Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – FSF húsið Í 2015 førdi hann FC Midtjylland til sigurin í donsku superliguni. Við sín­um sterku meiningum og greiðu talu bleiv Glen Riddersholm eitt kent navn í Danmark. Hann hevði ynskt at vunnu DM við Sonna Ragnar Nattestad á liðnum, men ásann­ar at landsliðsspælarin kom ov seint í eitt fótbóltsumhvørvi. Fríggjadagin hevði Fótbólts­sam­ bandið venjaraskeið fyri føroyskum venjarum, sum hava UEFA A- og B-prógv. Hann tosaði bæði um smá­lutir í sjálvum spælinum, og um umhvørvið í fótbólti sum heild. Hann er í løtuni arbeiðisleysur, eftir at hann bleiv koyrdur í AGF. Hann hevur greiðar meiningar, um hví danskir spælarar ikki klára seg í út­lendskum fótbólti í løtuni. Hann heldur millum annað, at alt ov nógvir spælarar verða ikki skúlaðir rætt. Hvørki av sam­ felagnum ella úti í fótbólts­feløg­ unum. Hann leggur millum annað harð­liga eftir “curling-foreldrum”. Hartil setti hann nakrar stór­ar spurningar til føroysku venjar­ar­ n­ar, sum vóru til venjaraskeiðið. Eftir ein tíma av venjing segði hann hart og týðiligt á vøllinum, at Fótbóltssambandið og feløgini mugu vekta ein fysiskan venjara – tað ongantíð ov skjótt. Hann setti eisini spurningin, hví vit í Føroyum brúka pengar upp á útlendskar spælar­ar og venjarar, sum ikki leggja nakað eftir sær. Danski venjarin helt fyri, at í einum so lítlum landi sum Før­ oyum, mást tú samstarva og vísti á, at bestu spælararnir í hvørjum ár­gangi á landsplan mugu venja meiri saman. Sonni Ragnar kom ov seint til FC Midtjylland Glen Riddersholm hevur útmerkað seg sum góður venjari, men eisini sum ein góður leiðari. Hann tekur sær ikki bara væl av spælaranum, men eisini menniskjanum handan spælaran. Frá 1999 til 2006 vandi hann fleiri ungdómslið hjá FC Midt­ jylland, sum hevur fót­bólts­skúla knýttan at felagnum. Ein skúli, sum telur spælarar sum Sonna Ragnar Nattestad, Hanus Sørensen og Jákup Thom­ sen, sum allir hava spælt á ymisk­ um føroyskum landsliðnum. Hann vísti millum annað á trupulleikarnar við Sonna Ragnar Nattestad, sum á sinni fekk ein fimm ára sáttmála frá felagnum, men síðani bleiv útleigaður, har hann ikki møtti til vejning í millum ann­að AC Horsens. - Tað er ergiligt, at hann kem­ ur so lutfalsliga seint til FC Midt­ jylland. Vit broyttu hann og royndu at læra hann at liva sum ein yrkis­ fót­bóltsspælari, men tað hekk ov nógv við frá uppvøkstrinum, sigur Glen Riddersholm, meðan hann situr við stóra fundarborðið í Fótbóltsambandinum. - Hyggur tú eftir rátaletinum, so hevur hann líka stórt talent sum Winston Reid (West Ham) og Simon Kjær (Sevilla), men teir eru komn­ir í fótbóltsumhvørvið fyrr. Har hevur Sonni Ragnar tíverri ikki lært fortreytirnar fyri, at kunna fáa fulla nyttu burturúr sínum taletin, sigur Glen Riddersholm og legg­ur afturat, at hann gleðist um at før­oyski miðverjin nú spælir fast í næst­bestu deildini í Noreg. Hann vænt­ar tó ikki, at miðvingurin kann røkka somu hæddunum sum fyrr nevndu fótbóltsspælararnir, tí hann er nøkur ár aftanfyri í menn­ ing­ini. Mammusamfelagið hevur broytt fótbóltin Ein av høvðusboðskapunum hjá Glen Riddersholm er, at samfelagið er nógv broytt seinnu árini. Tí eru fót­bóltsspælararnir broyttir, tí teir eru eitt produkt av samfelagnum. Hann heldur fyri, at seinastu árini er kvinnan blivin nógv sterkari í myndini, og at tað sæst aftur á spælar­unum. -Tað kundi ljóðað, sum eg haldi tað er keðiligt, at kvinnan er blivin so sterk í myndini. Tað er geri eg ikki, men eg staðfesti at tað hevur broytt menniskja handan spælaran. Tað hevur so aftur broytt leik­lutin hjá venjaranum, sigur danski venjarin og forklárar: - Í fleiri hundrað ár hevur maðurin havt mynduleikan, har børn­ini hava havt virðing fyri hon­ um. Tey eru von við at tillaga seg umstøðurnar. Nú koma tey her og skulu hava umsorgan, tá tað ikki gongur, tey skulu hava svar tá tey ikki spæla og ego’ið er tað týdningarmesta. Úrslitið er, at vit ikki uppdraga vinnarar til ein lið­ ítrótt, sigur Glen Riddersholm. Hann vísir á, at nógvir danskir spælarar ikki klára seg í út­lendsk­ um fótbólti, tí teir ikki hava tað, sum skal til fyri at standa ímóti. Her verður millum annað víst á, at ein spælari ikki hevur gott av, at alt verður gjørt fyri hann í ungdómsárunum, tí so er hann ikki búgvin at klára seg sjálvan í eini náðileysari verð. -Vit seta ikki krøv til ungu spælar­arnar longur. Teir eru ikki vanir við, at nakað fær fylgir long­ ur. Tí hava teir torført við at skipa seg undir einum liðið, har tað ikki snýr seg um tann einstaka, men um liðið, sigur danski venjarin. Foreldrini eisini ein trupulleiki Hann fortelur millum annað um eina hending, tá foreldrini hjá ein­ um ungdómsspælara halda tað var langt úti, at sonurin ikki slapp at spæla, tí tey vóru komin at hyggja. -Eg eri kritiskur móti manninum í dagsins samfelagi. Hygg bara eftir Luksus­fællen (donsk sendirøð, blaðm), har maðurin stendur sum ein kloddi og hyggur niður í gólvið. Maðurin er vekk, hann er farin at koyra Berligo. Skalt tú klára teg í altjóða fótbolti, so mást vera ein Glen Riddersholm: Vit eru farin frá einum pápasamfelagi til eitt mammusamfelag. Tað merkist eisini í fótbóltsheiminum. Leikluturin hjá venjararum er broyttur, tí nú skulu spælarar hava umsorgan og tola ikki líka nógv av, sigur Glen Riddersholm TÚ MÁST KENNA TÍNAR SPÆLARAR