týsdagur 24. apríl 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um okkara kæra pápa og verpápa,
John Anton Mikkelsen, Ánir
Føddur 24. apríl 1935 – deyður 26. august 2017
Matteusevangeliið 6:19-21
”Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har
mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og
stjala!
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har
hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki
bróta inn og stjala!
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta
títt við.”
Hetta skriftstaðið eyðkendi pápa og
hansara lívshátt. Hann brúkti ikki sína orku
at savna sær materiell virði, men at fortelja
øðrum um sína trúgv upp á Jehova Gud,
son hansara Jesus Kristus og lovaða nýggja
heimin.
Pápi vaks upp á Skála. Foreldur hansara
vóru
Hansina
Jacobina
Heinesen
úr
Norðragøtu og Absalon Berlin Mikkelsen úr
Syðrugøtu. Pápi átti 6 systkin.
Pápi segði altíð frá góðum minnum úr
sínum barnaheimi. Har hevði hann kent
seg tryggan, hóast Skálafjørðurin var nógv
merktur av krígnum við bæði góðum og illum
fleiri av hansara barnaárum.
Pápi og systkini lærdu at arbeiða á ungum
árum. Hann greiddi soleiðis frá: ”Foreldrini
góvu okkum eina góða uppaling, men vit
høvdu nógvar uppgávur at røkja, fyri at alt
skuldi mala runt. Vit máttu fara burtur í torv,
og tað var eitt arbeiði, sum fór við nógvari
tíð, og øll máttu hjálpa til. Vit noyddust
at arbeiða meira enn flest onnur børn, tí
mamma var sjúk. Vit funnu ongantíð út av,
hvat henni feilti, men sum ung genta var hon
dottin í eitt hol, tá ið hon var hjá neytum.
Tá hevði hon allarhelst fingið ein skaða. Eg
minnist, at mamma ofta las úr Bíbliuni fyri
okkum, og tað hevði eina sterka ávirkan á
meg.”
Pápi fortaldi eisini: ”Í skúlanum høvdu vit
stóra virðing fyri lærarunum, vit mestsum
óttaðust teir, tí ofta vóru teir ógvisligir og
illsintir. Hevði mamma ikki hjálpt okkum
við skúlatingunum, so hevði skúlatíðin verið
sera drúgv.”
Sum vanligt var tá, fór pápi tíðliga til
sjós. Hann sigldi nøkur ár í Íslandi. Seinni
fekk hann at vita frá pápa sínum, at ein
bakari í Havn søkti eftir lærlingi. Pápi
fekk læruplássið, og har møtti hann gentu,
Sonju Margretu Poulsdøttir Samuelsen av
Viðareiði. Hann kom at elska og deila lívið við
Sonju í 61 ár. Pápi mátti eisini læra hjá einum
bakara í Keypmannahavn, so har búðu hann
og mamma í 3 ár.
Tá ið tey fluttu til Klaksvíkar, komu tey
til eitt vegamót. Tvær blíðar konur, sum vóru
Jehova vitni, vitjaðu ofta mammu og pápa.
Tær vóru væl móttiknar, og pápa dámdi væl
tað, sum tær lærdu tey. Tað var í samsvari við
hansara fatan av Bíbliuni, og hvussu hann
helt, at kristin áttu at liva. Í 1967-69 gjørdu
pápi og mamma av at verða Jehova vitni, og
tey fingu ein týðandi leiklut í samkomuni í
Klaksvík í fleiri áratíggju.
Pápi kom ofta at kenna á sínum egna
kroppi, at tað kravdi sítt, at velja eitt øðrvísi
trúarlív enn flest onnur. Sum eitt eyðmjúkt
menniskja, ið savnaði sær skattir í himli, læt
hann ofta spott og órættvísi um seg ganga.
Vit spurdu hann einaferð, hvussu hann
orkaði tað. Hann svaraði: ”Tá ið eg bleiv eitt
Jehova vitni, gjørdi eg av, at eg vildi taka eftir
Jeremiasi profeti. Hann vitnaði í sama býi í
40 ár, og tað vildi eg eisini.” Jú, pápi vitnaði í
meira enn 45 ár í Klaksvík, áðrenn hann bleiv
sjúkur.
Spurdist so nakað burturúr? Alt bendir á,
at hann læt ríkan andaligan arv eftir seg.
Fólk róptu pápa fyri ’Jehova-bóndan’,
tí eingin ivaðist í, hvat hann stóð fyri. Og
samkoman hjá Jehova vitnum í Klaksvík
trívist framvegis.
Eftir pápa sita kona hansara, mamma
okkara Sonja, vit 4 børn og 10 abbabørn,
og øll eru Jehova vitni. Pápi fekk eisini 13
langabbabørn. Pápi kendi seg signaðan, og
endurgav ofta orðini í 3. Jóhannesarbrævi,
vers 4: ”Størri gleði havi eg ikki enn tað, at eg
hoyri, at børn míni liva í sannleikanum.”
Jú, pápi savnaði sær skattir í himli.
Pápi var sera góður við familjuna á
Skála, og hann gloymdi tey ongantíð. Tey
vístu honum stóran kærleika og umsorgan
øll árini, hann var sjúkur, og eru vit øll í
nærmastu familjuni teimum sera takksom
fyri hetta.
Absalom, Herdis, Páll og Birgir við familju
MINNINGARORÐ
Gudloysi – og hvat so?
Maria Jacobsen
Nú hava vit hoyrt so nógv um gudstrúgv og
gudloysi í sjónvarpinum í seinastuni. Tað
sum slerdi meg, meðan eg sat og lurtaði var:
Hvat hava hesir gudloysingar at bjóða sínum
børnum og viðhaldsfólki í staðin? Tað er lætt
tá man er ungur, frískur og erpin at siga: Eg
trúgvi ikki á Gud. Men hvat tá tit koma til
deyðans portur, liggja á deyðastrá, munnu
tit tá við sama stolta yvirbráð siga: Eg trúgvi
ikki á Gud!
Tvær reglur úr einum sálmi siga:"Um eg
kundi liva uttan Jesus, hvussu var at doyggja
uttan hann?" Eg las einaferð um eini hjún í
Bretlandi, maðurin drakk ógvuliga illa og
var ein gudloysingur, konan haraftur ímóti
var trúgvandi og gekk til gudstænustur.
Maðurin fór til arbeiðis hvønn dag, men fór
hvørt kvøld á eina drykkjustovu og kom
fullur heim. Hann var harðligur so børnini
ræddust hann. Men hvørt kvøld tá hann
kom heim, sat konan og bíaði við einari
heitari máltíð til hansara. So eitt kvøldið
segði maðurin:"Hvussu ber tað til at tú ert
so góð við meg? Tú ert ongantíð ill við meg,
hvussu fullur eg eri!" "Tað skal eg siga tær,"
segði konan "eg leggi ikki so nógv í tað fyri
mín part, tí eg havi eitt gott lív í væntu heima
hjá Jesusi í ævinleikanum, men tað hevur tú
ikki, hetta verður tað einasta sum tú fært, tí
royni eg at vera góð við teg!"
Maðurin gjørdist skakkur av hesum sum
konan segði, hann svav ikki um náttina
og endin var at hann fór við konuni og
børnunum til gudstænastu, og tók ímóti
trúnni á Jesus.
Tað er ein óhugnalig støða at vera
gudloysingur, Sálmur eitt, sætta ørindi sigur
at " leið teirra gudleysu endar í vegloysi." Eitt
ørindi í einum sálmi sigur soleiðis:"Hvat er
lívið uttan Jesus? Tað er tómt og myrkt og
kalt, alt hitt góða her á foldum, er við honum
burtur fjalt. Uttan hann er eingin gleði, eingin
hjálp í trongd og neyð, eingin trygd og eingin
friður. Eingin vón – bert grøv og deyð!"
So hugsi eg, hvat tá vit hava mist ein av
okkara kæru, hvønn skulu vit fara til? Tá vit
standa við eina opna grøv og syrgja, hvat
hjálp kunnu gudloysingar geva undir slíkum
umstøðum? Ella eiga teir bara hesi álvarsligu
orð: Eingin vón – bert grøv og deyð!
VIÐMERKINGAR