Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 Pætur Albinus Ein av føroysku venjarunum, sum hevur havt nógv við Jóan Símun at gjørt, er Bill McLeod Jacobsen, ið hevur verið venjari hjá honum bæði í B68, AB og á føroyska U21-lands­liðnum. Hann minnist aftur á ta tíð­ ina í 2009, tá ið teir í B68 fingu fyri­spurning um ein blaðungan Jóan Símun Ed­munds­ son. - Eg var sera stolt­ur av hon­um, tá ið New­castle var eft­ir hon­um á sin­ ni. Hann var júst blivin topp­skjútti á Toft­um, og vit vóru kedd­ir av at lata hann fara, men vit vildu sjálv­andi ikki standa í vegin. Fót­bólt­ur­in er upp og niður, og tað gekk ikki bara eftir vild, men hann stríddi seg altíð aftur, sigur Bill M. Jacob­sen, sum í dag aftur er venjari hjá B68. Hetta hevur hann uppiborið Fyrrverandi venjarin hjá Jóan Símuni fegnast sum vera man, nú 26 ára gamli toftamaðurin hevur fing­ið møguleikan at royna seg í týsk­um fótbólti. - Hetta er spennandi fyri Jóan Símun. Tað verður stuttligt hjá hon­um at sleppa at royna seg á týsku leikvøllunum, har áskoðara­fjøldir­nar eru munandi størri og villari enn tær, sum vit kenna, sigur Bill M. Jacobsen, sum fleiri ferðir hevur møtt týskum landsliðum, og sjálvur hevur kent hvussu ómeta­liga nógv fótbóltur hevur at siga fyri týskarar. Tað er ikki av tilvild, at lands­ liðs­spælarin nú fer at spæla í Týsk­landi. Bill heldur, at hann hevur tað ruddi­liga uppiborið. - Tað hevur altíð ligið í kortunum, at hann kundi blíva til nakað stórt í fótbólti, og aftanfyri hetta liggja eisini túsundtals venjingartímar í túni­num á Brekkukletti og á Svanga­skarði saman við pápanum og vinunum, sigur Bill M. Jacobsen og heldur fram: - Jóan Símun er blivin ein av okkara allar bestu leikarum nakran­tíð og kann nú slóða fyri, at fleiri l a n d s ­m e n n kunnu fylgja hans­ara leið. Hann hevur tikið Super­ ligu­na og víst hvat hann kann, og tað er ótrúliga djarvt og flott av unga manninum, at hann nú skiftir til týsk­an fót­ bólt, heldur Bill M. Jacobsen. Jóan Símun skal vera Jóan Símun Bill McLeod Jacobsen, sum undan hesum kappingarárinum tók við aftur sum venjari hjá B68, metir tað vera týdningarmikið, at Jóan Sím­un Edmundsson alt fyri eitt ger seg galdandi í Arminia Bielefeld – og tað ger Jóan Símun best við bara at vera Jóan Símun. - Tá teir nú hava fylgt honum, so vita teir hvat teir fáa. Jóan Símun skal gera tað, sum hann er bestur til, og lata spælið hjá sær tala. Tað er soleiðis ein fær virðing – einki meira tvætl. Tað krevst hart arbeiði, og hann skal vísa hvat hann kann, hvørjum hann er gjørdur av og stendur fyri. Og so hjálpir tað sjálv­andi væl, um hann ger mál, sigur Bill og at enda leggur afturat: - Eg eri errin av honum. Nú vóni eg bara, at hann bítur seg fast­an, heldur seg skaðafrían og fær reglu­liga spælitíð, sigur Bill M. Jacobsen. Bill M. Jacobsen: Hetta hevur Jóan Símun uppiborið FÓTBÓLTUR Fakta: Jóan Símun NAVN: Jóan Símun Edmundsson FØDDUR: 26. juni 1991 (26 ár) HEIMSTAÐUR: Toftir FORELDUR: Edmund Jacobsen og Ann Poulsen SYSTKIN: Hákun Edmundsson (KÍ) og Andrias Edmundsson (Sunderland) YRKISLEIÐ: 2008–2010 B68 2010–2012 Newcastle United 2011 Gateshead (Útleigaður) 2012–2013 Viking 2012 Fredericia (Úleigaður) 2014 AB 2014 HB 2015 Vejle Boldklub 2016–2018 Odense Boldklub 2018- Arminia Bielefeld LANDYSTIR/MÁL: 47 dystir/ 5 mál Tað er ikki av tilvild, at Jóan Símun Edmundsson er komin so langt, sum hann er komin, heldur Bill M. Jacobsen, sum hevur fylgt honum ein stóran part av yrkisleiðini havi ment meg. Tí vejla teir at satsa upp á meg og tað eri eg glaður fyri, sigur Jóan Símun Edmundsson. Hann gleðist eisini um, at tað er komin til eina stóra deild og stórt fokus er á fótbóltinum í Týsklandi, og at talan er um eitt lutfalsliga stórt felag, sum hevur um 20 túsund áskoðarar í miðal. Kann vænta sær spælitíð Venjari er Jeff Saibene, sum er úr smátjóðini Luksemborg. Hann er fyrrverandi hjálparvenjari hjá Allani Simonsen. Tað skal verða ósagt, um tað hevur nakaran fyrimun, at Jóan Símun Edmundsson somuleiðis er frá eini smátjóð. -Hann er ikki ímyndin av ein­ um klassiskum týskum venjara, sum tú hevði væntað at møtt í Bundes­liguni. Hann er ein ný­ mótans venjari, sum hevur fleiri góð hugskot um spæliskipan og legg­ur seg ikki fastan á ein ávísan stíl, sigur Jóan Símun Edmundsson. Kann spæla á fleiri plássum Liðið skiftir millum fleiri spælskipanir. Millum 4-4-2, 4-1- 4-1 og 4-4-1-1. Fyrimunurin hjá toftamanninum er, at hann kann spæla á fleiri plássum. Tað kann eisini geva spælitíð. -Ein orsøk til at teir vildu hava meg var, at eg kann spæla á fleiri plássum. Sum áleypari og hangandi áleypari, umframt at spæla á vonginum. Eg haldi báðir partar vænta, at eg fái spælitíð, sigur Jóan Símun Edmundsson. Vansin er, at landsliðsspælarin ikki hevur spælt dystir í seinastuni fyri OB, men bara venur. Tað hevur toftamaðurin eisini í tonkunum. -Eg eri avkláraður við støðuna í OB, men nú verður tað kanska lættari, tí eg havi fingið framtíðina upp á pláss. Eg venji tað sum eg kann, men tað er harmligt, at eg ikki sleppi at siga ordiliga farvæl við OB, tí tað hava hóast alt verið tvey góð ár, sigur Jóan Símun Edmundsson. Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingurin í týskum fótbólti. Fyribils er Arminina Bielefeld í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildini, men enn er møguleiki fyri at flyta upp í hesum kappingarárinum. trondur@sosialurin.fo