mánadagur 30. apríl 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Ein skanning staðfestir,
at NSÍ-málverjin og triði
málverjin á føroyska
landsliðnum, Símun
Rógvi Hansen, hevur
slitið krossbandið og má
sita uttanfyri restina av
kappingarárinum.
Fyrru hálvfinalurnar verða
leiktar í Champions League.
Liverpool fleingir AS Roma
heili 5-2 heila á Anfield,
meðan Real Madrid vinnur
2-1 á Bayern München í hinari
hálvfinaluni.
Fyrsta umfar í kappingini
um Løgmanssteypið verður
spælt, og har fella tveir risar.
AB varpar NSÍ úr kappingini
við 1-0-sigri, og sama veg má
KÍ, sum tapir 2-1 ímóti TB/
FCS/Royn.
Fyens Stiftstidende sigur seg
vita, at føroyingurin í OB,
Jóan Símun Edmundsson,
í næstum fer at skifta til
Arminia Bielefeld, sum spælir
í næstbestu týsku deildini.
Føroyski SønderjyskE-
spælarin, Teit Jacobsen, sum
í løtuni er útleigaður til HB,
fær staðfest, at hann hevur
slitið krossbandið og má sita
uttanfyri í upp til eitt heilt ár.
Áki Egilsnes og teir úr
KA av Akureyri flyta
upp í bestu íslendsku
hondbóltsdeildina. Tað
gerst greitt, tá ið teir vinna
uppflytingardystir ímóti HK.
Áki er KA-toppskjútti hetta
kappingarárið.
Ársins leikarar verða kosnir
í føroyskum hondbólti.
Føroyameistarin úr VÍF,
Agnas Olsen, gerst ársins
leikari hjá kvinnum, meðan
Neista-stórskjúttin, Rasmus
Søby, fær heiðurin hjá
monnum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Inga Helena Henriksen
Aldur: 17
Yrki: Flogbóltsspælari (U19
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Heimir Guðjónsson
2. Sporðdrekin
3. 2000
4. Maria Halsdóttir Weyhe
5. John 'Faxe' Jensen
6. Ingi Olsen
7. Macron
8. Jónas Stenberg
B36 hevur í vikuni givið út nýggja
bók, sum fyrrverandi ítróttar
redaktørurin á Sosialinum, Jákup
Mørk, hevur skrivað. Bókin snýr
seg um tíðarskeiðið frá 1997 til
2017, sum er klárt besta tíðar
skeiðið hjá felagnum ítróttarliga.
Tó verður lesarin ikki sleptur
upp á fjall, tí stutt samanumtøka
er av søguni hjá felagnum, sum
annars kann lesast í bókini “Renn
ið dreingir”, sum kom út í 1997.
Bókin er deild upp í partar, har
tú lættliga kanst blaða í millum
uttan at missa samanhangin. Eitt
nú um tú ætlar at lesa um kvinn
urnar, ungdómsdeildina, fjeppar
arnar ella eitt nú kendu sangirnar
hjá felagnum.
Ein áhugaverdur partur er
“Hetjurnar”. Her ber til at lesa um
spælarar, ið hava avrikað væl fyri
felagið. Millum teirra eru Tumm
as Eli Hansen, ið gavst í 1997, eftir
at liðið vann FM. Eisini kunnu
nevnast Jens Kristian Hansen,
John Petersen og Jákup á Borg.
Síðani verður hugt nærri
at árunum frá 1997 til 2017, har
rithøvindurin hevur verið partur
sum ítróttarskrivari ella nevnd
arlimur. Tí sleppur tú eisini heilt
tætt at, eisini trupulleikum hjá
felagnum.
Talan er um eitt hendingaríkt
tíðarskeið, har B36 vinnur fleiri
FM, spælir seg víðari í Evropa,
men eisini fær fíggjarligar trupul
leikar og má byggja av nýggjum.
Sum heild er bólkin væl skriv
að og uppsetingin er greið og ein
føld. Tað ger bókina lætta at lesa,
og tú kanst eisini leggja hana frá
tær og byrja aftur, ella velja ávísar
partur burturúr.
Tað er týdningarmikið, at vit
gera føroyskar bøkur um før
oyskan ítrótt, tí ongin annar ger
tað. Hendan bókin er enn eitt gott
íkast til føroyskar ítróttarbøkur.
LES UM: Tú hevur
tað minsta av áhuga
fyri
føroyskum
fótbólti, men hon er
eitt krav um tú ert
B36’ ari
IKKI LESA UM: Tú
væntar annað enn
eina forteljing um
B36 og felagið
HVUSSU ER AT
LESA: Bókin er væl
skrivað og upp
setingin er greið
og einføld. Tað ger
tað lætt at lesa
HVAT
SIGUR
TÚ:
Tvey
ting.
Vit mugu keypa
føroyskt, um vit
ynskja
at
fleiri
slíkar bøkur skulu síggja dagsins
ljós. Hinvegin, so stendur hendan
bókin so sterk einsamøll, at hon
er verd at keypa og lesa bara fyri
innihaldið.
FAKTA: Tað er Jákup Mørk
sum
hevur
skrivað
bókina.
Hann er fyrrverandi spælari í
felagnum, og hevur annars fylgt
felagnum sum ítróttarskrivari,
nevndarlimur og áskoðari.
Ummælið:
Her er tað
stuttligt: B36
1997-2017
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu eitur íslendski venjarin hjá HB?
2 Hvussu eitur kurvabóltsfelagið, sum júst hevur
vunnið føroyameistaraheitið hjá monnum?
3 Hvat ár vann VB sítt einasta meistaraheiti í bestu
deildini í mansfótbólti?
4 Hvussu eitur H71-spælarin, sum bleiv toppskjútti í
Hvonndeildini í ár?
5 Hvussu eitur navnframi venjarin hjá Heina Vatnsdal
í Fremad Amager?
6 Hvussu eitur venjarin hjá kvinnuliðnum hjá VÍF?
7 Hvussu eitur klædnamerkið, sum føroysku
landsliðini í fótbólti nú fara at spæla í?
8 Hvussu eitur AB-arin á myndini?
Hvussu var dysturin
ímóti Skottlandi?
Hóast tað var ein sera harður
dystur við vánaligari byrjan, so
komu vit sterkt aftur og høvdu
ein sera góðan og stuttligan dyst.
Høvdu tit góðar vónir um
at vinna áðrenn dystin?
Sjálvt um vit ikki høvdu sæð nakað
til skotska liðið frammanundan, so
høvdu vit góðar vónir, tí at vit vita
at vit hava eitt gott samanspælt
lið.
Hvussu hava tit
fyrireikað tykkum til
hesa kappingina?
Vit hava havt nógvar góðar
venjingar, har vit hava lagt stóran
dent á samanhaldið á liðnum.
Hvat er styrkin á
hesum føroyska U19-
landsliðnum?
Styrkin á liðnum er heilt víst
samahaldið. Tað, at vit hava tað so
gott saman, ger tað nógv lættari
og stuttligari at spæla saman. Tað
styrkir liðið, at man hevur tað so
gott saman.
Hvussu eru vónirnar til
restina av kappingini?
Vónirnar eru stórar, og vit eru sera
spentar til teir komandi dystirnar.
“Kanska nógv eru frustrerað inn á dómaran í dag, men
tað er fantastiskt, at vit sleppa at spæla, og at hann
ikki bara tveitir gul kort út. Menn sluppu at spæla”
- Pætur Dam Jacobsen (Skála) eftir dystin ímóti
EB/Streymi um dómara, Bjarka Danielsen
“Um tú hyggur at hæddarpunktunum, so sært tú,
at vit skaptu nógvar málmøguleikar í dag. Eg tosi
ikki tveir ella tríggjar, men meira seks ella sjey”
- Maurice Ross, Víkinga-venjari,
eftir 0-0 ímóti TB/FCS/Royn