Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Kristina Háfoss landsstýriskvinna í Fíggjarmálum Politiska skipanin hevur í ára­tíggir vitað at alneyðugt er við eini pensjónsnýskipan, men ikki fyrr enn nú verður henda framd í verki. Vanliga verður sagt at tað er í ringum tíð­um at møguligt er at fremja nýskipanir og stórar broyt­ingar í samfelagnum, men samgongan hevur – saman við Sjálvstýri – prógv­að, at tað væl ber til at fremja mál, ið leggja nýggjar og tryggar samfelagslunnar, sjálvt í bestu tíðum. Avbjóðingin – mugu trygg­ja vælferðarsamfelagið yvir tíð Komandi árini fara vit frá at vera 6-7.000 pensjónistar til at gerast umleið 12.000 pen­sjón­istar í Føroyum. Hetta er bæði gott og gleði­ ligt. Orsøkin er, at stórir ár­ gang­ir í hesum døgum og kom­andi tíðina gerast pen­ sjón­ist­ar, samstundis sum livialdur tíbetur hækkar í hvørj­um. Tá fólkapensjónin í sínari tíð varð sett í verk, og pensjónsaldur á 67 ár varð ásett­ur, var miðallivialdur sum føroyskur pensjónistur 3-4 ár. Í dag er hesin 18-19 ár, og skjóttvaksandi. Í nærm­ astu framtíð væntast vit at hava livað 22 ár í miðal sum pensjónistar. Eisini hetta er bæði gott og gleðiligt. Men tá vit bæði gerast tvífalt so nógvir pensjónistar og vit liva munandi longur sum pen­sjónistar, samstundis sum talið av føroyingum á arbeiðsmarknaðinum ikki veks­ur í sama mun, verður trupult at tryggja øllum eina góða pensjón, trygt heilsu­ verk og munagóða eldrarøkt í framtíðini. Hesa avbjóðing hevur politiska skipanin skyldu at loysa. Tíverri hev­ ur hetta ikki eydnast – fyrr enn nú. Drúgvar og umfatandi samráðingar Tað hevur stóran týdning at ein pensjónsskipan ikki verður broytt í heilum, tí fólk skulu kenna seg trygg við, at skipanin er støðug. Vit hava tí frá nærum fyrsta degi hjá samgonguni sett okkum fyri, at gera tað sum vit kunnu fyri, at fáa breiða politiska semju um pensjónsnýskipanina. Fíggar­málaráðið og Al­ manna­málaráðið hava tí havt ótalligar fundir við um­boð fyri allar flokkar á Løgtingi og síðan aftur við leiðslurnar í øllum flokk­um á Løgtingi, í fleiri um­førum, fyri at tillaga pen­sjóns­ný­ skipan­ina soleiðis, at allir flokk­ar kundu kenna seg aftur í nýskipanini. Stór undirtøka fyri pensjónsnýskipanini Tjóðveldi, Javnaðar­flokk­ urin, Framsókn, Sjálvstýri og uttanflokkatingfólkini Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksa­foss, tóku at enda undir við pensjónsnýskipanini. Eisini hóast hvørt einstakt ting­fólk uttan iva kundi ynskt sær okkurt øðrvísi. So­leiðis vil altíð verða, tá tey 6 lógaruppskotini í stóran mun vórðu orðað og til­lagað soleiðis, at øll kundu kenna seg aftur í onkrum, og so­ leiðis at ein enn breiðari semja kundi finnast. Av and­støðu­flokk­un­um ynskti Fólkaflokkurin ikki at taka undir við størru broyt­ing­ unum, eisini hóast flokkurin, tá hann var í samgongu gekk á odda at mæla til hækk­ aðan pensjónsaldur og størri mótrokning í fólka­ pen­sjón­ini. Hinvegin vildi Sambandsflokkurin vera við í samráðingunum til tað seinasta. Fleiri ítøkilig semju­uppskot vórðu enntá gjørd, ið partur av Sam­ bands­flokkinum tók undir við, men sum leiðslan tíverri vrakaði tá alt kom til alt. Heldur enn at møtast á miðjuni varð ført fram, at fekk flokkurin ikki øll síni ynski við tá umræður fólka­ pensjónina, so varð ongin semja. Sjálvstýri valdið tí­ betur at vera við frá byrjan til enda, og fekk tí eisini stóra ávirkan á endaligu pen­sjóns­ nýskipanina. Pensjónsnýskipan – tvær skipanir frá 2020 Fyri at tryggja, at fíggjarligu fyri­treyt­ir­nar hjá verandi pen­sjón­istar ikki verða grund­leggj­andi broytt­ ar, er pen­sjóns­ný­skipan­in býtt í tvey. Ný­skipan­in í síni heild kem­ur í gildi fyri øll, ið gerast pensjón­istar frá 1. januar 2020 og framyvir. Verandi pensjónistar og øll, ið gerast pensjónstar til og við 31. desember 2019, verða verandi í núverandi pensjóns­skipan. Tó eru 3 broytingar í mun til verandi skipan, ið geva verandi pensjónistum betri umstøður. 1. Hækkað út­ gjald úr Samhaldsfasta (um 1.600 kr. um mánaðin áðrenn skatt). 2. Árlig prístals­ hækking av øllum pensjóns­ veit­ing­um (eisini grund­ upp­hædd). 3. Møguleiki fyri at velja millum at strika mótrokning millum hjún ella at varðveita mótrokningina. Pensjónsnýskipanin er grundað á 6 lógir – 3 úr Fíggjar­málaráðnum og 3 úr Almanna­málaráðnum – ið saman­lagt hava til endamáls at røkka 3 yvirskipað mál: 1. Pensjónistar meira at liva fyri Allir verandi pensjónistar um­framt komandi pensjón­ ist­ar, ið ikki hava sera høgar inntøkur við síðuna av pensjónini, fáa góðar 1.000 kr. meira í pensjón um mán­ aðin eftir skatt. Hetta vegna hækkað útgjald úr Sam­ halds­fasta á umleið 1.600 kr. um mánaðin áðrenn skatt. Eisini verður sokallað javningarlóg sett í verk, ið tryggjar, at framyvir verður fólkapensjónin (írokn­að grundupphædd) prístals­hækkað. Harvið vil grundupphæddin ikki longur vera fastfryst, men fer at hækka á nærum hvørj­ um ári. Hetta er eitt fram­ brot, tí í dag er ongin prístals­ hækking av fólka­pensjónini. Undantøkini í verandi eftirlønarlóg verða hartil nærum øll strikað. Í dag er tað soleiðis, at øll, ið eru av arbeiðsmarknaðinum í tíðaravmarkað tíðarskeið, t.d. vegna barsil, arbeiðsloysi, heima vegna barn sum ber brek ella vegna eldri for­ eldur, ið hava tørv á hjálp­ andi hond, ella eru í til­ lagaðum starvi - hesi fáa í dag ikki eftirløn av tí gjaldi tey fáa úr barsilsskipan, ALS ella frá Almannaverkinum. Hetta verður í sambandi við pen­sjónsnýskipanina broytt so­leiðis, at eftirlønargjald upp til 12% verður lagt afturat útgjaldinum. Hetta vil tryggja at ongin dettur niður­ímillum, og ongin fær lægri pensjón, bert tí tey eru av arbeiðsmarknaðinum í parti av lívi teirra. 2. Fíggjarligur fyrimunur at arbeiða eftir pensjónsaldur Fyri tey ið gerast pen­sjón­ istar eftir 1. januar 2020 fer at bera til at útseta pen­ sjón­ina, um ynskt verður at halda áfram at arbeiða, og heldur fáa hægri pensjón tá farið verður á pensjón. Fyri hvønn mánað sum tú út­setir pensjónina veksur pensjónin. Fyri hvønn mánað tú útsetir pensjónina, fært tú hægri grundarupphædd og viðbót tá tú velur at fáa pensjón útgoldna. Eisini verður mót­rokn­ ingin í pensjónsviðbótini laga­ligari fyri pensónistar í nýskipanini eftir 1. janu­ar 2020, ið velja ikki at út­seta pensjónina. Harvið verður tú ikki ov ógvusliga mót­ rokn­aður í almennu pen­ sjón­ini – so sum støðan annars er í dag viðvíkjandi pensjóns­við­bótini. Mót­ roknað verður í dag við 60% í pensjónsviðbótini, meðan henda mótrokning í pensjónsnýskipanini lækk­ar niður í 40%. Sam­ stund­is verður eisini mót­ roknað lagaliga í grundar­ upp­hæddini við 25%, men bert um tú hevur inntøku oman­fyri 60.000 kr. afturat pen­sjónini. Tú skalt heilt uppá inntøku á 19.350 kr. um mánaðin við síðuna av pensjónini, áðrenn tú ikki fært grundupphædd útgoldna, og heilt upp á inn­tøku á 31.300 kr. um mánaðin við síðuna av pen­ sjónini, áðrenn tú ikki fært grundupphædd ella viðbót útgoldna. Og tá fært tú framhaldandi fult útgjald úr Sam­haldsfasta, sum frá 2019 fer at vera heilar 5.600 kr. um mánaðin. Mótrokning millum hjún verður hartil strikað í pensjónsnýskipanini, so­ leiðis at framyvir verður makin ikki mótroknaður í mun til inntøkuna hjá maka­ num. Verandi pen­sjón­istar fáa eisini møgu­leika fyri at velja at strika mótrokning millum hjún. 3. Haldførið og vælferðarsamfelagið styrkt Tað er okkara ábyrgd at tryggja eitt sterkt væl­ ferðar­sam­felag, ikki bert í dag, men eisini í framtíðini. Meðan vit í dag eru umleið Inntøka (ár) 0 60.000 75.000 100.000 120.000 135.000 150.000 175.000 200.000 225.000 250.000 275.000 300.000 350.000 400.000 500.000 Inntøka (mð) 0 5.000 6.250 8.333 10.000 11.250 12.500 14.583 16.667 18.750 20.833 22.917 25.000 29.167 33.333 41.667 Støk 2017 (mð) 10.284 13.459 13.203 13.733 14.156 14.474 15.194 16.517 17.785 19.004 20.223 21.441 22.584 24.814 27.043 31.503 Støk 2020 (mð) 11.313 14.488 14.970 15.772 16.372 16.791 17.210 17.908 18.606 19.221 19.868 20.537 21.206 22.544 24.316 28.775 Munur (mð) 1.029 1.029 1.766 2.039 2.216 2.317 2.016 1.391 822 218 -354 -904 -1.378 -2.270 -2.727 -2.727 TALVA: Pensjónsinntøka pr. mánaða í nýskipan í mun til í dag, í mun til aðra ársinntøku Hægri pensjón, smidligur pensjónsaldur og styrkt haldføri 24. apríl 2018 var ein søguligur dagur á Føroya Løgtingi. Tí við stórum meiriluta varð pensjónsnýskipanin umsíðir samtykt. Talan er um eitt stórt framstig fyri føroyingar og serliga fyri pensjónistar í Føroyum, sum fáa eina skipan, ið hækkar pensjónina, ger tað meira fíggjarliga áhugavert at arbeiða eftir pensjónsaldur, og styrkir fíggjarliga haldførið undir vælferðarsamfelagnum