Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 Jákup Olsen áttati Fyrrverandi býráðslimur, løgtingsmaður og pápi borgarstjóran í Havn er farin um tey 80. Dagður verður hildin á Glasir leygardagin 23. apríl fylti Jákup Olsen, fyrr­ver­andi løgtingsmaður og skúla­stjóri í Vági áttati. Jákup Olsen er av Økrum, sonur Jóhonnu Mariu f. Midjord av Økrum og Martin Karl Olsen úr Vági. Jákup er giftur Marnu f. Holm úr Vági, og tey eiga børnini Elsu Mariu Holm Olsen, Martin Karl Olsen og Anniku Olsen, sum er borgarstjór í Havn – sum øll búgva í Havn. Jákup Olsen er útbúgvin lærari frá Nørri Nissum seminarium í 1962. hann starvaðist sum lærari í Thgyborøn í 1962-63, í Vági 1963 - 91. Hann hevur verið býráðslimur í Vági frá 1980 - 200. Valskeiðið 1994 - 1998 sat hann á tingi umboðandi Kristiliga Fólkaflokkin í Suðuroyar valdømi. Jákup Olsen varð valdur sum umdømisvaldur tingmaður, og tað er fyrstu ferð í søguni hjá Kristiliga Fólkaflokkinum – sum fyrr kallaðist Framburðsflokkurin, og sum Kjartan Mohr stovnaði eftir at hann varð valdur á ting í 1954. Leygardagin verður dagurin hildin á Glasir í Havn og hava tey, ið vilja heiðra Jákup á degnum havt møguleika at tekna seg til veitsluna hjá einum av børnum hansara. Hóast Jákup og Marna enn hava bústað í Vági, so eru tey fyri tað mesta í Havn, her tey eisini hava eina íbúð – tí sum tey siga, øll børnini og abba- og ommubørnini eru í Havn, har dóttirin jú eisini er borgarstjóri! Jóna Maria Johansen, fødd Samuelsen, ætt­að úr Klaksvík, bú­sit­andi í Oynd­arfirði and­að­ist 28. apríl á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num, 60 ára gomul. Andras Andreassen, ættaður av Strond­um, búsitandi í Tórs­havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum, hós­dagin 26. apríl, 83 ára gamal. Hansa Højsted, Funn­ ing­ur, ættað úr Nólsoy, and­aðist á Runavíkar Ellis- og røktarheimi 26. apríl, 92 ára gomul. Margretha Hansen, fødd Sørensen, Húsavík, and­aðist á Áargarði 21. apríl, 95 ára gomul. Hans Andreas Magn­ us­sen, vanliga kallaður Di­a­ba, fyrrverandi tann­lækni á Tvøroyri, and­að­ist í heimunum í Huml­e­bæk, 22. apríl, 84 ára gamal. John Martin Gaard, ætt­aður úr Fámjin, bú­sit­andi í Vági and­ aðist í nátt á Suð­ur­ oy­ar Sjúkrahúsið, 84 ára gamal. Jørleif Kúrberg úr Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum, sunnudagin 22. apríl, 76 ára gamal. ANDLÁT NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Eyðvør og Sophus nýggir limir í Handilsvinnufelagnum Eyðvør Berg og Sophus Dal Christiansen nýggir nevndarlimir í Handilsvinnufelagnum Týsdagin 24. apríl 2018 var að­alf­undur í Hand­ils­vinnu­ felag­num. Gunnar Mohr og Tumm­as Hanus Dam stóðu fyri vali. Gunnar tók við afturvali, með­an Tummas Hanus valdi at takka fyri seg eftir drúgva tæn­astu í felagnum. Vegna nógvu uppstillingarnar til nevnd­ar­valið gjørdi Ro­d­ mund­ur Nielsen av at taka seg úr nevndini. Í nýggju nevndini í Hand­ils­vinnu­ felagnum sita Petur Eir­ik Djurhuus, Regin W. Dals­ gaard, Gunnar Mohr, Eyð­vør Berg og Sophus Dal Christ­i­ ansen. Tiltakslimir eru Berg­ ur R. Dam Jen­sen og Axel Mc Intosh. Nevnd­in skipar seg á kom­andi nevndarfundi. Jákup Olsen, fyrrverandi lærari, býráðslimur og løgtingsmaður TVEIR KENDIR ARGJAMENN FØDDIR SAMA DAG Í dag fylla tveir kendir argjamenn 52 ár. Báðir eru barnvaksnir á Argjum, hava gingið síni barnár í Argja skúla – og tað síðsta ár­ið á Ven­jing­ar­skúl­a­num. Bergur Debes Jo­ensen er prest­ur í Tórs­havn­ar vestara presta­gjaldi, sum eisini um­fat­ar kirkjuna í heim­bygd­ i­ni. Jóhan Dals­gaard – alias Jóhan í Kolla­firði – er út­búgvin elektro­mek­a­n­ik­ari og náms­frøð­ingur og hev­ur landbúnað­ar­út­búgv­ ing. Hann hevur arbeitt í olju­fýr­tæn­ast­uni og ver­ið tanga­bil­før­ari. Men bandið, hann gav út í 1995, gav honum keli­navn­ ið »Jó­han í Kollafirði«. Eitt skiftið var hann næstan politikari: Í 2004 stovnaði hann Hin Stutt­liga Flokk­in og stillaði upp til løg­tings­val­ið. Hann varð tó ikki valdur. Hann fekk 747 atkvøður og var sostatt 244 atkvøður ov stuttur. Anna Abelsen og Hans Pauli Samuelsen, á Eiði fingu ein fittan prins 19. apríl, sum var 49 cm langur og vigaði 2870 gramm. Poula, Magna, Philip, Boas og Hanna Sigrid fingu 25. apríl eina lítasystir. Hon var 55 cm long og viðagi 4740 gramm. Foreldrini eru Margreta og Óli Andreas Hammer av Eiði.