mánadagur 30. apríl 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Tróndur Arge – HB-húsið
Um vikuskiftið var gallaveitslan
hjá hondbóltinum í HB-húsinum.
Sum vanligt er, so var lagið gott á
føroysku hondbóltsfamiljuni, nú
kappingarárið er komið at enda.
Talan hevur verið um eitt óvanliga
hendingaríkt kappingarár, har ser
liga nógvu landsliðsbrøgdini hava
fingið stóra viðurkenning.
Ári Rouch helt røðu vega Hond
bóltssambandið, har hann minti
øll á, at hóast tað er langt á mál,
so skulu vit minnast til at vit gera
nógv rætt. Hann vísti U21 landsliðið
hjá monnum, og A-landsliðini hjá
bæði kvinnum og monnum.
Fyrrverandi hondbóltsspælarin,
kendi tónleikarin Jens Marni Han
sen, spældi undir. Miðskeiðis á
kvøldinum fekk hann hjálp frá
Signari í Homrum. Tá mundu fagn
aður iongan enda fingið.
VÍF og Maria vunnu
hjá kvinnunum
VÍF er greipuvinnari hjá kvinnun
um og tað sást aftur, tá heiðurs
lønirnar blivu handaðar. Tó mundi
stóri vinnarin á kvøldinum verða
Maria Halsdóttir Weyhe úr H71.
Hóast hon bara er 17 ára gomul,
so bleiv hon toppskjútti í deildini,
kosin til ársins áleypari og ársins
stjørnuskot.
Restini fór VÍF við. Kristina
Griksaite bleiv kosin til ársins
málverja, Durita Jojic árins verju
spælari, Ingi Olsen ársins venjari
og Agnas Olsen ársins spælari.
Fyri VÍF hevur stóra styrkin
verið bakkarnir, Liljan Djurhuus
og Durita Jojic, saman við spæl
skiparanum Agnas Olsen. Tær
komu allar á ársins lið saman við
Heidi Mariu Akselsen og Kristinu
Griksaite,
meðan
Turið
Arge
Samuelsen úr Kyndli kom á vinstra
vongin. Størsta fagnaðin fekk
Durita Toftum Joensen, ið bleiv
vald sum strikuspælari á ársins liði.
Rasmus og Neistin
fóru við tí mesta
Hjá monnunum stóð Neistin eft
ir við tí mesta. Hóast H71 vann
FM og var í steypafinaluni, so
hava profilarnir ikki verið við
alt kappingarárið. Eitt nú Peter
Krogh, sum kom til í vetur, meðan
Hilmar Leon Jakobsen var skaddur
seinasta partin av kappingar
árinum.
Neistin
fekk
hevði
ársins venjara í Jeppe
Borch, ársins málverja
í Nicholas Satchwell,
ársins spælara í
Rasmus Søby, og
árisns stjørnu
skot í Høgna
Zachariassen.
Filip
Jojic,
toppskjútti
í
deildini, bleiv
eisini kosin til
ársins áleypara,
meðan
Rókur
Akralíð úr Kyndli
bleiv kosin til árins
verjuspælara.
Ársins
lið
hjá
monnum hevði eitt sind
ur
øðrvísi
samanseting.
Nicholas Satchwell er í mál,
meðan úti spælararnir eru, Leivur
Mortensen úr H71, Filip Jojic úr
VÍF, Hans Eli Sigurbjørnsson úr
KÍF, Rasmus Søby úr Neistanum,
Allan Norðberg úr StÍF og Rógvi
Dal-Christiansen úr Kyndli.
trondur@sosialurin.fo
Hondbóltsgalla:
Ársins áleyparar og toppskjúttar
Ársins stjørnuskot
Ársins spælarar
AGNAS OLSEN OG
RASMUS SØBY ERU
ÁRSINS SPÆLARAR
Gallaveitslan hjá hondbóltinum var um vikuskiftið. Millum annað
blivu Agnas Olsen úr VÍF og Rasmus Søby úr Neistanum kosin til
ársins spælarar. 17 ára gamla Maria Halsdóttir Weyhe for avstað
við heiðrinum sum árins stjørnuskot og áleypari hjá kvinnum