Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagin verður onnur opna uppboðssølan av 25.000 tonsum av svartkjafti. Á fyrru søluni vórðu 25.000 tons av svartkjafti seld fyri tilsamans 9.720.000 krónur. Bretski marknaðurin avger prísin á hýsu - Tað verður lítið framleitt av hýsu í Føroyum í løtuni, og tað er bretski marknaðurin, sum at kalla 100 prosent avger marknaðarprísin á hýsu, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya Vilmund Jacobsen Á uppboðssøluni hjá Fiska­markn­ aði Føroya hevur hýsa stundum fingið betri miðalprís enn toskur, tó at hetta ikki er tað vanliga, vit síggja. Onkran dag á søluni herfyri fór hýsa 3 fyri miðalprísin 18,54, sam­ stundis sum toskur 3 fór fyri 16,98. Í hesum førinum var tó talan um eina minni nøgd av hýsu, nevniliga 1,1 tons av hýsu 3 - og 21,5 tons av toski 3. Prísmunurin hýsu 3 og toski 3 á søl­uni henda morgunin var stívliga hálv onnur króna fyri kilo. Sama morgun vórðu 4,6 tons av toski 4, sum er góður smáfiskur, seld fyri miðalprísin 16,11 krónur fyri kilo. Toskur 1 fór tá fyri miðalprísin 19,72 krónur fyri kilo. Talan var um 1,6 tons, og henda prísin kláraði hýsan ikki. Størstu nøgdirnar av hýsu henda umrødda morgun á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya var av hýsu 2, stívliga fimm tons til­sam­ ans, og her var miðalprísurin 16,73. Lítil framleiðsla Høgni Hansen, stjóri á Fiska­markn­ aði Føroya, sigur, at tað verður lítið framleitt av hýsu í Føroyum í løt­ uni, tó at okkurt virki er, sum fram­ leið­ir nakað. - Tað er bretski marknaðurin, sum at kalla 100 prosent avger markn­aðarprísin á hýsu, og tá tað loysir seg betri hjá virkjunum at selja hýsuna heila enn virkaða, fer nógv óvirkað av landinum, sigur Høgni Hansen. Nánd nýtt heilsutilboð til tey eldru Vilmund Jacobsen Seinasta týsdag bjóðaði eldra­ samstarvið Nánd til móttøku í samband við, at nýggju og stásiligu endurvenjingarhølini í Leirvík alment vórðu tikin í nýtslu. Og tað skuldi vísa seg, at stórur áhugi var fyri at síggja hølini og royna maskinur og amboð saman við terapeutum, sum vóru við til móttøkuna. Eldrasamstarvið Nánd, sum fevnir um bygdirnar í Eyst­ur­ kommunu og Fugla­fjarðar komm­unu, ynskir at skapa karm­ar fyri, at eldri kunnu fremja egin fyribyrgjandi átøk, so­leiðis at tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Fólk, sum eru 67 ár og eldri og eru partur av økinum hjá Nánd, kunnu nú koma til end­ ur­venjing og sjálvsvenjing fyri at styrkja um egna heilsu. Nýggju hølini í Leirvík eru eisini karmur um heima- og sjúkr­arøktartænastuna hjá Eyst­urkommunu og Fugla­ fjarð­ar kommunu. REYÐA TORGIÐ: Løgmaður, Aksel V. Johannesen, verður millum røðararnar, týsdagin 1. mai, á Reyða Torginum í Vestmanna. Aðrir røðarar verða Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður og Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. Okkurt verður til øll Nú Lívsstíls-og Sølumessa verður á Hálsi leygardagin og sunnu­ dagin, fara nógvar fyritøkur og stovnar at vísa fram sínar vørur Vilmund Jacobsen Lívsstíls-og Sølumessa verður í stór­høllini á Hálsi komandi viku­ skiftið. Leygardagin verður opið frá klokk­an 10 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 20. Á messuni fara nógvar fyri­tøk­ ur og stovnar at vísa fram, hvat tey hava at bjóða viðskiftafólkum, og messan verður opin fyri al­ menn­inginum báðar dagarnar. Tey, sum fara at sýna fram, hava alskyns vørur í sínum út­ boði, og lítið er at ivast í, at her verð­ur nakað fyri øll vitjandi á mess­uni. Vaksin gjalda 100 krónur fyri at sleppa inn, og børn 12 ár og yngri sleppa inn ókeypis saman við vaksnum. Tey, sum vilja vita meira um Lívsstíls-og Sølumessuna, kunnu hyggja inn á www.lsm.fo, sum er heimasíðuna hjá messuni. Nógv óvirkað hýsa endar á bretska marknaðinum Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya