týsdagur 1. mai 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HUGLEIÐING
Virgar T. Dalsgaard
Barndómsheimið
var
Brückenstrasse
nr.
10
í
TRIER, Týsklands elsta býi,
sum liggur við ta vøkru
Mosel-ánna.
Tað hábærsliga húsið er
seinni skipað sum søguligt
museum og minnisbýli fyri
Marx.
Karl var av múgvandi
jødiskum fólki. Pápi hansara
var juristur og konverteraði
tíðliga til protestantismuna,
sjálvt um Trier liggur í tí
katólska Rheinland. Men
eftirsum tað protestantiska
stórveldið
Preusen
ráddi
yvir Rheinland tá á døgum,
var tað politiskt og taktiskt
klókt av pápa Marx at velja
ta luthersku trúnna fram um
ta katólsku, tí tað gav honum
munandi hægri status sum
praktiserandi advokatur.
Pápin bleiv kristnaður,
áðrenn Karl var føddur, men
sonurin bleiv ikki doyptur
fyrr enn í 1824, tá ið hann var
seks ára gamal.
Heimið var avgjørt ikki
religiøst, so Karl fekk ein
sekuleran
ella
deistiskan
uppvøkstur, har tey klass
isku idealini og demokratisk
ir upplýsingarfilosoffar sum
Voltaire og Rousseau settu ta
intellektuellu skránna.
Karl var nr. trý av sjey
børnum, og hvørki foreldur
ella systkin ivaðust nakran
tíð í, at hann var tað avgjørt
gløggasta barnið í flokkinum.
Tey stimbraðu hann við
systematiskum heimaundir
vísningi, líka til hann var
13 ár, og so kom hann á tað
rættiliga revolutionera og
heldur ódisciplineraða Trier
gymnasium, har hann tók
studentsprógv sum 17 ára
gamal í 1835. -
Sama heystið var hann
immatrikuleraður við uni
versitetið í Bonn, har hann
eftir kravi frá pápanum
skuldi lesa jura, hóast Karl
nógv heldur vildi lesa filo
sofi-søgu og litteratur.
Karl
luttók
dúgliga
í
tí
pulserandi
studentar
lívinum, og hann gjørdist
skjótt formaður í einum
rættiliga
epikuræiskum
studentarfelagi,
sum
æt
"Landsmannschaft
der
Treveraner."
Um hetta mundið møtti
hann Jenny von Westphalen,
sum hann bleiv avbera góður
við, men tey máttu kortini
trúlova seg í loyndum. Tann
jarðbundna Jenny fekk øgi
liga sterka ávirkan á Karl
Marx.
Men báðum dámdu væl
tað studentikosa lívið, og
tann hedonistiski skemtara-
kultururin sást skjótt aftur í
skoðsmáli og teimum vána
ligu karakterum, sum Marx
fekk.
HEGEL og BERLIN-tíðin
Hann varð tí árið eftir send
ur til Berlin at lesa við tað
konservativa , men væl-
renomeraða Friedrich Wil
helm universitetið í Berlin.
Har fór hann kortini av
álvara at studera filosofi og
økonomiska søgu, hóast páp
in andøvdi hvast ímóti.
Karl sendi bæði pápanum
og Jenny sterkar kenslu-
løddar og æstetiskar yrk
ingar, essays og kronikkar
á elegantum máli, og hann
kundi uttan iva havt fingið
eina glæsiliga karrieru sum
skald. -
Hann
sveimaði
hesa
tíðina millum nógv ymisk
fak, umframt filosofi og
økonomi; - t.d. var hann hug
tikin av bæði natúrvitskapi,
antikkari søgu og litteraturi
, men hóast harða mótstøðu
frá pápa sínum, sveik hann
heilt jura-fakið, sum keddi
hann.
Hann las nógv teir kendu
filosoffarnar
Immanuel
Kant og Gottlieb Fichte, men
fyrst og fremst var tað Georg
W. Friedrich HEGEL, sum
hugfangaði Marx.
Høvuðstemaið hjá Hegel
er dialektikkin, sum er ein
retorisk metoda, har man í
ósamdum dialogi gjøgnum
ymiskar mótsetningar ella
andstøðu-sjónarmið
kem
ur fram til eitt triðja hægri
erkennilsi, sum inniheldur
tilfar frá báðum teimum
upprunaligu mótsetningun
um.
Hann
nevnir
and
støðusjónarmiðini tesu og
antitesu, sum við nærri
kanning og konstruktivum
dialogi
kunnu
blíva
til
syntesu.
Konklusiónin ella syn
tesan
inniheldur
altso
filosofisk
sjónarmið
frá
báðum teimum upprunaligu
mótsetningunum.
Tann
lutherski Hegel postuleraði
optimistiskt, at ein andilig
og søgulig "verðinsfornuft"
kontinerliga stýrdi øllum
útviklingi fram móti hollari,
sannari og meira rationellum
støði.
Tá ið søguligir mótsetn
ingar ella andstøðu-principp
bresta saman førir tað altso
fyrr ella seinni til eina betri
og meira rationella skipan!
Eitthvørt trin á tí søguligu
trappuni er altso gjøgnum
mótstríðandi rørslur á veg til
eitt hægri og meira útviklað
trapputrin.
Sjálvt
um
Hegel
var
deyður í 1831, vóru hesir tank
ar hansara livandi nógv ár
seinni, og allur universitets-
andin í Berlin var merktur av
"hegelianarum", sum skjótt
fóru í tvíningar, ein radikalan
bólk
av
sekulariseraðum
vinstra-hegelianarum
og
eina konservativa preusiska
versión av høgra-hegelianar
um, sum styðjaðu tað autori
tera stjórnarvaldið .
Marx fylktist rættiliga
skjótt við vinstra-hegelian
arum og kom soleiðis meira
og meira í andstøðu til ta ráð
andi preusisku stjórnina.
Teir radikalu hegelianar
arnir høvdu deildir í teim
um flestu týsku býum, men
í Berlin vóru teir serliga væl
organiseraðir og møttust
javnliga til debattfundir á
"Weinstube" í Friedrichs
strasse, har teir fíltust á tað
autoritera stjórnarlagið í
Preusen. Øll debatt var "heg
elsk"-orienterað og bygdi á
dialektikk, har man royndi
at náa til eina syntesu, og eitt
hægri filosofiskt/søguligt er
kennilsi.
Tann lutherskt-idealist
iski Hegel hevði jú postuler
að, at søgan regluliga ger
dialektisk lop hvørja øld,
so mannaættin alsamt fær
størri erkennilsi og víðari
politiskt/religiøst
útsýni.
Vinstra-hegelianararnar
vóru meira sekulariseraðir,
og millum teirra var tann
kendi
tonkjarin
Ludwig
Feuerbach, sum var rætti
liga ósamdur við Hegel og
vrakaði ta teologisku ideal
ismuna til frama fyri eina
nakna materialismu.
Feuerbach bleiv lagdur
undir ateismu og koyrdur
úr sínum starvi av somu or
søk. Hann fekk við sínum
materialistiska verðinsbílæti
stóra persónliga ávirkan á
Karl Marx!
Aftur til Rheinland
Í 1841 gjørdist Marx doktari
í filosofi við universitetið í
Jena. Tað sigst, at hann valdi
Jena, tí hann hevði frætt,
at vinstrahegelianarar ikki
skuldu verða nóg objektivt
dømdir við universitetið í
Berlin. Evnið var annars um
teir antikku filosoffarnar,
Demokrit og Epikur.
Marx var sera belisin og
kønur í antikkari filosofi,
men hóast gott úrslit, hevði
hann fingið so óflýggjaligt
politiskt umdømi, at hann
kundi ikki rokna við at fáa
nakað
undirvísingarstarv
í sjálvum Preusen, so hann
vendi heldur aftur til Trier.
Hann var eftirhondini
blivin so mikið kendur sum
víttgangandi
kritikari
av
preusiskum
autoritetum,
at hann heilt uppgav at fáa
nakað professorat í filosofi á
týskum øki.
Hann valdi tí journalist
ikkin sum yrkisgrein í stað
in fyri eina universitets
karrieru.
Hann var longu kendur
sum
hvassur
skribentur
og hevði skrivað greinir
til ymisk bløð og tíðarrit,
so hann fekk tilboð um at
gerast ein av teimum exter
nu journalistunum á einum
liberalum blaði í Køln, sum
æt
"Rheinische
Zeitung
für Politik, Handel und Ge
werbe."
Hann flytti tí til Bonn og
skrivaði sína fyrstu grein
í Kølnar-blaðnum tann 5.
mars 1842, men longu sama
heystið fekk hann starvið
sum leiðandi blaðstjóri og
flytti til Køln at búgva.
Tær
hvøssu
og
væl
skrivaðu
greinir
hansara
høvdu boð til bæði liberal
istar, socialistar, anarkistar,
radikalt-hugsandi og mode
rat-monarkistiskar demokrat
ar. og tær fingu øgiliga fólka
eydnu víða um í øllum Europa.
Marx hevði longu frá sín
um barndómi í Trier havt
stóra andstygd fyri socialum
órættvísi og visti, hvussu
fátækslig korini vóru, serliga
hjá bøndrum, men eisini hjá
fátækum arbeiðsfólki í stór
býunum.
Ein av fyrstu greinum
hansara var um, hvussu
hervilig armóðin var millum
vínbøndur í Mosel-dalinum.
So blaðið gjørdist undir
hansara leiðslu socialpolit
iskt rættiliga víttgangandi,
og tað fekk skjótt myndug
leikarnar heilt eystan úr tí
konservativa
Preusen
at
kanna eftir, hvussu tann
legendariska blaðskrivingin
hjá Marx var vorðin.
Preusiska stjórnin sendi
tí ein serligan blaðcensor til
Rheinland at halda eyguni
við RZ .
Friedrich Engels, sum var
múgvandi
fabrikantsonur,
var ein av teimum passioner
aðu lesarunum hjá RZ.
Sjálvt um báðir komu frá
tí ríka partinum av tí týska
miðalstættinum, høvdu teir
sterka sociala indignatión
og vóru ógvuliga forfardir
um tað socialu neyðina hjá
ognarleysum.
Engels var í november
1842 á veg til Englands, har
pápi hansara hevði eina
stóra bummulls-fabrikk í
Manchester. Hann legði leið
ina framvið blaðstjórnini á
RZ og vildi fegin hitta Marx.
200 ár síðani Karl
Marx varð føddur
Tann 5. mai 2018 eru tvey hundrað á liðin, síðani tann týski filosoffurin,
sociologurin og økonomurin KARL HEINRICH MARX bleiv føddur