týsdagur 1. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
TÍÐARGREIN
4 á arbeiðsmarknaðinum
fyri hvønn pensjónist, so
gerast vit umleið 2 á arbeiðs
marknaðinum fyri hvønn
pensjónist í nærmastu fram
tíð. Skal eydnast at tryggja
øllum eina góða pensjón,
trygt heilsuverk og muna
góða eldrarøkt uttan at
økja skattatrýstið á tey, ið
eru á arbeiðsmarknaðnum,
og uttan at leggja munandi
økt brúkaragjøld á væl
ferðartænastur, er neyðugt
við
pensjónsnýskipanini.
Serliga
er
tað
hækkaði
pensjónsaldurin
og
mót
rokningin í størri parti av
almennu fólkapensjónini, ið
betrar langtíðar fíggjarliga
haldførið.
Samanlagt
verður mett, at fíggjarliga
haldførið
betrast
av
pensjónsnýskipanini
við
tí, ið svarar til knøpp 4% av
BTÚ komandi árini. Hetta
er umleið helvtin av tí
haldførisavbjóðing, ið Bú
skaparráðið hevur mett, at
Føroyar hava yvir tíð. Harvið
ger pensjónsnýskipanin góð
an mun.
Betraða
haldførið
ger
tað í størri mun møguligt
hjá landi og kommunum at
veita borgarum góðar væl
ferðartænastur í framtíðini,
uttan at økja skattatrýstið.
Smidligur
pensjónsaldur – útsett
ella framskundað
pensjón
Kanska tað størsta fram
stigið við pensjónsnýskipan
ini er, at pensjónsaldurin
gerst meira smidligur. Tað
verður soleiðis at tú í nógv
størri mun kann velja at fáa
pensjón í mun til støðuna hjá
tær.
Pensjónsaldurin hækkar
varliga við 6 mánaðum í 2025
og aftur við 6 mánaðum í
2030, umframt at sokallað
livitíðarindeks verður sett í
verk.
Harumframt
verður
møguleiki fyri pensjónistar
eftir 1. januar 2020 at velja
millum útsetta og fram
skundaða pensjón. Hetta er
millum annað ásannandi
at meira enn helvtin av
pensjónistum, sum eru 68
ár í dag velja at arbeiða og
hava inntøku svarandi til
fulltíðararbeiði (í miðal 22.-
23.000 kr. um mánaðin).
Partar av hesum kundu
kanska valt útsetta pensjón.
Hetta er eisini ásannandi
at umleið ein fjórðingur
av teimum, ið eru 66 ár eru
fyritíðarpensjónistar í dag.
Partar av hesum kundu
kanska valt framskundaða
pensjón.
Velur tú ”framskundaða
pensjón”
er
talan
um
pensjón svarandi til miðal
fyritíðarpensjón. Velur tú
”útsetta
pensjón”
útsetir
tú tíðspunktið fyri nær tú
fært pensjón, men afturfyri
hækkar pensjónsútgjaldið, tá
tú velur at fáa hetta útgoldið.
Útsetan í 10 ár gevur dupult
so høga almenna pensjón.
Leysliga kann tí sigast, at fyri
hvørt ár, ið tú velur at útseta
pensjónina,
svarar
hetta
til umleið 10% hækking av
almennu pensjón tíni.
Frá flatskatti
til stigvaksandi
pensjónsskatt
Pensjónsnýskipanin gevur
hartil upp í 25% pensjóns
skattalætta
til
lág-
og
miðallønt. Farið verður frá
40% flatskatti frá fyrstu
krónu í pensjónsinngjaldi,
til stigvaksandi pensjóns
skattaskipan, har láglønt
rinda 30% í pensjónsskatti
og síðan stigvaksandi við 21
stigum upp í 40%. Hetta vil
økja pensjónsuppsparingina
og avkastið av uppsparingini
munandi hjá lág- og miðal
løntum komandi árini.
Undanfarna
samgonga
broytti pensjónsskattin frá,
at pensjón varð skattað við
útgjald, til at egin pensjóns
uppsparing varð skattað við
inngjald. Harumframt varð
reinur flatskattur innførdur.
Farið varð frá, at útgjald av
lívrentupensjón ella luta
pensjón varð skattað við
útgjald stigvaksandi sum
vanlig
lønarinntøka,
tvs.
lægri skattur um tú hevði
lága pensjón og hægri skattur
um tú hevði høga pensjón,
til at øll vórðu skattað av
pensjónsinngjaldi við 40%
frá fyrstu krónu. Sokallað
kapitalpensjón (útgoldin í
einum við pensjónsaldur)
varð áður skattað við 35%
við útgjaldi, men fyri hesar
pensjónir hækkaði skatt
urin upp í 40% við inngjald
í einum. Talan varð sostatt
um eina munandi pensjóns
skattahækking í undanfarna
samgonguskeiði, serliga fyri
lág- og miðallønt.
Meira skattað við
útgjald og minni
forskatting
Pensjónsnýskipanin tryggj
ar, at neiliga ávirkanin av
forskattingini yvir tíð, verður
munandi
minkað.
Hevði
ynskt at vit kundu umlagt
alla pensjónsforskattingina
til skatting við útgjald, men
politisk undirtøka hevur ikki
verið fyri hesum. Hinvegin
er eydnast at fáa semju um
munandi umlegging av pen
sjónsskattinum soleiðis, at
farið verður frá flatskatti
til stigvaksandi skatt, har
láglønt rinda munandi lægri
skatt enn hálønt. Eisini
verður
pensjónsskipanin
umløgd soleiðis, at størri
partur
framyvir
verður
skattaður við útgjald.
Í dag er støðan henda:
Minst 15% av lønini skal rind
ast til eginpensjón. Verður
forskattað við flatskatti á
40% frá fyrstu krónu.
2,25% frá arbeiðstakara
í
Samhaldsfasta.
Verður
skattað stigvaksandi við út
gjald sum lønarinntøka.
2,25% frá arbeiðsgevara í
Samhaldsfasta. Verður skatt
að stigvaksandi við útgjald
sum lønarinntøka.
Íalt 19,5% tikin av samlaðu
lønarinntøku,
harav
15%
forskattað við 40% flatskatti,
og 4,5% skattað við útgjald
stigvaksandi. Hartil kemur
landsskattur v.m. sum eitt
nú verður brúktur at rinda
fólkapensjón.
Spara meira upp í felag
Pensjónsnýskipanin
ger,
at meira verður spart upp í
felag, samstundis sum minni
verður tikið av samlaðu
lønarinntøkuni til pensjón.
Eisini verður størri partur
skattaður við útgjaldi, og
verður talan um eina meira
stigvaksandi, samhaldsfasta
pensjónsskattaskipan:
Minst
12%
av
lønini
skal rindast í eginpensjón.
Verður forskattað, men við
stigvaksandi
skattaskipan
úr 30% upp í 40%, har láglønt
rinda minni í skatti enn
hálønt.
3% frá arbeiðstakara í
Samhaldsfasta. Verður skatt
að stigvaksandi við útgjald
sum lønarinntøka.
3% frá arbeiðsgevara í
Samhaldsfasta. Verður skatt
að stigvaksandi við útgjald
sum lønarinntøka.
Pensjónsnýskipanin ger
sostatt, at íalt 18% verða tikin
av samlaðu lønarinntøku
til pensjón, harav 12% for
skattað
stigvaksandi,
og
6% skattað við útgjald stig
vaksandi.
Hartil
kemur
landsskattur v.m. sum eitt
nú verður brúktur at rinda
fólkapensjón,
ið
partvíst
verður skattað við útgjald,
stigvaksandi
sum
vanlig
lønarinntøka.
Tryggjar øllum eina
góða pensjón
Nógv hevur verið tosað
og skrivað um, at tað eru
nøkur, ið fáa minni pensjón
við nýskipanini – og tað er
rætt. Men talan er IKKI um
verandi pensjónistar, ið allir
fáa góðar 1.000 kr. meira
at liva fyri um mánaðin.
Tað sama er galdandi fyri
komandi pensjónistar (frá
1. januar 2020), ið ikki hava
stóra inntøku afturat pen
sjónini. Tú skalt hava inn
tøku á nærum 20.000 kr.
um
mánaðin
ella
meira
afturat fólkapensjónini og
Samhaldsfasta, OG gerast
pensjónistar frá 1. januar
2020 og framyvir, áðrenn
tú fært minni útgoldið frá
almennu
pensjónini
og
Samhaldsfasta samanlagt, í
mun til í dag.
Skal eydnast at styrkja
fíggjarliga
haldførið,
og
samstundis
fremja
allar
tær ábøtur á pensjóns
skipanina,
ið
vit
hava
ynskt - herundir at hækka
pensjónina, bæði hjá nú
verandi pensjónistum og
hjá komandi pensjónistum,
ið ikki hava aðra, ella hava
lága, inntøku - so mugu tey, ið
hava hægri inntøkur afturat
vanligu
pensjónini,
fáa
nakað minni í fólkapensjón.
Annars hongur tað sjálvandi
ikki saman fíggjarliga.
Ein trygg og varandi
pensjónsskipan
Pensjónsnýskipanin tryggjar
sum
heild
føroyingum
eina munandi betri pen
sjónsskipan, enn støðan er
í dag. Samanlagt hækkar
pensjónin, tað gerst meira
fíggjarliga
áhugavert
at
arbeiða eftir pensjónsaldur,
pensjónsaldurin
gerst
meira smidligur, pensjóns
skatturin
lækkar,
meira
verður skattað við útgjald
og lutfalsliga minni for
skattað í mun til í dag, eftir
løn
verður
løgd
afturat
øllum
tíðaravmarkaðum
veitingum, so sum barsils
gjald, ALS-gjald og gjald fyri
tillagað starv, mótrokning
millum hjún verður strik
að, og fíggjarliga haldførið
hjá føroyska vælferðarsam
felagnum verður styrkt.
Við pensjónsnýskipanini
hevur
politiska
skipanin
tikið ábyrgd – heldur enn at
renna undan ábyrgd – og fáa
føroyingar tí nú og framyvir
eina meira trygga og varandi
pensjónsskipan.
Á Flaggdegnum 25. apríl 2018