týsdagur 1. mai 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
HUGLEIÐING
Hóast teir kanska høvdu
sæst í Berlin sum yngri
studentar, halda søgumenn
kortini, at tann fyrsti reelli
fundurin millum Engels og
Marx er tað heystið. Teir
debatteraðu leingi, og tá ið
teir seinni hittust aftur í
Paris, gjørdust teir samstarv
andi lagsmenn fyri lívið!
Marx fekk tann beskedna
Engels til at skriva fleiri
analytiskar
greinir
um,
hvussu
korini
vóru
hjá
arbeiðsfólki
í
Englandi,
har børn vórðu noydd til
at arbeiða á fabrikkum og
í kola-minum, so tey fingu
varandi kroppsligan skaða.
Hesar bersøgnu greinir
fingu tann preusiska cen
surin til at krevja innlit í alt
tilfar, sum skuldi í blaðið!
Tey journalistisku vil
korini á RZ blivu verri og
strævnari, so tað endaði við,
at tann hektiskt skrivandi
Marx bleiv frákoyrdur sum
stjóri, og seinni bleiv blaðið
forboðið
og
mátti
heilt
steðga um várið 1843.
Hjúnarband og útlegd
Men alt var jú ikki politikk
ur. - Marx fekk nú ein til
trongdan skáa til sítt privat
lív, so hann og Jenny, sum
høvdu verið trúlovað í meira
enn átta ár, avgjørdu, at tey
vildu giftast sama summarið;
hóast báðar familjurnar vóru
ógvuliga harðliga ímóti sam
bandinum.
Tann sekulariseraði ella
beinleiðis ateistiski Marx
rættaði seg skikkiliga eftir
Jenny, so tey hildu brúdleyp
í Pauluskirkjuni í Bad Kreuz
nach tann 19. juni 1843.
Tey fingu sjey børn, men
vórðu sera hart rakt, tí bara
trý av børnunum náddu at
blíva vaksin.
Marx fekk nú aftur stundir
til sítt filosofiska og sociolog
iska analysu-arbeiði, men tað
politiska klimaið í Týsklandi
var honum ikki til vildar, so
hvørja ferð hann skrivaði eina
grein, vóru politi og censurur
eftir honum.
Hjúnini valdu tí at flyta
til Paris sama heystið, har
ørgrynni av týskum, eingilsk
um, italienskum og polskum
revolutionerum fólki høvdu
fingið politiskt asyl.
Í Paris royndi Marx at fáa
samband við franskar social
istar, anarkistar og utopistar,
men samstarvið lukkaðist
illa, tí Marx hevði fingið um
dømi sum radikalur ateistur.
Hann hevði bæði í týskum
og fronskum ritum herjað á
øll tey teologisku dogmini og
karakteriserað allar religión
ir sum uggandi "opium fyri
fólkið".
Hetta hóvaði slett ikki
teimum fronsku revolutio
neru, sum flestallir vóru
meira og minni trúgvandi
katolikkar.
Men
Marx
fasthelt,
at
religiónskritikkur
var
tann absolutta treytin fyri
rationelt analytiskum sam
felags-kritikki.
Hann
lanceraði
tað
materialistisku søguteoriina,
sum forklárar alla søgugongd
við klassa(stættar)-mótsetn
ingum.
Hann
postulerar,
at
kapitalisman
skapar
"verfremdung" (fremmand
gerilsi) hjá arbeiðstakara
num, tí hann ikki hevur
ávirkan á hvat hann tilvirkar,
og hvussu hann framleiðir
eina vøru.
Tey bondsku framleiðslu
viðurskiftini undir kapital
ismuni býtir fólkið upp í
klassar við fundamentalt
ymiskum
áhugamálum.
Eigari og ognarleysur kunnu
ikki draga eina línu.
Marx brúkar nærmast
tankarnar hjá Hegel øvugt!
Hann postulerar, at tað er
ikki nøkur verðinsfornuft,
sum treytar og skapar mót
setningar millum fólk. Tað
eru arbeiðs-vilkorini undir
kapitalismuni og fíggjarligir
mótsetningar, sum skapa
tann andaliga framburðin.
Tað er ikki hugaheimur hjá
fólki, sum avger teirra sam
felags-støðu ella fíggjarligu
kor. Tað er tann fíggjarliga
støðan, sum avger og treytar
teirra hugaheim.
Hann vrakar eftirhondini
tær dialektisku og idealist
isku
konklusiónirnar
hjá
Hegel og tey materialistisku
sjónarmiðini hjá Feuerbach,
sum annars høvdu verið in
spiratión og fyrimyndir hjá
honum.
Hann kallar kortini sítt
system
fyri
"dialektiska
materialismu",
har
hann
sigur, at søgan primert er eitt
stættarstríð, har proletar
arnir í arbeiðaraklassanum
eru so kúgaðir, at teir helst
noyðast at taka valdið við
revolutión(kollvelting). -
"Dialektisk materialisma"
ljóðar jú eisini sum ein
filosofiskur hybridur millum
Hegel og Feuerbach.
Marx vil hava eitt upp
gerð millum ognarfólk og
ognarleys (proletarar). Hann
heldur, at tann fjøtraða
fjøldin av proletarum bara
kann frígerast gjøgnum eitt
hvast stættarstríð (klassa
kamp)!
Í
Paris
verður
hann
meira og meira bersøgin
revolutionerur og heldur
ikki, at eitt borgarligt demo
krati er nóg mikið fyri
arbeiðarafjøldina.
Hann
kallar seg nú "kommunist",
sum skal symbolisera eina
felagsogn
í
tí
komandi
stættarleysa samfelagnum.
Hann blívur sociologiskur
og økonomiskur samfelags
kritikari og kallar seg fyri
"politiskan økonom".
Hann fílist á filosoffar og
postulerar, at higartil hava
teir bara roynt at fortolka,
forklára
og
analysera
verðina, men tað, sum um
ræður, er at broyta hana!
Paris og Bruxelles
Tann 28. august 1844 hittast
Marx og Engels aftur í Paris
á Café de la Régence.
Hesin
søguligi
fundur
fekk avgerandi týdning fyri
báðar, - tann sociala kemiin
millum teir var sjáldsama
góð; teir hugsaðu analogt og
høvdu somu lívsstevnu, so
teir blivu frá tí degi vinir og
lagsmenn fyri lívstíð!
Teir
vildu
frígera
arbeiðarafjøldina
frá
socialari kúging, útpíning og
allari armóð.
Á hesum fundi flýggjaði
Engels Karli handritið til eitt
monumentalt bókaverk um ta
socialu eingilsku neyðina, sum
tann barbariska industriali
seringin hevði skapt.
Tað var "Die Lage der
arbeitenden Klasse in Eng
land", sum Engels hevði
skrivað eftir drúgvar og
minutiøsar kanningar í Man
chester.
Marx fór nú at skriva í
tí viðgitna týska útiseta
blaðnum "Vorwärts", sum
kom út í Paris, men bleiv lisið í
nógvum londum og tá í tídini
var roknað fyri tað besta og
djarvasta socialistiska blaðið
í øllum Europa. Útgevari var
ein loyndarfylking av týskum
emigrantum, sum kallaði seg
"Bund der Gerechten". Blaðið
herjaði serliga á Preusen og
tað autoritativa valdið har.
Men Marx fanst eisini nógv
at fronskum socialistum og
anarkistum, sum t.d. Joseph
Proudhon, sum Marx helt
vera naivan utopist, hóast teir
upprunaligu vóru vinmenn!.
Vorwärts forargaði og