týsdagur 1. mai 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
um og norðurlendskum fótbolti,
og so Deportivo og La Liga. Tað er
serliga
t
a
ð
tekniska
og hvussu
skjótt
teir
hugsa. Tí tað
gongur so avbera
skjótt fyri seg. Norður
lendskir
spælara
hava
mangan trupult við at hugsa
nóg skjótt, meðan vit síggja at før
oyskir spælarar hava trupult við
yvirhøvur at spæla í Superliguni
yvirhøvur. So tað er langt upp til
toppin, staðfestur Magni Mohr.
Tá tað nú eru fleiri venjarar, so
kundi ein hildi, at teir ikki gera ann
að enn fortelja spælarunum hvat
teir skulu gera, eta og venja. Men
soleiðis er ikki.
Talan er um spælarar, sum eru
væl skúlaðir. Vit ganga ikki aftaná
teimum, og fortelja teimum hvat
teir skulu eta og drekka. Fyri ein
stóran part venja teir eisini sjálvir
uttanfyri venjing, tí teir vita hvat
teir skulu. Tað eru teir skúlaðir
til, fortelur Magni Mohr og leggur
afturat:
- Ein stórur munur er, at vit
brúka fleiri tímar upp á at plan
leggja venjingarnar. Tað er einki
roks, tá venjing er byrjað. Alt er
planlagt og alt verður mált og allir
kenna sína uppgávu, sigur Magni
Mohr um uppsetingina hjá venjara
toyminum.
Nú er spurningurin hvar kom
andi uppgávan hjá Clarence See
dorf og Magna Mohr verður.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Eina vika í La Coruna
Her greiðir Magni Mohr frá hvussu ein vika og ein dagur sær
út hjá einum felagi í La Liga. Vikan tekur útgangsstøði í, at
liðið spælir leygardagin og venjingin tekur útgangsstøði í, at
talan er um venjing mitt í viku.
SUNNUDAGUR:
Vanliga ein frídagur, men onkuntíð eru nakrir til venjing
MÁNADAGUR:
Um mogrunin venja teir, sum ikki hava spælt um vikuskiftið,
meðan alt liðið venur um kvøldið. Vanliga byrjar venjingin
um 18 tíðina.
TÝSDAGUR OG MIKUDAG:
Hørð venjig við fokus á fysiskari venjing, sum Magni Mohr
mangan stendur fyri
HÓSDAG OG FRÍGGJADAG:
Venjing við størri taktiskum atliti. Millum annað verða
venjingar gjørdar, sum passar til spælistílin og uppgávurnar
LEYGARDAGUR:
Dystardagur
Til allar venjingar verður vant við GPS vesti og pulsmátara,
sum síðani verður viðgjørt eftir hvørja venjing. Eisini verða
blóðroyndir tiknar eina ferð um vikuna.
EIN VANLIGUR DAGUR:
KLOKKAN 10: Venjaratoymið møtist til morgunmat.
Innleiðandi prát um venjingina
KLOKKAN 14: Venjaratoymið møtist aftur, og hevur
gjøgnumgingið venjingina dagin fyri.
KLOKKAN 15: Koyra á venjingarmiðstøðina og eru har um
15.30 tíðina
KLOKKAN 16: Kanna hjá fysio og læknanum um nakrir
trupulleikar eru. Javan er fundur undan
venjingini aftur, har planlagt verður eisini
hvør skal verða á hvørjum liði til venjingina.
KLOKKAN 18: Tá eigur venjingin at byrja, men vanliga er
stuttur spælarafundur áðrenn. Vant verður í
mesta lagi í 75 minuttir til 90 minuttir.
KLOKKAN 20: Venjaratoymið tekur samanum venjingina
og leggur ætlan fyri venjingina dagin eftir,
so allar hava ein ide um hvussu hon kemur
at síggja út.