðan Suðringar hava trý stig og eru undir niðurflytingarstrikuni. Tað ger KÍ til favoritt til hendan dystin, hóast tað er langt at ferðast suður. Liðini spældu við Stórá 2. apríl. Tá vann KÍ 1-0 við máli, sum Deni Pavlovic skoraði. Taka vit útgangsstøði í tí dystinum, so verður talan ikki stóra slagsíðu, men í løtuni tykist KÍ hava takið. B71 – Giza Hoyvík Klokkan 15.00 (Bent Tommy Linklett) Í Dalinum á Sandi spæla 1. deildar­feløgini B71 og Giza Hoyvík. Bæði feløgini stríðast við at finna fóta­festið í 1.deild. B71 hevur fing­ ið eina góða byrjan upp á kap­p­ ingarárið í 1.deild, har liðið hevur vunn­ið tríggjar dystir, eftir at liðið flutti upp í fjør. Millum lyklaspælararnar er 27 ára gamli Tijani Mohammed, sum hevur skot­ ið seks mál higartil í ár. Fyri Giza Hoyvík gjørdi tað mun, at Ahmed Keita var aftur á vøllinum í landskappingardystinum móti Vík­ingi. Har vunnu hoyvíkingar fyrsta dystin í ár. Liðini spældu eisi­ni í 1. umfari í landskappingini í 1.deild. Tá vann B71 í Hoyvík. ÍF – B36 Klokkan 16.00 (Rani Skaalum) B36 er favorittur at vinna í Fuglafirði, men her kann liggja størri spenningur í, enn munurin á liðnum. ÍF hevur eitt sterkt lið á pappírinum, har talan er um nógv­ ar hundrað, fyri ikki at siga túsund dyst­ir, í bestu deildini. Spælarar sum Andy Olsen, Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lamba­ num, Bogi Reinert Petersen, Dion Splidt, Gunnar Christiansen, Hanus Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Frank Poulsen og Dánjal Pauli Højggard hava allir drúgvar royndir úr bestu deildini. Hinvegin hevur B36 rímiliga nógv­ar trupulleikar við skaðum. Eitt nú er miðvøllurin ikki at ken­na aftur, eftir Magnus Holm Jacob­sen og Hugin Samuelsen hava spælt har seinastu dystirnar. Hinvegin, so hevur B36 seinastu umførini prógvað, at teir hava tað evn­i­ni at vinna á veikari mótstøðu. B36 hevur vunnið á Suðringum, 07 Vestur og AB seinastu tríggjar dystirnar. Undrið – EB/Streymur Klokkan 16.00 (Rúni Olsen) Undrið hevur vunnið allar dystir­nar higartil í ár, men tað er ivasamt hvussu nógv tað telur, tá teir taka móti EB/Streymi. Tað eru tvær deildir á muni og sunda­ lags­menn eru væl saman­spældir. Hóast Undrið tykist hava beina kós í næstbestu deildina, so er langt upp til EB/Streym, sum í ár hev­ur fingið stig móti bæði NSÍ og Vík­ ingi, umframt at vunnið á B36. Helst verður talan ikki um stór­tap, tí fleiri av spælarunum á liðnum hjá Undrinum hava roynt seg í eitt nú 1.deild, men sunda­lags­ menn eru greiðir favorittar. NSÍ – AB Klokkan 17.00 (Rúni Gaardbo) Sum stigatalvan sær út, so er runavíkingar favorittar, men steypa­fót­bóltur millum hesi bæði liðini kann eisini borga fyri undir­ haldi. Í 2015 møttust liðini í fjórð­ ings­finaluni, sum endaði við brots­ sparkskapping. Tað stóð á jøvnum 0-0 eftir van­liga leiktíð. Í longduleikíðini komu fýra mál. Tvey í part. Eitt av teimum skoraði málverjin hjá AB, Heðin Stenberg, tá hann kom fram­ við. NSÍ er eisini favorittur í dag, men helst verður munurin ikki so stórur. Argjamenn hava argað bæði B36 og Víking seinastu umførini, men breiddin á liðnum hjá NSÍ er væl størri. Tað kann eisini gera munin. Skála – 07 Vestur Klokkan 18.00 (Kári á Høvdanum) Seinasta dysturin í 1. umfari verð­ur á Skála, har 07 Vestur er á vitjan. Tað er Pauli Poulsen, sum er á vitjan hjá Skála, sum hann vandi í trý og eitt hálvt ár, áðrenn hann í vet­ur skifti til 07 Vestur. Skála er omaná á stigatalvuni, har 07 Vestur hevur tað torført. Í løtuni sær einki út har vesturi, men kanska ein steypadystur kann loysa upp fyri tí. Á Skála hyggja tey uppeftir og steypakappingin er einasti møgu­ leik­in fyri at fáa pláss í Evropa. 1. umfar í steypakappingini: Í dag verður 1. umfar í steypakappingini hjá monnum. Í flestu av dystunum er talan um greiðar favorittar, meðan spenningur er í onkrum av dystunum 1955 – HB 1956 – TB 1957 – HB 1958 – TB 1959 – HB 1960 – TB 1961 – TB 1962 – HB 1963 – HB 1964 – HB 1965 – B36 1966 – KÍ 1967 – KÍ 1968 – HB 1969 – HB 1970 – 1971 – HB 1972 – HB 1973 – HB 1974 – VB 1975 – HB 1976 – HB 1977 – TB 1978 – HB 1979 – HB 1980 – HB 1981 – HB 1982 – HB 1983 – GÍ 1984 – HB 1985 – GÍ 1986 – NSÍ 1987 – HB 1988 – HB 1989 – HB 1990 – KÍ 1991 – B36 1992 – HB 1993 – B71 1994 – KÍ 1995 – HB 1996 – GÍ 1997 – GÍ 1998 – HB 1999 – KÍ 2000 – GÍ 2001 – B36 2002 – NSÍ 2003 – B36 2004 – HB 2005 – GÍ 2006 – B36 2007 – EB/Streymur 2008 – EB/Streymur 2009 – Víkingur 2010 – EB/Streymur 2011 – EB/Streymur 2012 – Víkingur 2013 – Víkingur 2014 – Víkingur 2015 – Víkingur 2016 – KÍ 2017 – NSÍ 26 – HB 6 – GÍ 6 – KÍ 5 – TB 5 – B36 5 – Víkingur 4 – EB/Streymur 3 – NSÍ 1 – VB 1 – B71 Steypavinnarar (1955 – 2017) Samlaðir steypasigrar: GREIÐIR FAVORITTAR Í FLESTU FØRUM