Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 Nú summarið nærkast, hava fleiri kommunur longu skipað fyri ruddingar­ døgum, og leygardagin varð eitt nú ruddað í Nes kommunu og Vágs kommunu (mynd), har eini 80-100 fólk tóku lut. Fyrstu fløgini grivin omanav Arbeiðið at umskapa ein part av Akursmørk til náttúrulund í býarhjartanum í Klaksvík er byrjað Vilmund Jacobsen Ein partur av ovara Vágsbøi, sum eisini verður róptur Akursmørk, verður í fram­ tíðini ein grøn og vøkur lund mitt í býarhjartanum í Klaks­vík. Fyrstu fløgini eru nú griv­ in oman av, og tað er Kanjon, sum stendur fyri hesum ar­ beiði. Í fyrsta umfari er talan um jørðarbeiði, og eisini verð­ur ein partur av Ósánni lagd­ur um. Tað verður býargartnarin hjá kommununi, sum fer at taka sær av tí grøna part­in­ um, eitt nú at planta trø og runnar, og hetta arbeiðið fer í gongd seinni í summar.  Lundin fer í fyrstu at­løgu at fevna um á leið trið­ingin av ovara Vágsbøi, og talan er um tann partin av Ak­urs­ mørk, sum er nærm­astur Norð­oya Sparikassa. Náttúrulundin er partur av skipanaruppskotinum fyri nýggja miðbýin í Klaks­ vík, sum Ósbjørn Jacobsen hev­ur teknað. Hoydal broytir nú treytirnar Vilmund Jacobsen Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sent eitt uppskot til hoyringar um at broyta verandi áseting í kunngerð um treytir fyri landing við meira í Føroyum, har ásett er, at allur svartkjaftur skal landast um føroyskan bryggjukant. - Í uppskotinum til broyting verður ásett, at kravið um landing um føroyskan bryggjukant verður tikið av frá tí degi, broytingin kemur í gildi og fram til 14. juni 2018. Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at fiskiskapurin eftir svartkjafti nú er í føroyskum sjógvi, so væntast kann, at túrarnir hjá skipunum verða styttri samanborið við túrar á longri farleið. - Við góðum fiskiskapi fer hetta at leggja størri trýst á móttøkuna á landi. Sagt verður, at undantakið eitt nú byggir á tað broytingaruppskot til § 49, stk. 2 í lógini um sjófeingi, sum løgtingið júst hevur samtykt. - Broytingaruppskotið ásetir eitt nú, at landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum um landing um føroyskan bryggjukant fyri ávís fiskasløg, heilt ella lutvíst ella í avmarkað tíðarskeið. Í viðmerkingunum verður víst á svartkjaft, har tørvur er á at gera undantak vegna vantandi móttøkukapasitet í háárstíð. - Mett verður tí, at grundgevingar eru fyri hesi støðuni, og at kravið um, at allar svartkjaftur skal verða landaður í Føroyum, kann verða endurskoðað og broytt. Í Fiskimálaráðnum leggja tey aftrat, at í tíðarskeiðnum, tá undantakið fyri landing er galdandi, er eisini galdandi undantak fyri kravinum um uppboðssølu av veiddum fiski. Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sum stendur aftan fyri hesa fráboðan úr Fiskimálaráðnum.  NÝGGJ NEVND: Á aðalfundi í Handilsvinnufelagnum eru Eyðvør Berg og Sophus Dal Christiansen vald í nevndina. Í nýggju nevndini sita nú Petur Eirik Djurhuus, Regin W. Dalsgaard, Gunnar Mohr, Eyðvør Berg og Sophus Dal Christiansen. Tiltakslimir eru Bergur R. Dam Jensen og Axel Mc Intosh. Lættari hjá føroyskum fyritøkum at leita Nú verður lættari hjá føroyskum fyritøkum, sum vilja stovnseta fyritøku í einum Norðurlandi, at kunna seg um galdandi lóggávu í ymisku londunum Vilmund Jacobsen Vinnuhúsið veit í dag at siga, at Norðurlandaráðið hevur stovnsett ein leinkjuportal, sum leiðir til regluverkið um stovnsetan av fyritøkum, rekruttering av starvsfólki ella sølu og handil. - Norðurlandaráðið hev­ur almannakunngjørt leinkju­ port­alin - Norden Busi­ness - sum hevur savnað við­kom­ andi leinkjur til almennar stovn­ar og reglu­verk, sum leggja karmar um at reka fyri­tøku í norðurlondunum. Í Vinnuhúsinum vísa tey á, at endamálið við port­al­in­ um er í stuttum at lýsa lógir og reglur í einstøku norð­ur­ londunum við at velja ein­ staka landi og soleiðis fáa eitt skjótt yvirlit yvir, hvat er galdandi í samband við stovn­setan av fyritøkum, re­kruttering av starvsfólki ella sølu og handli í einstøku lond­unum. - Umframt leinkjuportalin er eisini møguleiki at finna leinkjur til viðkomandi myndug­leikar, har tað ber til at fáa persónliga vegleiðing. Port­al­urin er á svenskum, donsk­um, finskum, norskum og íslendskum máli. Í Vinnuhúsinum vísa tey á, at málbólkurin serliga er smærri og miðalstórar fyri­ tøkur, sum ynskja at stovn­ seta fyritøkur ella finna starvs­fólk á norðurlendska markn­aðinum. Atgongd til leinkju­ port­alin er: http://norden­ business.org/home