Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2018síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47 Limagjaldið hjá Føroya Arbeiðarafelag (FA) – Klassi okur Rune Nolsøe (Av misgávum koma eitt gamalt lesarabræv frá Rune Nolsøe í blaðið í gjár. Her er rætta brævið, vinaliga umberið okkum) Eg havið áður skrivað um trygging sum F.A hevur smoygt yvir høvdi á arbeiðarum í Føroyum. Og at hendan trygging bara verður tikin av konto hjá arbeiðarum uttan góðkenning. Tað er so at tað árliga kostar einum donskum 3F limi kr. 662,- at verða tryggjaður, meðan tað fyri ein FA arbeiðara kostar kr. 5015,-. Tvs. at ein FA arbeiðari hevur ein meirkostnað í mun til í 3F uppá kr. 4.353,- árliga fyri at verða tryggjaður gjøgnum FA. Og í báum førum er tað danska ALKA sum er útbjóðari. Allir arbeiðarar innan øki hjá FA eru tvingaðir í hesa trygging um teir vilja tað ella ikki. Tað vísir seg at FA brúkar somu mannagongd til at krevja inn limagjald frá limum sínum. Og frá teim sum ikki eru limir eisini, bert tey arbeiða innanfyri økið hjá FA. Og líkasum við tryggingargjaldinum so er tað gjøld í okursklassanum sum FA krevur inn. Og tey standa slett ikki mát við tað sum bróðirfelagið hjá FA í Danmark, 3F, krevur inn frá limum sínum. Árliga limagjaldið til FA kostar kr. 11.702 ( tvs. kr. 6.547,- meira enn í 3F ) FA krevur inn 3,5 % av bruttoløn. 1,5% til FA og 2 % til lokalfelagið. Tað gevur so eitt limagjald uppá kr. 8798,- árliga. Limagjaldi hjá 3F er kr. 3.876,- um árið. Tað verður kravt inn sum mánaðargjald kr.323,- pr. mdr. Fyri at finna kostnaðin á limagjaldinum hjá ávikavist FA og danska 3F mega vit innrokna skattin. Tí tað er tað sum ein arbeiðari skal forvinna fyri at gjalda limagjaldið til FA. Er skattaprosenti 33% so er kostnaðurin hjá FA og 3F limum fylgjandi, FA: kr. 11.702,- 3F: kr. 5.155,- Munur : kr. 6.547,- Tvs. árliga limagjaldi hjá einum FA limi kostar kr. 6.547,- meira enn hjá einum 3F limi. (Roknað á 40 tíma arbeiðsviku, 50 vikur árliga, tímaløn kr. 125,69 og prosentgjald 3,5 %) Her er ikki tikin við, at nógvir arbeiðarar hava hægri tímaløn vegna yvirtíð, vegna anciennitet, summir fáa handverkaraløn, Einkultir arbeiðarar hava ársinntøku uppá kr. 400.000,-. Skuldu vit taka kr. 400.000,- sum støðið so er kostnaðurin fyri limagjald til FA kr. 18.620,-. Her er heldur ikki tikið við at ein danskur arbeiðari sum er limur í «Det Faglig Hus» ístaðin fyri í «3F» kann sleppa við einum kostnaði uppá kr. 1.102,- um árið í limagjaldi. Tvs. kr. 10.600,- um árið minni í kostnaði enn hjá FA. Danskir 3F limir hava sama limagjald óansæð inntøku. Tó so, at arbeiðarar í hálvtíðarstarvi hava rætt til bert at gjalda hálvt limagjald. Føroya Arbeiðarafelag sum í uppruna var ein varði fyri føroyskar arbeiðarar er vorðin ein mylnusteinur. Ein tyngd sum er við at drena tað seinastu restina úr slitnum arbeiðarakroppum. Dagligdagurin í sær sjálvum er ein byrða hjá eini føroyskari arbeiðarafamilju. Og so uppliva tey at tann bjargingarflakin FA skuldi verið til at lyfta tey upp og geva teim lætna er vorðin tyngd omaná byrðu. Ein føroysk arbeiðarafamilja bløðir kr. 23.404,- árliga í limagjaldinum til FA Tað eru tøl fyri søgn hvat tað kostar eini føroyskari arbeiðarafamilju at verða til. Og tað er ikki mýkindir sum tey verða spent fyri. Kostnaðurin til limagjaldið fyri bæði konu og mann er 23.404,- krónur hvørt einasta ár. Hettar er tað sum tey skulu forvinna fyri at sleppa til arbeiðis innan økið hjá FA. Tað sum tey so forvinna út yvir hettar kunna tey hava til sín sjálvs, til skatt og til aðrar útreiðslur. Heilt erliga. Er hettar ikki heilt burturvið ? Er hettar ikki kyniskt pamparavirksemi ? Pamparar sum í eini 25 ár hava sitið og nørt og gøtt til sín sjálvs. Og slett ikki hava havt fyrilit ella virðing fyri niðurboygdum arbeiðarafamiljum. Og tey mege halda at hettar er í fínasta lagið, tí byrðan er bara voksin og voksin. Í sínum formi er hettar sum ein væl úttonkt Mafia. Ein Mafia sum tá tað passar seg fer inn á konto hjá góðtrúgvandi fólki og tekur út tað sum tey halda fyri gott. Uttan loyvi, uttan góðkenning og uttan at arbeiðarin hevur ánilsi hvat hann verður kravdur fyri. Tað er undarligt at fólk kunna sova so róliga um náttina. VIÐMERKINGAR Ein heilsan til samstarvið Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag Teaturbólkurin Grugg stovnaði í 2017 bólkin “ Shakespeare Unplogged” í samráð við Havnar Sjónleikarfelag. Samstarvið er ein roynd at skúla ungdóm í grundleggjandi frálæru í sjónleiki. Í kvøld varð bjóðað til fyrstu framførslu av “Djarvi Macbeth” í nýtulking við fitt av improvisatiónum. Upprunaleikurin “Macbeth” er ein sorgarleikur. Hann er tann stytsti leikur, sum Shakespeare hevur skrivað, og hevur verið gjørdir í óteljandi uppsetingum. Leikurin hevur alt, sum menniskja stríðist við fyrr sum nú. Høvuðstemaið er, hvussu Macbeth kom til ræðið at gerast kongur í Skotlandi. Vit síggja heiðurstráðan, kærleika, svikaráð, dráp í rúgvuvís. Vit síggja skemt í tí syrgiliga og vit síggja ungdómar folda seg út í búnum frá tíðini um aldarskiftið ár 1000. At Ria og Súsanna Tórgarð í eitt hálvt ár hava arbeitt við 6 ungum sjónleikaraspírum gjøgnum ”Shakespeare Unplogged” er áhugavert, tí her fáa komandi sjónleikarar roynt seg á nógvum økjum. Ræddarvenjingar, karakteruppbygging at brúka ein pall og vera medvitandi um mót- og viðspæl og har timingin er alt avgerandi fyri at fáa søguna sagda. Tað sum eg havi sæð í kvøld boðar frá góðum. - 6 leikarar vístu, at skúlingin hevur eydnast somikið væl, at tað gevur vón um fleiri stórtalentir frameftir. Vónandi vera fleiri klár, tá ið nýggi Tjóðpallurin bjóðar inn. At ungdómar fáa møguleika við einum professionellum framleiðsluliði at taka pallin má vera ein gáva. Tey kvitteraðu við at geva áskoðaranum eina góða framførslu. Lady Macbeth við Ebbu Malenu D. Thomsen gav mær størstu upplivingina. Hon tók pallin frá fyrstu løtu og helt karakterin gjøgnum leikin, har hon vísti eitt stórt talent bæði til spæl, talu og nærveru. - Hon átti pallin. Petur Meinhard E. Andersen sum Macbeth var meira ójavnur í sínum karakteri, hóast hann eisini hevði sínar stjørnuløtur. Bestar vóru tær saman við Lady Macbeth. Hinir fýra leikararnir Rógvi B. Dam, Eyðbjartur S. Skaalum, Rúna Johanna Aref og Rebekka á Neystabø høvdu nógvar leiklutir. Um teirra avrik kann sigast, at presisiónin og spælið var upp á pláss. Ringt at siga nakað ávíst annað enn at eg ivist ikki í, at øll fýra koma vera fólk, sum vit fara at hoyra meira til á føroysku pallfjalunum. Ljósmeistarin Árni Baldvinsson hevur sett ljósið við góðum loysnum . Baldur Meitil gevur mær góðar vibratiónir gjøgnum ljóðgóðskuna. Búnar og pallur vóru okay. Tó vildi eg ynskt, at húsið hevði eina fasta seymustovu og at tey fólkini, sum arbeiða við búnum, fingu betri umstøður. At plakatin í síni lítlu stødd fangaði mítt eyga, var ikki so undarligt, tí her hevði listamaðurin Jón Sonni Jensen gjørt myndina og sett tekstin upp. Veruliga ”Less is more” Ongin, sum hevur arbeitt við Shakespeare teksti gloymir, hvussu nógv arbeiði skal leggjast í, at fáa tekstin til høldar. Hetta vita Súsanna og Ria Tórgarð. Frálíkt til skúling í sjónleiki. Herfrá skal ljóða eitt stórt til lukku til Havnar Sjónleikarfelag og Teatur Grugg við ”Shakespeare Unplogged” og framleiðsluni av ”Brave Macbeth” .Øverst på formularen Havnar Sjónleikarfelag fylti 100 ár 11. februar 2018 – http://sjónleikarhúsið.com Við heilsan Gulla Øregaard Tórshavn 21. Apríl 2018