týsdagur 1. mai 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HUGLEIÐING
provokeraði
Preussen
so
nógv, at teir kravdu av
Frankaríki, at Marx skuldi
burturvísast úr Paris, so
hann mátti aftur í januar
1845 á politiska nomaduferð
við familjuni.
Hesu ferð slapp hann at
seta seg niður í Bruxelles.
Har skrivaðu bæði hann og
Engels fleiri principiellar
bøkur og stríðsrit. Men teir
kunngjørdu ikki alt tilfarið,
tí teir firnaðust censurin.
Í december sama árið frá
skrivaði Marx sær sítt týska
statsborgaraskap,
fyri
at
Preusen ikki kundi noyða
Belgien at útvísa seg.
I 1846 stovnaðu Engels
og Marx eitt kommunistiskt
felag, men árið eftir fusioner
aðu teir við "Bund der
Kommunisten",
sum
var
eitt størri felag fyri týskar
útisetar í Bruxelles, London
og Paris.
Fylkingin skuldi hava eina
stevnuskrá og tað var litið
upp í hendurnar á Marx og
Engels at redigera stevnuna
og stríðsritið.
Við tað, at Marx og nógvir
aðrir limir umrøddu seg
sjálvar við tí utopiska orði
num "kommunistur" fekk
ritið tað bombastiska heitið
"Manifest der Kommunist
ischen Partei".
Tað bleiv liðugt skrivað
í Bruxelles 1848 og givið út
í London, beint áðrenn ta
legendarisku Februarrevolu
tiónina í Paris. - Í hesum
viðgitna manifesti saman
fata teir ta kapitalistisku
søgugongdina,
Tað politiska stríðsritið
endar við teimum legendar
isku orðunum:
"Mögen die herrschenden
Klassen
vor
einer
kommunistischen
Revolu
tion zittern. Die Proletarier
haben nichts in ihr zu ver
lieren als ihre Ketten. Sie
haben eine Welt zu ge
winnen. - Proletaren aller
Länder, vereinigt euch!"
Stutt eftir, tá ið Februar
kollveltingin var farin í
gongd í Paris, varð Marx
eisini útvístur av Belgien.
Flýggjar sum
"statsleysur"
Hann fór nú saman við
Engels aftur til Køln og
bleiv aðalblaðstjóri á NEUE
Rheinische Zeitung. Blaðið
seldi væl, men mátti kortini
steðga av politiskum grund
um longu 1849, tí tann
borgarligt
konservativa
kontrarevolutiónin
hevði
sigrað um alt Europa, so
februarrevolutiónin
bara
bleiv ein søgulig parentes!
Marx sjálvur bleiv nú
útvístur úr sínum egna føði
landi, tí hann var blivin stats
leysur.
Hann flýddi nú til Paris og
haðani stutt eftir til London,
har hann bleiv restina av
sínari ævi.
Marx gjørdist dagligur
gestur á eingilskum bóka
søvnum og stovnum, har
hann arbeiddi febrilskt við
sínum gigantiska høvuðs
verki "DAS KAPITAL", sum
kom út við fyrsta bindi í 1867.
Hann var eitt satt arbeiðs
grev, - familjan svøltaði,
hann var nógv plágaður av
sjúku og fekk onga løn fyri
sítt strev. Hevði Engels ikki
hjálpt teimum, vóru tey
komin á ørmundahús.
Hini bæði bindini av
"Kapitalinum" blivu útgivin
og redigerað posthumt av
Engels, men handritini hevði
Marx sjálvur gjørt. Hann var
treiskur, ídin og midvísur.
Í hesi risastóru analysuni
dissekerar
Marx
tað
kapitalistisku økonomiina,
og hóast nógvar av hansara
præmissum nú á døgum eru
skeivar, so er tann minutiøsa
analysan av "meirvirði" og
íbygdum kreppumynstri hjá
kapitalismuni avgjørt eitt
sociologiskt bragd.
Tað eru elegantar og
genialar konklusiónir út frá
ivasomum forútsetningum!
Men kapitalisman loftaði sær
oftast undan teimum flestu
analysunum hjá Marx. Hon
hevur treiskliga innrættað
seg næstan "dialektiskt" eftir
umstøðunum, sjálvt um hon
ofta er plágað av kreppum,
sum Marx profeteraði.
Revolutión contra
evolutión
Tann
fyrsta
socialistiska
Internationalan var hildin í
London 1864, har Marx sjálv
andi var við. og longu tá
gjørdist hvassur tvídráttur
millum anarkistin Bakunin
og Karl Marx.
Síðani hava socialistar
telvað og skeldast um hug
sjónirnar hjá Marx. Hann
fekk jú nógvar dogmatiskar
disciplar, meðan hann livdi,
men hann dámdi slett ikki
teirra fortolkningar, og tí
blivu
teir
internationalu
fundirnir
ógvuliga
turbulentir við møðisligum
og hvøssum orðaskifti.
Tað var aftaná ein slíkan
rokfund, at Marx skuldi hava
sagt, at hann var, ið hvussu
so er, ikki marxistur!
Kommunistarnir
vildu
hava revolutión, meðan teir
moderatu socialistarnir, sum
seinni
blivu
socialdemo
kratar vildu hava evolutión
og pluralismu.
Síðani hevur verið djúp
politisk gjógv millum teirra!
Tann
revolutionera
Parísar-kommunan í 1871 var
eitt satt vónbrot fyri Marx!
Allir
socialistar
og
socialdemokratar
vita,
at teir, hóast alla ósemju,
eisini skylda Karli Marx
sína djørvu stevnu, og tað
er eingin ivi um, at tey
socialistisku fakfeløgini, sum
Marx stimbraði og dúgliga
styðjaði, hava syrgt fyri, at
tann sociala armóðin, sum
Engels og Marx stríddust
ímóti, er nógv minkað, og
arbeiðarafjøldin
hevur
loftað sær bæði fíggjarliga
og mentalt, uttan revolutión.
Tað er enn ein stór gáta,
hvussu
ein
einsamallur
maður,
sum
bardist
við
sjúku, barnadeyða og ofta
stórt
fátækdømi,
kundi
leggja so nógv úr hondum,
sum Karl Marx gjørdi.
Tað sigst, at tann samlaða
skrivingin hjá Marx fyllir 80
bind.
Hann er avgjørt ikki tann
fyrsti socialisturin - tað vóru
nógvir undan honum, serliga
í Frankaríki og Englandi,
men hann er avgjørt tann
størsti og mest systematiski
teoretikarin, har hinir vóru
meira idealistiskir agitatorar!
Í dag eru ikki nógv,
sum rokna marxismu fyri
eina vitskapliga teori, men
tankagóðsið hjá Marx er
so umfatandi, at hann ofta
hevur sera beinrakin sjónar
mið um nógvar økonomiskar
spurningar.
Men tað kann tykjast
naivt, tá ið tann annars
materialistiski Marx bleiv
citeraður fyri, at man í tí
"utopiska" kommunistiska
samfelagnum fór at liva eftir
regluni: "Jeder nach seinen
Fähigkeiten,
jedem
nach
seinen Bedürfnissen!“, altso,
at fólk framleiða og arbeiða
eftir førimuni, men njóta
eftir tørvi.
Marx var ein intellektu
ellur risi, og hann var eisinj
fleksibul og pragmatiskur.
Hann
skifti
fleiri
ferðir
filosofiskt
gear
gjøgnum
lívið og var á ellisárum við
at moderera síni revolutio
neru sjónarmið - kanska tí
tey evolutioneru og prag
matisku sjónarmiðini hja
Javnaðarflokkum
interes
seraðu hann.
Tað er lítil ivi um, at hann
avgjørt hevði reviderað síni
radikalu
sjónarmið,
hvis
hann hevði upplivað tann
vanskeplaða karikaturin av
hansara tankum, sum varð
skapt í Sovjettsamveldinum
í 1917.
Tað
hevði
ikki
dámt
einum
frílyntum
manni,
sum alt lívið stríddist móti
autoritetum
og
diktator
iskari framferð.
Marx doyði í 1883 og liggur
grivin á Highgate cemetery
í London, hagar fjøld av
fólki framvegis valfartar í
takksemi á hvørjum ári.
Litt.:
Werner Blumenberg:
KARL MARX (1963)
Gyldendals Encyklopædi
Politikens filosofileksikon
ymsar greinir, tíðarrit
og kronikkar
Hendan myndin er tikin frá 13. apríl í Trier í Týsklandi. Standmyndina av Karl Marx hevur kinesiski listarmaðurin Wu Weishan
gjørt, og hon verður avdúkaða 200 ára føðingardegnum hjá Karl Marx leygardagin – 5. mai. Standmyndin er 4,4 metrar høg og
vigar 2,3 tons – og hon er ein gáva frá Fólkarepublikkini Kina til býin Trier, har Karl Marx varð føddur fyri 200 árum síðani
Mynd: AFP