mánadagur 30. apríl 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Ungar flogbóltsgentur hava fingið dreymabyrjan upp á EM-kapping í Liktinstein,
og so hevur tað eisini verið eitt gott vikuskifti hjá føroyskum útisetum í fótbólti
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Tað gongur sum eftir ánni hjá
norska Brann, har Gilli Rólantsson
spælir og eisini hevur stóran
leiklut.
Hesaferð
var
Bergen-
liðið á vitjan hjá Sandefjord, og
har bleiv tað til ein 1-0-sigur við
máli frá Peter Orry Larsen. Gilli,
sum nærum bara hevur spælt á
vonginum í Brann, spældi hesaferð
á vinstra bakki – eitt leikpláss, ið
hann er vanur frá tíðini í danska
AaB. Við sigrinum á Sandefjord í
gjár er ósigraða Brann framvegis
greitt oddalið við 19 stigum, fimm
stig
frammanfyri
stórfelagið,
Rosenborg. Næsti dystur hjá Brann
verður leygardagin á heimavølli
ímóti Tromsø.
Besta
íslendska
deildin,
Pepsideildin, byrjaði aftur um
vikuskiftið, og í allarfyrsta umfari
var tað føroyingauppgerð ímillum
Grindavík og FH. René Shaki
Joensen byrjaði inni hjá Grindavík,
meðan Gunnar Nielsen sum vant
byrjaði í málinum hjá FH. FH
vann dystin 1-0 við máli frá Steven
Lennon. Brandur Hendriksson varð
innskiftur í seinna hálvleiki og fekk
harvið sín fyrsta dyst fyri FH. ÍBV,
har Kaj Leo í Bartalsstovu spælir,
tapti 4-1 ímóti Breiðablik. Kaj Leo
skoraði málið hjá ÍBV. Talan var um
eitt gott langskot úr 30 metrum, ið
javnaði til 1-1, men Breiðablik rann
avstað ímóti dystarenda og fekk
greiða sigurin.
Í næstbestu norsku deildini
vóru tveir føroyingar í dysti um
vikuskiftið. Oddaliðið, Aalesund,
sum hevur Molde-leigaða Sonna
Ragnar Nattestad á liðnum, vann
3-1 ímóti Kongsvinger og er á
fyrsta plássi, eitt stig frammanfyri
Viking og tvey stig frammanfyri
Sandnes Ulf, sum hevur Ára Mohr
Jónsson á liðnum. Ári og teir
spældu hesaferð 0-0-javnleik ímóti
Jerv. Hetta var triðju ferð á rað, at
Sandnes Ulf helt málið reint, so
sigast má, at verjuketan, ið hevur
Ára Mohr Jónsson á vinstra bakki,
hevur staðið seg væl higartil. Triði
føroyingurin í næstbestu norsku
deildini, Patrik Johannesen í Florø,
spældi ikki við í 3-1-tapi ímóti
Åsane, tí at hann má sita uttanfyri
í nakrar vikur við einum knæskaða.
Vejle og Viljormur Davidsen
nærkast
uppflyting
til
Superliguna. Leygardagin bleiv
tað
til
sera
týdningarmiklan
1-0-sigur á útivølli ímóti einum
av kappingarneytunum, Viborg.
Viljormur spældi við allan dystin
í hesum sigrinum, sum syrgir fyri,
at teir framvegis eru á fyrsta plássi,
eitt
stig
frammanfyri
Esbjerg
og fimm stig frá at í minsta lagi
koma við í uppflytingarspælið.
Fýra dystir eru eftir at spæla,
og Vejle møtir liðum, sum eru
nummar seks og longri niðri á
stigatalvuni. Heini Vatnsdal var við
hjá Fremad Amager í 3-2-tapi ímóti
Nykøbing, meðan Jákup Thomsen
og liðfelagarnir í Thisted taptu 3-1
ímóti FC Roskilde.
FLOGBÓLTUR
Føroyska
U19-landsliðið
hjá
gentum fekk eina góða byrjan upp
á EM-kappingina, sum tær spæla í
Liktinstein í hesum døgum. Fyrsti
dysturin var ímóti Skottlandi í gjár,
har Føroyar, hóast eitt tapt fyrsta
sett, vóru omaná tá ið saman um
kom. Skottland vann fyrsta sett
25-21, men Føroyar svaraðu aftur
við sama úrslitið og javnaði til
1-1 umvegis 25-21. Triðja settið
gjørdist sera spennandi, har liðini
fylgdust frá 17-17 og skiftust um at
vera frammanfyri, men Føroyar
vunnu tó at enda settið 27-25 og
kom harvið á odda 2-1 í settum.
Seinasta settið var rein uppvísing
frá Føroyum. Hetta settið endaði
25-14, og harvið hava Føroyar
tryggjað sær fyrstu stigini og eina
dreymabyrjan upp á kappingina.
Næsti dystur hjá Føroyum verður
í í dag, mánadagin kl.15.00 ímóti
Luksemburg, sum verður mett
at verða eitt tað sterkasta liðið í
bólkinum. Fjórða liðið í bólkinum
er Wales, sum Føroyar spælir ímóti
í morgin kl.15.00.
HONDBÓLTUR
Kvinnuliðið hjá Neistanum, sum í
júst farna kappingarárinum endaði
á fjórða plássi, hevur fingið greiðu
á venjaraspurningin til komandi
kappingarár. Birgir Hansen, sum
tók við sum venjari í hesum
kappingarárinum, heldur fram í
sessinum og afturat sær fær hann
eisini Kára Nielsen, sum – serliga
saman við Birgiri – er bæði royndur
og kendur í venjaraumhvørvinum.
- Nakað av venjaraskifti hevur
verið tey seinastu tvey árini hjá
kvinnunum. Tí eru vit fegin um, at
kvinnurnar saman við Birgiri, Kára
og Eiriki (Magnussen, liðleikara,
red.) kunnu arbeiða víðari við teirra
menningarætlan. Ein tilgongd, sum
vónandi um ikki alt ov langa tíð
førir kvinnurnar upp á tindarnar
aftur, skrivar Neistin.
SÚKKLING
Torkil Veyhe og liðfelagarnir í Team
Virtu Cycling luttóku í gjár í donsku
kappingini, GP Himmerland, har
súkklararnir skuldu súkkla 199
kilometrar. Torkil Veyhe hevði ein
leiklut sum hjálpari, men tað gekst
ikki heilt eftir vild hjá Torkili og
teimum hesaferð á teininum, sum
var darvaður av oysregni. - Tað var
ein harður, kaldur og skitin teinur,
og ætlan okkara var at súkkla fyri
Asbjørn (Kragh, red.), men eftir at
hann var punkteraður og á veg aftur
í feltið, so datt hann, og so hvurvu
møguleikarnir fyri einum góðum
úrsliti. Í morgin er aftur ein dagur,
og vit vóna, at eydnan er við okkum
tá, sigur Torkil Veyhe um kappingina
í gjár. Tað var André Looij frá liðnum
MonkeyTown, sum vann kappingina
í einum spurti. Í næstu viku leggja
Torkil Veyhe og teir leiðina til
Fraklands, har teir frá hósdegnum og
fram til sunnudagin fara at kappast í
kappingini Rhône-Alpes Isère Tour.
U19 vann ímóti Skottlandi
F.v.: Jakobina Joensen (KÍF) og Inga Helena Henriksen (SÍ)