mánadagur 30. apríl 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
6
Sosialurin
HITLER DOYÐI FYRI EGNARI HOND
Hendan dagin í 1945 beindi týski diktarourin
Adolf Hitler og unnusta hansara, sum júst
var vorðin kona hansara, Eva Braun, fyri sær.
Stutt frammanundan vóru tey gift. Tey beindu
fyri sær við eituri, sum Hitlar fyrst
kanna við hundinum Blondi.
STANLEY SEKSTISJEY
Stanley Samuelsen er føddur 30. apríl í 1951 og fer í dag um pen
sjónsaldur. Hann er kendur tónleikari, tónaskald, sangari og gittar
spælari. Poul Stanley Lindenskov Samuelsen er føddur í Fuglafirði.
Hann er yngsti sonur Steingrim og Rachel Malenu Samuelsen
– abbasonur Føroya fyrsta løgmann, Andrass Samuelsen úr Vík,
sum var giftur Beate Emilie Lindenskov úr Havn.
Aqua á Summ
ar Festivalinum
Barbie-girl á Vágsbø
Heimskendi
hitbólkurin
fer at framføra á Vágsbø.
Nú
kemur
heims
kendi hitbólkurin Aqua
fyri fyrstu ferð til Føroya
at
framføra.
Bólkurin,
sum í 1996 fekk rungandi
altjóða gjøgnumbrot við
sanginum
Barbie
Girl,
fer at framføra øll síni
altjóða hitt á Summar
Festivalinum í august.
Tað var í 1994, at
tónleikararnir
í
Aqua
fyrstu ferð funnu saman,
og tvey ár seinni kendi
allur
heimurin
bólkin.
Fyrsta risahittið hjá Aqua
var Barbie Girl, og so var
leiðin slóðað inn á hit
listarnar, har eisini sangir
sum My Oh My, Doctor
Jones, Turn Back Time,
Cartoon Heroes, Around
The World og aðrir sangir
klatraðu upp á tindarnar.
Nú er tíðin komin, at
Aqua kemur til Føroya við
øllum teirra stóru hittum
og fer at geva føroyingum
ársins festligastu konsert á
Vágsbø.
Lene Nystrøm, René
Dif og Søren Rasted eru
høvuðsfólk í Aqua, og aft
urat sær hava tey ein knív
hvassan tónleikabólk, sum
lyftir løttu poppsangirnar
hjá Aqua upp á ein høgt
tónleikastig á pallinum.
Smokie á Tórsfest
»Living Next Door To Alice« á
Vaglinum í Havn
Tað verður lagt upp til
tað heilt stóra brakið á
Okkara Tórsfest 2018, leyg
arkvøldið 21. juli.
Í dag kunngjørdu fyri
skipararnir, at vælumtókti
enski
bólkurin
Smokie
eisini
verður
millum
mongu nøvnini, sum fara á
pall á Vaglinum í summar.
Líka
síðani
Smokie
fyri fyrstu ferð vitjaðu í
Føroyum fyri mongum
árum síðani, hava teir
fylt hallir og festivaløki,
har øll hava sungið við.
Og tað verður uttan iva
aftur sungið væl við, tá
Smokie fara á pall á Okk
ara Tórsfest 2018. Flestu
føroyingar
kenna
risa
hittini sum t.d. Lay Back
in the Arms of Someone,
I’ll Meet You at Midnight,
Oh Carol, Mexican Girl,
Needels and Pins, Arms of
Mary og fyri ikki at gloyma
Living Next Door To Alice.
Smokie verður mann
að av Mike Craft (sangari
og
gittarspælari),
Mick
McConnell (gittar og kór),
Terry Uttley (bass og kór),
Steve Pinnell (trummur) og
Martin Bullard (ljómborð).
Nú verður so aftur
møguleiki at hoyra væl
umtókt bólkin á Vaglinum
í Havn leygarkvøldið fyri
ólavsøku.
20 ár síðani Høgni og 10
onnur vórðu vald á ting
Í dag eru 30 ár síðani Høgni Hoydal gjørdist politikari. Tað broytti politiska
landslagið og mundi ført til loysing frá Danmark
Eirikur Lindenskov
Í dag eru 30 ár síðani syst
emskiftið
mikla,
tá
alt
samfelagið stóð á einum
enda, tí nú skuldu Føroyar
loysa frá Danmark.
Tað er helst tað nærm
asta, vit hava verið loysing
ini síðani 1946, tá Tjóðveld
isflokkurin fyri fyrstu ferð
gjørdist størsti flokkur í
Føroyum og tvífaldaði ting
fólkatalið á løgtingsvalinum
30. januar 1998.
Kós varð sett, tá sjón
varpsmaðurin Høgni Hoydal
boðaði frá, at hann segði
starv sítt sum tíðindamaður
í Sjónvarpi Føroya upp fyri
at stilla upp til løgtingsvalið
í 1998.
Hann broytti gomlu og
heldur harðrendu slagorðini
hjá Tjóðveldisflokkinum um
loysing til tað bleytara »skip
aða loysing«. Nú skuldi málið
røkkast um at skipa Føroyar
sum fullveldi.
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin
vórðu
settir uttan fyri ávirkan,
sjálvt um Javnaðarflokkurin
peikaði á Høgna Hoydal sum
samráðingarleiðara eftir løg
tingsvalið.
Tjóðveldisflokkurin vildi
heldur hava Fólkaflokkin
í stjórn, og tí kastaðu teir
báðir flokkarnir saman og
skipaðu
fullveldislands
stýrið sana við Sjálvstýr
isflokkinum. Nú var loys
inging veruliga í eygsjón.
Fólkaatkvøða um loysing
varð sett at vera 26. mai í
2001, og við 12 ára skiftistíð,
har danir framvegis rindaðu
Føroyum blokkstuðul, so
skuldu Føroyar vera sjálv
støðugur statur í 2013.
Men tað gekk ikki sum
prestur prædikaði. Fólka
flokkurin var ikki eins heit
ur fyri loysingini sum Tjóð
veldisflokkurin.
Kynkur
kom í samstarvið, og flokk
arnir funnu sær annað at
klandrast um. Tá Anfinn
Kallsberg avlýsti fólkaat
kvøðuna, var tað helst ovboð
ið hjá Tjóðveldisflokkinum.
Eftir at Øssur Winthereig
og
Grækaris
Magnussen
skivaðu bókina »Skjót journ
alistin«, har Anfinn Kallsberg
varð lagdur undir fíggjar
undandrátt, segði Tjóðveld
isflokkurin seg ikki hava álit
á løgmanni. Tað endaði við,
at løgmaður ein desember
dag í 2003 sendi øll tjóðveld
islandsstýrisfólkini til hús og
skrivaði út nýval at vera 20.
januar í 2004, og har endaði
leiðin ímóti
fullveldi
num – í øllum førum fyribils.
Hetta løgtingsvalið í 1998
broytti samansetingina á
tingi munandi. Gamaní fór
Javnaðarflokkurin í knús á
valinum í 1998, tá hann mink
aði úr 10 tingfólkum niður í
5. Fólkaflokkurin misti eisini
nógv, og Tjóðveldisflokkurin
minkaði niður á 4 tingfólk
longu í 1990.
Í 1998 hevði Tjóðveld
isflokkurin størstu fram
gongdina. Hann gekk 10,1
prosentstig fram og økti
tingfólkatalið úr 4 upp í 8.
Javnaðarflokkurin hevði
eisini stóra framgongd, 6,6
prosentstig og vaks úr 5 ting
fólkum upp í 7. Fólkaflokk
urin hevði 5,3 prosenstig
framgongd og vaks úr 6 upp
í 8 tingfólk – hóast hann fekk
175 atkøvður færri enn Javn
aðarflokkurin.
Sambandsflokkurin hevði
stóra afturgongd, 5,4 pro
sentstig og fór úr 8 tingfólk
um niður í 6.
Tey nýggju fólkini, sum
vórðu vald á ting í 1998 vóru
hesi:
1. Alfred Olsen fyri Sam
bandsflokkin
2. Sámal P. í Grund fyri Sjálv
stýrisflokkin
3. Dan Reinert Petersen fyri
Javnaðarflokkin
4. Katrin Dahl Jacobsen fyri
Javnaðarflokkin
5. Anita á Fríðriksmørk fyri
Tjóðveldisflokkin
6. Høgni Hoydal fyri Tjóð
veldisflokkin
7. Heðin Mortensen fyri
Sambandsflokkin
8. Marjus Dam fyri Sam
bandsflokkin
9. Páll á Reynatúgvu fyri
Tjóðveldisflokkin
10. Jákup Suni Joensen fyri
Fólkaflokkin
11. Hans Pauli Strøm fyri
Javnaðarflokkin
Av hesum 11 fólkinum
er tað bara Høgni Hoydal,
sum er afturvaldur á øll
um teimum fimm løgtings
valunum, sum hava verið
síðani. Men trý onnur eru
eisini á tingi í dag. Tey eru
Páll á Reynatúgvu, Annita
á Fríðriksmørk og Heðin
Mortesen, sum eru fallin á
vali, men vald aftur seinni.
Hans Pauli Strøm
Dan R. Petersen
Annita á Fríðriksmørk
Alfred Olsen
Katrin Dahl Jakobsen
Jákup Suni Joensen
Høgni Hoydal
Heðin Mortensen
Sámal Petur í Grund
Páll á Reynatúgvu
Marjus Dam