Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um Bielefeld: Jóan Símun til týskan fótbólt: FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Mánadagin seinna partin kom endaliga staðfestingin. ”DSC verpflichtet Jóan Símun Edmundsson”. DSC stendur fyri ”Deutscher Sport-Club”, meðan verpflichtet merkir bindur, álagdur og pliktaður, men kann eisini merkja at seta í starv. Boðskapurin er ikki at taka feil av. Jóan Símun Edmundsson hevur skift til Arminia Bielefeld, sum spælir í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin Týsklandi. Alt byrjaði á Tyneside Jóan Símun Edmundsson er bara 18 ára gamal, tá hann í 2010 skiftir tilveruna á Toftum og B68 út við Tyneside og Newcastle. Hann nær at spæla við í einum venjingardysti, áðrenn hann í 2012 fer til Viking Stavanger í Noreg. Tað gongur illa at koma á liðið og verður útleigaður til Fredericia. Í 2014 umhugsar toftamaðurin sína framtíð sum fótbóltsspælari, tá hann kemur aftur til Føroya at spæla við fyrst AB, og síðani HB. Eftir at ahva verið niðri og vent, kemur gongd aftur á yrkisleiðina. Hann byrjar í 2015 í Vejle BK, har hann skorar eitt framúr vakurt mál, sum verður samanborið við málini hjá Lionel Messi. Árið eftir gongur leiðin til OB, har toftamaðurin fær sítt gjøgnumbrot. OB – På godt og ond Seinastu tvey árini hevur 26 ára gamli toftamaðurin spælt við danska superliga felagnum, OB. Hann hevur fingið sítt gjøgnumbrot í bestu deildini í Danmark. Hann spælir fast og skorar javnan, men seinast hálva árið hevur verið strvæið fyri føroyska landsliðsspælaran. Sáttmálin við OB gongur fram til 30. juni, men Jóan Símun Edmundsson var ikki sinnaður at leingja sáttmála. Tað endaði við, at felagið útihýsti føroyska landsliðsspælaranum, sum síðani hevur vant við eykaliðnum og ungdómsliðunum hjá felagnum, meðan aðrir í somu støðu sleppa at spæla við. Tá so Jóan Símun Edmundsson hevði møguleika at skifta til FC Midtjylland, so vildi OB ikki. Tað hevur ikki gjørt støðuna hjá Jóan Símuni betri, men mánadagin kom framtíðini endaliga upp á pláss. Hetta er tað rætta fyri meg -Tá eg fekk tilboðið frá Bielefeld visti eg, at hetta var tað eg vildi, sigur toftamaðurin. Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum kemur í gildi 1. juli. -Eg eri glaður fyri hetta skiftið. Eg visiti ikki hvat fyri støðið eg kundi vænta mær, tá eg ikki havi spælt í seinastuni. Tá eg fekk tilboðið frá Bielefeld visti eg, at hetta var tað eg vildi. sigur toftamaðurin úr telefonini í Odense, har hann framvegis hevur sáttmála fram til 30. juni. Føroyski landsliðsspælarin var í januar 2016 og vandi við Arminia Bielefeld. Tað hendi ikki meiri enn tað, men toftamaðurin fekk eina góða fatan av felagnum. -Eg legði til merkir, at talan er um eitt stórt felag, har fótbólturin er á høgum stigi. Eg hugsaði ikki so nógv um, at eg ongantíð fekk svar frá teimum seinast, men okkurt havi eg gjørt rætt, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum eisini hevði tilboð úr øðrum londum. 26 ára gamli landsliðsáleyparin gjørdi í vetur greitt, at hann ynskti at spæla á einum hægri stigi enn donsku superliguni. Tað endaði við, at OB útihýsti honum frá besta liðnum. Hóast tað, so hava eygu verið eftir toftamanninum. -Eg havi tosað við venjaran og ítróttarstjóran. Teir hava fylgt mær seinastu tvey árini og halda at eg Litríka yrkisleiðin hjá Jóan Símuni Edmundsson heldur fram. Frá Newcastle til AB til Arminia Bielefeld. Eftir góð tíggju ár sum yrkisspælari er toftamaðurin í holt við sítt stóra gjøgnumbrot, nú hann skal spæla frammanfyri 20 túsund áskoðarum í heimsins besta fótbóltslandi HETTA ER ARMINIA BIELEFELD Felagið er stovnað í mai mánaði í 1905, sum 1. Bielefelder FC Arminia. Felagið hevur fyri tað mesta spælt í Bundesliguni og 2. Bundesliguni, men hevur eisini verið niðri og vent í triðjbestu deildini. Tað eru serliga trý tíðarskeið, sum mynda góðu løturnar hjá felagnum. Fyrst í 1920 unum, síðani í 1980 unum. Eisini miðskeiðis í 00 unum stóð væl til, tá felagið spældi í Bundesliguni. Felagið hevur tó ongantíð vunnið nakra av teimum stóru kappingunum í Týsklandi. Felagið hevur havt tað trupult tey seinnu árini. So seint sum í fjør endaði liðið í niðurflytingarstríðnum, og yvirlivdi við at vinna upp- og niðurflytingardyst. Hetta kappingarárið sær nógv betri út, tí liðið hevur framvegis møguleikan at flyta upp í Bundesliguna. Liðið spælir í dag sínar dystir á SchücoArena, sum hevur pláss fyri 27 túsund áskoðarum. Felagið hevur 12 túsund limir og tað verður til tíðir yvir 20 túsund ákoðarar til dystir, tá spælt verður móti teimum stóru í steypakappingunum ella grannauppgerðir. Tað er óvanliga tætt millum liðini í 2. Bundesliguni hetta kappingarárið, tí bara tíggju stig eru millum Arminia Bielefeld, sum liggur á fjórða plássi, og Darmstadt, ið liggur á 17. plássi. Fimm stig eru upp til triðja plássið, sum gevur atgongd til upp- og niðurflytingardystirnar, meðan heili tíggju stig eru upp til beinleiðis uppflyting. Tað eru tvey umfør eftir av kappingini. Venjari er Jeff Saibene úr Luksemborg.