Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Seinastu tíðina hevur Magni Mohr verið knýttur at venjaratoyminum hjá Deportivo La Coruna, sum sunnukvøldið flutti niður í næst­ bestu deildina í Spaina. Deportivo La Coruna gav annars FC Barcelona skarpan gang, men tað endaði við, at Lionel Messi og FC Barcelona vunnu 4-2 við tveimum málum móti endanum av dystinum. -Tað var eitt fantastiskt upp­ livilsi, at spæla móti Barcelona og hava yvirtikið á dystinum ein stór­ an part av seinna hálvleiki. Tað vísa tølini eisini. Tað er irriterandi, tá vit føla at vit burdu fingið meiri brutur­úr, sigur Magni Mohr úr tele­ fon­ini í La Coruna. -Tað er kensuliga avbjóðandi at flyta niður. Tað sum er serligt í hesum førinum er, at Levante, sum vit kappast við, hava havt nøkur avbera góð úrslit. Deportivo lá eisini til niðurflyting tá vit komu til, men hóast tølini vísa fleiri betr­ ing­ar, so er tað ringt at koma til eitt lið og venda gongdini, sigur Magni Mohr. Hetta var at rokna sum ein bjarg­ingar­ætlan, tá Clarence See­ dorf og hansara venjaratoymið bleiv sett. Tað miseydnaðist í mun til niðurflyting, og tað er óvist um Clarence Seedorf og venjaratoymið hjá honum halda fram í felagnum. Tað tyksit fyri vist, at hann og venjara­toymið fáa tilboð úr Evropa til komandi kappingarár. -Hendan uppgávan verður fyri­ bils liðug fyri mítt viðkomandi við kappingarenda, so fáa vit at síggja hvat framtíðin hevur at bjóða. Eg eri ikki liðugur at arbeiða í topp­fót­ bólti­num, og eg vænti tað er sann­ líkt, at eg komi at arbeiða saman við Clarence Seedorf einaferð í fram­tíðini, sigur Magni Mohr. Vágbingurin hevur úr at gera í ymiskum verkætlanum, millum ann­að í Føroyum. -Mítt tilknýti til Deportivo er liðugt tá kappignini endar 20 mei. Eg ferðist í løtuni millum Føroyar og Spania, tí eg havi eisini uppgávur her, og aðrastaðni í heiminum. Men vit funnu eina loysn, sum báðir partar eru nøgdir við, sigur Magni Mohr. Hann er í venjaratoyminum hjá Clarence Seedorf, sum er fyrrveradi topp­spælari. Hollendingurin hevur mill­um annað vunnið Champions League samanlagt fýra ferðir við trim­um ymiskum feløgum. Hann var eitt stutt skifti venjari hjá AC Milan og ætlanin var, at hann skuldi halda fram, men hóast góð úrs­lit so valdi leiðslan í felagnum annað. Yrkisleiðin í toppinum í altjóða fót­bólti byrjar í Juventus, og seinni í Chelsea, har Magni Mohr er í venjaratoyminum hjá millum annað Carlo Ancelotti. Størri uppgávur nú Í mun til uppgávurnar í Juventus og Chelsea, so er Magni Mohr nógv meiri íblandaður í beinleiðis venj­ ingini hjá Deportivo La Coruna. -Eg venji liðið nógv meira í mun til mína tíð í Chelsea. Her eri eg eitt slag av hjálparvenja, fysiskum venjara og samskipara av arbeiðinum hjá venjarum, sport science og medisinsku deildini. Eg stýri fysisku venjingunum, meðan Clarence Seedorf stendur fyri tekn­ iska og taktiska partinum. Eg fái allar venjingarnar á sjónband, tá eg eri í føroyum, meðan eg havi venj­ ing­ar­nar, tá eg eri í Spania, greiðir Magni Mohr frá. Hann lýsir Clarence Seedorf sum avbera góðan, málrættaðan og gjøgnumførdan venjara, sum tó eisini er sinnaður at lurta eftir ser­ frøðini. -Sum fótbólturin broytist í løtu­ ni, so verður samanspælið mill­lum mín leiklut og ein venjara bara størri og størri. Hann er ein venjari, sum er sinnaður at lurta og stóla upp á tey tingini, sum vit koma við. Tað hevur nógv at siga fyri meg, tí annars gevur mítt arbeiði ikki mein­ing, sigur Magni Mohr. Hann leggur afturat, at topp­fót­ bólts­um­hvørvið er lokk­andi, men ásannar eisini, at tað er ein be­last­ andi verð, har tað altíð er trýst á. Vegurin til Deportivo Tað er ikki óvanligt, at hann fær bjóð­að slíkar uppgávur í serliga norður­londum, eftir at samstarvið við Chelsea endaði í 2011. Tá býr Magni Mohr í Onglandi, meðan hann í dag býr í Føroyum. -Tá Carlo Ancelotti fer til Paris Saint-Germain fái eg møguleika at fara við, men tað bleiv ikki til nakað meir tá. Tá eg flyti heim í 2014, sig­ ur hjálparvenjarin í Chelsea, at Clarence Seedorf ætlar sær at verða venjari. Hann fær bjóðað AC Milan og eri eg á fundi við Milan í Amster­dam einaferð í 2014, fortelur Magni Mohr og sigur víðari. -Ætlanin er, at vit skulu taka yvir at venja AC Milan í 2015, men Clarence Seedorf verður settur fyrr, tí venjarin verður koyrdur. Tað spælir tíverri ikki væl av, tí hann ikki heldur ikki fram eftir kapp­ingar­endar. Hann gjørdi tað gott, men tað blívur óklárt millum hann og leiðsluna í felagnum, sigur Magni Mohr, sum eisini er lektarin á Fróðskaparsetrinum. Clarence Seedorf verður síðani venjari í Kina, men eg tá liggur ikki fyri hjá Magna at fara við. Har fær hann venjararoyndir. -Hann er eitt stórt navn og fær bjóð­að ymisk størv. Eitt av teimum er Deportivo, sum hann tók av. Eg havi ikki arbeitt við La Liga fyrr, so hetta er spennandi, sigur Magni Mohr. Hann heldur, at Clarence See­ dorf kann blíva ein fantastikur venjari. Stórur ítróttarligur munur Eftir nakrar vikur í La Coruna hevur Magni Mohr fingið gott inn­lit í spanskan fótbólt. Eitt eru spælar­arnir hjá Deportivo, men eitt annað er eisini granskingin av mótstøðuliðunum. Her er vág­bing­urin ikki í iva um, at norðurlond eru langt afturúr. -Tað er stórur munur á før­oysk­ FÓTBÓLTUR Magni Mohr: FÓTBÓLTSVERÐIN ER LOKKANDI Føroyski fótbóltsvenjarin hevur seinastu mánaðirnar verið knýttur at spanska felagnum, Deportivo La Coruna. Nú umhugsar vágbingurin framtíðina, har hann væntar at Clarence Seedorf hevur góðar møguleikar fyri at fáa eina spennandi uppgávu