Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Ongin ella tríggir dystir í Havn Tað er altíð ein orsøk. Soleiðis er eisini, tá tað kemur til at leggja føroyskan ítrótt til rættis. Men hesar seinastu vikurnar hava vit aftur sæð avbjóðingina av, at vit ikki taka fyrilit fyri hvørjum øðrum, ella mest av øllum ítróttatelskaranum. Landskappingini í fótbólti tekur ikki longur hædd fyri, at HB og B36 hava sama leikvøll, og at AB er tiðja liðið í høvðusstaðnum. Tað sást, tá tað nú hava verið vikuskiftir, har HB, B36 og AB hava spælt á útivølli í senn, meðan 20.000 fólk eru í høvðusstaðnum. Jújú, tey skulu eisini fylgja sínum liði á útivølli, men tit skilja nokk. Vit hava eisini sæð, at triðja hondbóltsfinalan hjá kvinnum bleiv spæld, meðan fýra dystir í landskappingini hjá monnum blivu avgreiddir. Hartil rann saman millum FM finalurnar í flogbólti og eitt umfar í fótbóltslandskappingini. So nú hava vit tvey sløg av samanrenningum, sum gera at tað ikki er best møguligt fyri ítróttarelskaran, at fara til ítrótt. Tað er altíð ein forkláring. Flogbólturin hevur lagt FM finalurnar fyri langari tíð síðan, men ynskir fótbólturin at flyta ritt umfar í ein dag, um tað ikki er optimalt, tá FM er í flogbólti? Og hvussu við triðju hondbóltsfinaluni hjá kvinnum, skalt tú taka hædd fyri eini møguligari triðju finaluni? Mín spurningur er aftur, hava vit ráð til ikki at tosa saman? Hevur fótbólturin ráð til, at ongin dystur er í Havn ein sunnudagin, at allir dystirnir eru í senn, at tað yvirlappar millum FM finalur í øðrum ítrótti og eitt landskappingarumfar? Eg haldi ikki. Mín meining er, at vit í lítlu Føroyum skulu tora at flyta dystir og samskipa, so øll fáa pláss. Tað ger tað nógv lættari hjá ítróttarelskaranum at sleppa til ítrótt. Vit í miðlunum merkja tað eisini væl. Tað er torført at dekka fleiri ítróttargreinar og fleiri dystir í senn. Sjálvt í Premier League eru feløgini ónøgd, tá dystirnir verða lagdir, tí tey meta hini liðini fáa fyrimun og so framvegis, men Premier League fær so nógvar pengar inn, at tað kann í besta føri verða ein vánalig umbering. Tá tú í Premier League kanst tað, so hví kunnu vit ikki eisini hava ein landskapping, har flest áskoðarar sleppa til flest dystir? Eg vildi mett, at tað var til fyrimuns fyri øll í longdini. Vit hava ikki ráð, at tosa forbí hvønn annan. Føroyskur ítróttur má samstarva! trondur@sosialurin.fo Milos Budakovic TB/FCS/Royn: Milos Budakovic átti stóra æru í, at Suðringar vunnu sær stig burturúr trupla útidystinum. Serliga dugdi málverjin væl at vera taktiskur við at taka ferð burturúr dystinum, tá Suðringar vóru undir trýsti, umframt at hann hevði avgerandi bjargingar. Petur Zachariassen EB/Streymur: Miðverjin hjá EB/Streymi var mest eyðsýndi leikarin hjá heimaliðnum sunnudagin í málleysa javnleikinum móti Skála. Var stinnur í verjuspælinum, slapp sær skilagott av við bóltin og var avgerandi í deyðbóltsstøðum. Meinhard E. Olsen B36: Var ein støðug hóttan móti KÍ verjuni, og kom eisini bæði á máltalvuna og legði upp til mál í sigrinum hjá B36 sunnudagin móti KÍ. Tykist nærkast einum plássi á a-landsliðnum. Odmar Færø B36: Hóast B36 lat tvey mál inn móti KÍ sunnudagin, spældi B36 liðskiparin, Odmar Færø, sannførandi. Er í einum heilt øðrum flokki fysiskt enn flestu av hinum leikarunum í deildini. Lukasz Cieslewicz B36: Stóri profilurin á B36 liðnum, var sunnudagin aftur í gamla lagnum, tá B36 vann móti KÍ. Var helst besti leikarin á vøllinum, og var við í teimum flestu farligu støðunum hjá B36 í dystinum. Teitur Olsen TB/ FCS/Royn: Liðskiparin hjá samanlagda suðuroyarfelagnum átti avgerandi lut í, at Suðringar sunnudagin hildu tvífaldu føroyameistarunum úr Víkingi frá at skora. Dugir væl at lesa spælið sum verjuleikari. Adrian Justinussen HB: Tekniskt sterki leikarin hjá HB, skaraði sunnudagin framúr í sigrinum móti 07 Vestur. Var sum heild tryggur á bóltinum gjøgnum allan dystin, og skapti fleiri farligar støður. Kom eisini á máltalvuna tvær ferðir. Ari Olsen Skála: Orku fulli høgri bakkurin, var dagsins leikari á Eiði sunnudagin í málleysa javnleikinum. Kom ferð eftir ferð framvið og skapti støður í álopsspælinum, og var eisini sannførandi í verjuspælinum. Magnus Holm Jacobsen B36: Ungi B36 miðvallarin trein av álvara inn á pallin sunnudagin í toppdystinum móti KÍ. Var sum heild sterkur og tryggur á bóltinum, og so smæddist hann heldur ikki burtur í nærdystunum. Var eyðsýndur. Erlendur Magnusson B36: Kann spæla fleiri pláss, men varð sunnudagin valdur sum sentralur miðvallari. Har kom ungi B36 leikarin væl frá uppgávuni. Var ágrýtin í press-spælinum og var góður til at koma niðan við at stuðla í álopsspælinum. Símun Samuelsen HB: Royndi vongspælarin hevur gongd í sínum besta ári síðani 2013, tá HB seinast gjørdist føroyameistari. Ímóti 07 Vestur sunnudagin, kom Símun Samuelsen bæði á máltalvuna, umframt at hann legði upp. Tó skuldi Símun havt fingið fleiri mál, tí hann hevði fleiri upplagdar málmøguleikar. Jákup á Borg B36 B36 leikararnir framdu sunnudagin eitt sannførandi avrik, har venjarin, Jákup á Borg, týðuliga hevði gjørt eitt gott heimaarbeiði. Bæði við at seta leikararnar upp til dystin, og reint taktiskt, har B36 var greitt omaná móti KÍ leikliga. LIÐIÐ HESA VIKUNA