týsdagur 24. apríl 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
HER ERU
ØLL TEY
BESTU
Á Galla-veitslu sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri um
vikuskiftið fingu bestu spælararnir henda heiðurspláti fra
Magnusi Tausen, formanni í Flogbóltssambandinum
Tróndur Arge
Hjá kvinnunum vann Fleyr seks av sjey
heiðrunum, meðan tað var meira javnt
býtt hjá monnunum millum ymisku
feløgini. Venjararnir og liðskiparar á
einstøku liðunum í meistaradeildini
hava seinastu vikuna stemmað um
bestu spælararnir.
Størsta heiðurin fingu Anna Sonna
dóttir Danielsen úr Fleyr, og Thorvald
Danielsen úr Mjølni. Tey eru kosin til
ársins spælarar í flogbólti 2017/18.
Vegna Jan Hentze tók Rói Hentze
móti plátuni, vegna Bogan Ilic tók
Andreas Reinert Zachau ímóti, og vegna
Bjarna Larsen tók Meinhard L. Mohr
ímóti.
Hjá kvinnum vann Fleyr FM, meðan
ÍF fór avstað við meistaraheitinum hjá
monnum.
Ársins spælari hjá kvinnum:
Anja S. Danielsen, Fleyr
Ársins stjørnuskot:
Hanna Iansdóttir
Biskopstø, Fleyr
Ársins áleypari:
Anja S. Danielsen, Fleyr
Ársins hevari:
Hanna Iansdóttir
Biskopstø, Fleyr
Ársins verjuspælari:
Barbara Herdalur
Poulsen, Dráttur
Ársins blokkleikari:
Súsanna
Sólrunardóttir
Ludvig, Fleyr
Ársins venjari:
Kristian Mikkelsen,
Fleyr