Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ArtiCon fekk 35 umsóknir um lærupláss - Vit fara í øllum førum at taka 10 lærlingar inn nú, kanska nakrar fleiri, sigur stjórin, Jón Sigurðsson Vilmund Jacobsen Tá freistin at søkja um tey 10 læruplássini hjá byggi­fyri­ tøkuni ArtiCon var úti í gjár, 1. mai, hevði felagið fingið ikki færri enn 35 umsóknir. Jón Sigurðsson, stjóri í Arti­Con, sigur, at felagið er sera væl nøgt við, at áhugin fyri læruplássunum, sum felagið bjóðaði út, hevur verið so stórur. - Tað eru ikki bara ungir menn, sum hava søkt. Vit hava eisini fingið umsóknir frá ungum kvinnum, sum hava áhuga fyri at koma í læru hjá okkum. Hann vísir á, at tal­an er um spennandi yrkis­út­búgv­ ingar innan betong, jørð-­ og kloakk, timbur og mask­in­ smíð. ArtiCon hevur gjørt nógv burtur úr at bjóða hesi 10 læru­plássini út, og sambært lýsingini byrja lærlingarnir hin 1. juni í ár - ella eftir nærri avtalu. Jón Sigurðsson sigur, at nú freistin at søkja um læru­ pláss er úti á hesum sinni, fer ArtiCon í eina tilgongd at skifta orð við umsøkjararnar. - Í lýsingunum hava vit søkt eftir 10 lærlingum, men tað er ikki óhugsandi, at vit kanska fara at taka nakrar fleiri inn. Letur hurðar upp Stjórin vísir á, at ArtiCon framm­anundan hevur 26 lær­lingar, og tá nýggju lærl­ingarnir eru byrjaði hjá felagnum, verður talið í minsta lagi 36, kanska fleiri. - Okkara ynski eru, at næm­ingar, sum søkja um læru­pláss hjá okkum, hava áhuga og ídni til verkligt ar­ beiði, og eg ivist onga løtu í, at tey 35, sum nú hava søkt, eru til dystin fús. Jón Sigurðsson sigur, at eftir lokna útbúgving sum hand­verkari, hava fólk eina grund­útbúgving, sum letur nógv­ar hurðar upp fyri framtíðar møguleikum. STARVSMARKNAÐUR Rebecca er nýggjur skrivari - Vit arbeiða við einari nýggjari heimasíðu, og ætlanin er regluliga at bera tíðindi úr kommununi og út til borgararnar, sigur skrivarin í Kunoyar kommunu Vilmund Jacobsen Kunoyar kommuna hevur fingið skrivara, sum í fyrstu syfti fer at arbeiða hálva tíð restina av hesum árinum. Tað er 28 ára gamla, Re­ becca Rógvadóttir Peter­sen úr Klaksvík, sum er sett í hetta starv, og hon byrjaði hjá Kunoyar kommunu mána­dagin, 23. apríl. Tað vóru níggju umsóknir til starvið. Rebecca Rógvadóttir Pet­ er­sen hevur lisið sam­felags­ frøði á Fróðskaparsetri Før­ oya, har hon gjørdist liðug við sína bachelor-útbúgving í 2015. Herfyri segði borgar­stjór­ in í Kunoyar kommunu, Sól­ eyð Klettskarð í Kongsstovu, at kommunan hevur keypt eina nýggja journalskipan, og fyrsta uppgávan hjá skriv­ aranum verður at dagføra alt, sum liggur niðurfyri. - Avgjørt er í kommunu­ stýrinum, at skrivarin kemur at arbeiða hálva tíð tað fyrsta árið, og síðan skulu vit eftirmeta tørvin frameftir. Sjálv vænti eg - uttan at kunna siga tað við vissu - at skriv­arastarvið fram eftir verður eitt hálvtíðarstarv, segði Sóleyð Klettskarð í Kongs­stovu. Við Sosialin sigur ný­setti skrivarin, Rebecca Rógva­ dóttir Petersen, at tey eisini arbeiða við einari nýggj­ari heimasíðu, og at ætlan­in er regluliga at bera tíð­indi úr kommununi út til borg­ar­ arnar í kommununi og al­ menn­ingin annars ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku autovinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í autovinnuni vitjar tú m.a. persónbila- og lastbilaverkstaðir, plátusmiðir / autolakkerarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mikudagin 23. mai og hósdagin 24. mai 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 17. mai 2018 Starvssetan: Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk - Í lýsingunum søktu vit eftir 10 lærlingum, men nú 35 hava søkt, er ikki óhugsandi, at vit kanska fara at taka nakrar fleiri inn, sigur stjórin í ArtiCon, Jón Sigurðsson, sum frammanundan hevur 26 lærlingar í fyritøkuni