mánadagur 30. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kríggjari, sum hevur ein persón
ligheit, ið sigur at “her komi eg”,
sigur Glen Riddersholm meðan
hann hyggur beint í eyguni og smíl
ist.
- Eg siga alt hetta við einum
brosi og “glimt” í eyganum. Eg royni
at provokera dagsins mann eitt
sindur, men hetta byggir á mínar
upplivingar í FC Midtjyllandi og
sum danskur U-landsliðsvenjari.
Hyggur tú runt um í Danmark,
so koma alt ov nógvir spælarar
heimaftur, meðan vit hava fáar,
sum eru uppaldir í okkara skúla,
sum koma heim, sigur fyrrverandi
ungdómsvenjarin í FC Midtjyllandi.
Hann sigur at enda um hetta
evnið, at tað er týdningarmikið
hjá einum venjara at kenna sínar
spælarar. Tað nyttar lítið at skelda
ein spælara, sum ikki blívur betri
av tí, ella at brúka ein spælara, sum
ikki vil ella torir at vera á vøllinum.
Fekk deubt í Føroyum
Í 2006 bleiv Glen Riddersholm venj
ari hjá danska U17 landsliðnum.
Fyrsta uppgávan er ein EM undan
kapping í Føroyum, sum Danmark
vinnur.
-Eg minnist, at vit vinna 4-0 á
Onglandi, sum seinni vinnur EM.
Vit vunnu tríggjar dystir og spældu
ein javnleik, sigur danski venjarin.
Hann leggur afturat, at nógv
er broytt síðani tá. Millum annað,
at vøllurin nú er graslíki. Hann
legði tá eisini væl merki til, ferðin
í føroyska samfelagnum ikki er so
høg.
-Føroyingar eru avslappaðir.
Tað merkti eg eisini til venjing í
dag, tí tað eru fáir spælarar, sum
seta spurnartekin við nakað. Eisini
er fimm minuttir her gjarna tíggju
minuttir. Tað kann verða gott
uttanfyri vøllin, men á vøllinum
mást tú verða til reiðar og møta til
tíðina, sigur Glen Riddersholm.
Hann hevði tvær venjingar á
Tórsvølli, har hann vísti á ymiskt
ting. Serliga legði hann stóran dent
á, at hansara lið skulu leypa á, tá tey
fáa fatur á bóltinum. Her sást eisini,
at føroysku spælararnir høvdu hug
at traðka á bóltin og spæla runt,
meðan danski venjarin helt fyri, at
teir skuldu leypa á við øllum teir
áttu.
-Eg síggi at spælararnir eru
skjótir at renna heima og verja, men
renna ikki líka skjótt, tá teir kunnu
fáa mál, sigur Glen Riddersholm,
meðan hann venur dreingirnar.
Tá venjingin er um at koma at
enda, sigur hann hart og greitt, at
spælararnir á vøllinum eru alt ov
illa fyri.
-Skal eg geva tykkum eini ráð, so
skulu tit seta ein fysiskan venjara.
Vit hava ikki vant í meiri enn ein
tíma, og spælararnir tykjast longu
troyttir og eru ikki fokuseraðir,
sigur Glen Riddersholm.
Hann leggur dent á, at fleiri og
fleiri lið eru væl skipaði í verju
partinum og tí verður alsmat meiri
neyðugt at gera skjótt av í um
stilling.
Tit mugu samstava
At enda vísti Glen Riddersholm
á, at vit í føroyskum fótbólti
mugu samstarva. Millum annað
við at samla bestu spælararnar í
landinum og hava nógvar venjingar
saman. Tað er nakað sum Ítróttar
Sosialurin eisini hevur skrivað um
fyrr, har menn sum Jógvan Martin
Olsen og Anders Gerber hava víst
á tað sama.
-Tað má ikki blíva so, at ein ung
dómsvenjari heldur at hasnara
lið er tað týdningarmesta. Um ein
spælari hjá mær kann fara til eina
landsliðsvenjing, sum er á hægri
stigi, so hevði eg verið glaður, tí
spælarin blívur betri, sigur Glen
Riddersholm.
Hann nevnir fleiri ting, sum
hava verið uppi at vent í Føroyum.
Millum annað, at spælarar spæla
ov nógvar dystir, og tí ikki fáa ser
vejing. At tað er týdningarmikið,
at tað ikki er ov stórur munur
tá dystur er, tí ongin fær nakað
burturúr tí.
-Tit eru eitt lítið land, so tað
nyttar einki at tað ikki samstarva,
sigur Glen Riddersholm at enda.
trondur@sosialurin.fo
Gerið
ein regul
um U21
spælarar
í bestu
deildini
Á venjaraskeiðnum setti Glen
Riddersholm fleiri spurning
ar, sum fekk kjak í gongd.
Millum annað helt hann
fyri, at tað var nyttuleyst
hjá føroyskum feløgum at
brúka útlendskar venjarar
og spælarar, sum einki leggja
eftir sær, tá teir fara av
landinum.
-Hví skulu føroysk feløg
brúka nógvar pengar upp
á útlendskar venjarar ella
spælarar, sum einki leggja
eftir sær, men ungir spælarar
sita á bonkinum, spyr Glen
Riddersholm.
Víðari vísir hann á, at í
Kina er krav um at tríggir U21
spælarar skulu spæla allan
dystin. Hetta fyri at tryggja,
at teir ungu spælararnir fáa
spælitíð.
-Hava tit nakrantíð hugs
að um at seta krøv til feløgini
í bestu deildini. Tá tey klára
tað í Kina, so klára tit nokk
eisini at semjast um tað her.
Tað hevði tryggjað, at feløgini
leggja nógv fyri í at framleiða
góðar spælarar, sigur Glen
Riddersholm.
Higartil eru ongi krøv sett
til feløgini í bestu deildini. Tí
er frítt hjá teimum at velja
og vraka spælarar, tá tað
kemur til aldur og ungdóms
spælarar.
trondur@sosialurin.fo