týsdagur 1. mai 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Anna Kathrina Johannesen, f. Jacobsen
Fødd. 13 septembur 1926 - deyð 25. Februar 2018
Doyði og varð jarðað
Tøkk til starvsfólk á sambýlinum, ið vóru so góð
við hana og passaðu hana væl. Tøkk fyri góð og
troystarrík orð til jarðarferðina. Tøkk til berarar og
spælara. Tøkk til tykkum, ið skipaðu fyri ervinum í
Ranhøll og fyri alla hjálp í hesum sambandi. Tøkk
fyri blómur, kransar og peningagávur til sambýlið.
Tøkk til Jens Mortan og Hanus prest fyri vøkur orð.
Tøkk til tykkum, ið fylgdi henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Vegna familjuna
Vónbjørt, Teddy, Eyðun og Richard.
Tøkk
Vit vilja av hjarta takka øllum, sum á ymsan hátt
hjálptu og vístu samkenslu í samb. við at elskaða
mamma okkara
Else Agnete Blicher Christiansen
f. 12.03.1927 d. 24.02.2018
Doyði og varð jarðað.
Takk fyri gávur og blómur
Takk til tykkum á B8 á Landssjúkrahúsinum,
Turið Johannesen lækna, heimasjúkrasystrar
og heimahjálp, sum vístu henni so stóra umsorgan
teir seinastu dagarnar
Takk til Havstein Klein, sóknarprest fyri vitjan ,
umsorgan og vøkur orð í heiminum og kirkjuni
Takk til berarar, sangarar og spælara í kirkjuni
Takk til tykkum sum prýddu kirkjuna so vakurt.
Tykkum sum stóðu fyri ervinum. Vinfólk og
grannar sum hjálptu so ómetaliga nógv, og vístu
okkum so stóra umsorgan hesar dagar.
Takk til tykkum mongu sum fylgdu henni til gravar
Má Harrin ríkiliga vælsigna tykkum øll
Steen og Annelisa
Tøkk
Vit vilja takka øllum, sum sýndu samkenslu tá kæra
mamma, omma og vermamma okkara
Julianna Petersen
f.25.10.1931 d. 10.01.2018
andaðist og varð jarðað
Tøkk til tykkum øll í Heimatænastuni hjá Vága
Kommunu, á Sýnini og á Landsjúkrahúsinum,
sum tóku tykkum so væl av henni seinastu tíðina.
Tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldastað, eins og tykkum, ið lótu
eina peningagávu til Meinigheitshúsið í Sandavági.
Tøkk Inga Poulsen Dam fyri góðu gravartaluna.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og tøkk til tykkum,
ið hjálptu til í ervinum.
Familjunar vegna
Petur Elias, Dorthea og Birita
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá kæra kona, mamma, dóttur og systur okkara
Karina Andersen
Fødd Vilhelm, h. 28.11. 1977, deyð 24.03.2018
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til Jóannes Nolsøe fyri
vakurt orgulspæl til jarðarferðina úr Skagen Kirkju.
Takk fyri gávur til Krabbameinsfelagið, fyri
blómur,
og tykkum mongu, sum fylgdi henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Erik, Daniel, Nicklas,
Mariane, Tom og Tummas Petur.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum mongu, sum sýndu
samkenslu tá
okkara elskaði, sonur, beiggi,pápi og abbi
Manfinn Thomassen
f 20.07.1963 - d.03.03.2018
andaðist og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Kamma og Símin
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara
kæri pápi, verpápi og abbi
Martin Danielsen
f. 8 nov. 1923 d. 16 des. 2017
andaðist og fór til gravar
Takk til starvsfólk á Sýnuni, sum vóru um hann
seinastu tíðina.
Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og til tykkum,
sum hjálptu til við jarðarferðini og fyri minnisgávur
til Miðvágs kirkju.
Takk til tykkum sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Halgerð, Pauli, Mikkjal
Sosialurin 34180