Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-24, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47 sama staði ikki verður ov long, og teim­um dámar væl umhvørvis­ skifti. Tí riggaði tað eisini væl, at vit fyrst dansaðu í Skopun, vóru út­ferð, ótu í Virkinum og síðan koyrdu til Dals, har vit hildu fram at dansa. Hon sigur, at høvi var hjá børn­ um í løtum at spæla, og soleiðis vóru eisini nógv børn eitt nú á sparki­vøll­inum í Dali. - Vit, sum umboðaðu Tøkum Lætt í Sandoynni leygardagin, vóru eini 40 í tali, og ein partur av okk­um vitjaðu Uttastovugarðin, sum var sera áhugavert, sigur Anna Jóanes­ ar­dóttir. Søgur til kvæði Í Tøkum Lætt dansa børn og ung einaferð um vikuna í vetrarhálvuni, og hetta er heilt niður í umleið fýra ára aldur. - Vit plaga at siga onkra søgu fyri smærru børnunum, tey fáa okk­urt at drekka, og so dansa vit. Vanliga verður byrjað beint eftir heyst­frí­ tíð­ina, og síðan verð­ur dansað fram ti føstuna, tá eing­in dansur er. Eftir føstuna verð­ur dansað nøkur kvøld aftrat, til dans­ur­in hin 1. mai fer um summ­arfrí. Anna Jóanesardóttir sigur, at tá barnadansur er í Tøkum Lætt, er vanligt at fortelja kvæðini sum søg­ur. - Eg fegnist eisini um, at vit hava fingið nøkur kvæði til børn, eitt nú tey bæði, sum Bergljót av Skarði hevur yrkt og sum eru í bókini hjá Árna Dahl. Annað byggir á søgnina um Risan og Kellingina, og hitt byggir á søgnina um Kongadóttrina í Nólsoy. Seyðatjóvavísan Søgan í gomlu føroysku lesi­bók­ini um, Tá Antinis fangaði seyða­tjóv­ arnar, sum Martin Joensen skriv­ aði, er eisini gjørd til eitt kvæði, sum guðdóttir mín, Annika Mittún, hevur yrkt. Anna Jóanesardóttir vísir á, at Seyðatjóvavísan, sum kvæðið hjá Anniku Mittún kallast og sum er 24 ørindi, er ætlað børnum at kvøða, og lagið er Harra Pætur og Elinborg. - Vit eru byrjað at venja Seyða­ tjóvavísuna, men vit kvóðu hana ikki á barnadansistevnuni í Sand­ oynni hesaferð, sigur Anna Jóanes­ ardóttir. NAN Í SANDOYNNI ÚR VÆL Her verður prátað í túninum í Dali. Fleiri kend andlit Anna Jóanesardóttir í Tøkum Lætt