Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Samanhangurin millum alko­hol og krabbamein er væl skjalprógvaður. Um eingin drakk alkohol, høvdu sjúkrahúsini á hvørj­ um ári havt eitt mun­andi min­ni tal av krabba­meins­til­ burð­um. Alkohol er ein partur av okkara sosialu mentan og verður notið í nógvum ymisk­um samanhangum. Men, alkohol spælir eisini ein leik­lut í okkara heilsu. Tað ger alkohol Meðan kanningar benda á, at ein ógvuliga lítil nøgd av alkoholi kann minka um vandan fyri at menna hjarta­ æðra­sjúkur, er eingin ivi um, at alkohol eisini veksur um vandan fyri at menna krabba­mein. Heimsheilsustovnurin (WHO) hevur bólkað alkohol sum krabbameinselvandi. Hetta er ikki bara nakað, sum verður hildið, men vissa er fyri hesum. Vandin fyri krabbameini økist við nýtslu av rús­ drekka, tí alkohol - • Ger krabba­meins­ elvandi niður­ brótingarevni • Veksur um virknaðin av øðr­um krabbameinselvandi evn­um • Ávirkar kvinnulig kyns­ hormon­ir • Broytir umferðina av folati í likaminum Alkohol og royking Tá livurin niðurbrýtur alko­ hol, skapast ein røð av niður­ brót­ingar­evnum, eitt nú acetaldehyd, sum er krabba­ meins­elvandi og sum ávirkar framleiðslu og um­væl­ing av dna. Alkohol veksur eisini um virknaðin av øðrum krabba­ meinselvandi evnum, og vandin fyri krabbameini veks­ur, tá tú verður útsettur fyri øðrum váðafaktorum, sam­stundis sum tú drekkur. Serliga vandamikil er flætt­ingin av alkoholi og royk­ing, tí alkohol økir um krabbameinselvandi virk­ naðin av tubbaki. Alkohol ávirkar nøkur av kvinnuligu kyns­hormonu­ num, so støðið hækkar, og so­leiðis veksur eisini vandin fyri at menna bróstkrabba. Tá tú drekkur, hevur tað eina negativa ávirkan á evnini hjá likaminum at upp­ taka og umseta folat. Folat er týdningarmikið fyri at hava eina optimala funktión av dna og soleiðis eisini fyri eftirlitið av teim­ um ílegum, sum hava týdn­ ing fyri menningina av krabba­meini. Alkohol er krabba­meins­ elv­andi, eisini í smáum nøgd­ um, og rúsdrekka kann elva til krabbamein í teim­um gøgnum, sum koma í sam­ band við alkoholið - heilt úr munninum og niður í enda­ tarmin. Haraftrat veksur alkohol um vandan fyri bróstkrabba. Um tú bæði roykir og drekkur, veksur relativi vandin fyri at menna krabba­ mein í munnholu, svølgi, væl­indi og barkakýla nógvar ferð­ir í mun til, um tú hvørki royk­ir ella drekkur. Tess størri nøgdirnar av rúsdrekka eru, jú størri verður vandin. Slag ongan týdning Serliga í samband við bróst­ krabba er staðfest, at vand­in veksur longu við av­mark­ aðari nýtslu av alkoholi, kanska einum snapsi um dag­in, og vandin veks­ur fyri hvønn snapsin, tú drekkur. Einki bendir á, at tað hevur nakran týdning, um tú dreppur vín, øl ella snaps, tí kanningar vísa, at vandin er júst hin sami. Gransking vísir eisini, at tað altíð loysir seg at minka um nýtsluna av rúsdrekka, um nýtslan er vorðin ov stór, men allar best er, um einki alko­hol verður drukkið. Sambært Heilsustýrinum er vandin stórur fyri at gerast sjúkur, um tú drekkur 21 snapsar um vikuna sum maður - og 14 snapsar um viku­na sum kvinna. Hyggja vit eftir donskum tøl­um yvir alkoholnýtslu, sæst, at 10,3 prosent av donsk­um monnum drekka meira enn 21 snapsar um viku­na, og 6,8 prosent av kvinnn­um drekka meira enn 14 snapsar um vikuna. Í Danmark er nýtslan av alko­holi størri enn í mongum øðrum londum, og hóast sæð verður burtur frá teimum, sum eru stórbrúkarar av rús­ drekka, eru tað kortini nógv­ ir danir, sum drekka meira, enn Heilsustýrið sigur vera ráði­ligt. Ikki fyri heilsuna Alkohol skal drekkast við máta, og tað er eingin gongd leið at drekka alkohol fyri heilsu­na. Børn og ung eiga ikki at drekka alkohol, og tað eigar kvinn­ur við barn og fólk, sum líða av ávísum sjúkum, heldur ikki. Kelda: www.cancer.dk TÍ VEKSUR ALKOHOLIÐ UM VANDAN FYRI KRABBASJÚKU Alkohol skal drekkast við máta, og tað er eingin gongd leið at drekka alkohol fyri heilsuna. Um tú bæði drekkur og roykir, veksur vandin fyri krabbameini og øðrum sjúkum nógv Meðan kanningar benda á, at ein ógvuliga lítil nøgd av alkoholi kann minka um vandan fyri at menna hjartaæðrasjúkur, er slett eingin ivi um, at alkohol eisini veksur um vandan fyri at menna krabbamein