týsdagur 24. apríl 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Nú tiltakið í
Sandoynni er liðugt,
kunnu vit staðfesta,
at barnadansistevnan
eydnaðist sera væl,
og fyriskiping og
blíðskapur vóru
framúr, sigur Anna
Jóanesardóttir í
Tøkum Lætt
Vilmund Jacobsen
Leygardagin var stór barnadansi
stevna í Sandoynni, og tað merkir,
at stívliga 300 børn, foreldur, omm
ur og abbar úr øllum Føroyum vóru
í Sandoynni og dansaðu, vóru út
ferðir og ótu.
At so nógv fólk skuldu í Sand
oynna í ein dag, umframt, tey sum
um vikuskiftið ferðast í og úr oynni,
legði strandfaraskipið Teistan, sum
røkir farleiðina, undir stórt trýst.
Men, tey á strandferðsluni vóru
ógvuliga lagalig, og Teistin sigldi
leygardagin eftir fríggjadags-ferða
ætlan við onkrum tillagingum.
Onkur av luttakarunum á barna
dansistevnuni komu í Sandoynna
longu fríggjadagin og gistu í oynni
til dagin eftir, tá tey stundisliga
morgunin eftir fóru til Skopunar,
fyrst til morgunmat og síðan at
dansa.
Umleið 170 børn, foreldur, omm
ur og abbar komu í Sandoynna á
fyrsta túri leygarmorgunin, og hesi
vóru í Skopun longu um 08-tíðina,
tá borðreitt varð við morgunmati í
Samljóði.
Dansurin byrjaði klokkan 9, og
klokkan 9.45 varð barnadansistevn
an sett í Skopun, samstundis sum
restin av luttakarunum tá komu til
Skopunar við Teistanum.
Útferðir og døgurði
Sum partur av barnadansistevnuni
varð eisini skipað fyri trimum út
ferðum, og hesar byrjaðu leygar
morgunin klokkan 10.
Ein útferð var til Gívrinarspor
at hoyra um gívrina, ein í Todnes
at hoyra um Kálv Lítla, og so varð
eisini høvi at vitja fjósið í Uttastovu
í Trøðum.
Við tað, at talið av luttakarum
á barnadansistevnuni var so stórt,
vórðu luttakararnir líka sum býttir
upp í tvey.
Tey, sum byrjaðu í Skopun
stundisliga klokkan 08, ótu døgurða
eftir útferðirnar klokkan 11 í Virkin
um á Sandi.
Tá hesi høvdu etið døgurða, varð
á middegi koyrt suður til Dals at
dansa, og har fingu fólk eisini bæði
køkur, kaffi og saft.
Væl fyriskipað
Anna Jóanesardóttir, sum byrjaði
at dansa í Sjónleikarhúsinum í
Havn longu sum barn og sum hevur
stóran áhuga fyri føroyskum dansi,
var saman við øðrum í Tøkum Lætt
eisini við, nú barnadansistevnan
var í Sandoynni.
- Hetta er tíggjunda barna
dansistevnan, sum verið hevur, og
eg havi verið við á teimum níggju.
Hetta er altíð ein sera hugnaligur
dagur, har børn, foreldur, ommur
og abbar hugna sær saman. Nú
tiltakið í Sandoynni er liðugt, mugu
vit siga, at hetta eydnaðist sera væl,
og fyriskiping og blíðskapur vóru
framúr.
Anna Jóanesardóttir sigur, at
tað riggaði óføra væl, at tiltakið í
Sandoynni varð deilt sundur, so
leiðis at ikki øll vóru á sama staði í
senn alla tíðina.
- Børnum dámar væl, at tíðin á
BARNADANSISTEVN
EYDNAÐIST FRAMÚ
Ein av útferðunum var ein vitjan á Uttastovugarðinum