týsdagur 1. mai 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
6
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Mildrið Jacobsen
mildrid@sosialurin.fo
Yrkingasavnið, sum kallast Korallbruni, er
annað yrkingasavnið, ið unga listakvinnan úr
Nólsoy hevur givið út. Fyrsta yrkingasavnið,
Undirfloyma, gav hon út fyri trimum árum
síðani, tá hon bara var 20 ára gomul. Bæði
yrkingasøvnini snúgva seg um menniskjað og
náttúruna, sum Anna Malan Jógvansdóttir
altíð hevur verið hugtikin av.
– Eg havi altíð verið ótrúliga bergtikin av
náttúruni. Eg eri eisini bangin fyri henni.
Náttúran er bara so vill og óstýrilig og hevur
sítt egna lív. Tað er hugtakandi og ræðandi
ísenn, sigur unga skaldið, sum serliga fær
íblástur frá havinum.
Anna Malan Jógvansdóttir, sum í løtuni
gongur á Rithøvundaskúlanum í Danmark,
er uppvaksin í Nólsoy. Hon ætlar sær at flyta
aftur til Nólsoyar, tá hon verður liðug við
skúlan í summar.
– Eg havi verið so tætt at náttúruni allan
mín barndóm, og tað sakni eg øgiliga nógv.
Eg havi verið bergtikin av náttúruni heilt frá
barnsbeini, sigur Anna Malan Jógvansdóttir,
sum gongur nógvar túrar í haganum, tá hon
er í Føroyum.
– Í náttúruni fái eg myndir til yrkingarnar,
og hon gevur mær eisini ró og hvíld, sigur
unga listakvinnan og leggur afturat, at hon
skrivar alla tíðina, og altíð er í gongd við
okkurt nýtt.
FYRSTA YRKINGIN
Anna Malan Jógvansdóttir hevur altíð
skrivað nógv. Sum smágenta skrivaði hon
dagbók, og fyrstu yrkingina skrivaði hon, tá
hon var 13 ára gomul.
– Tað var ikki tilætlað, at tað bleiv til eina
yrking. Men tá byrjaði eg so spakuliga at
skriva. Ta tíðina skrivaði eg mest stuttsøgur
og royndi ymiskt, greiðir hon frá.
– Men tá eg kom í Studentaskúlan byrjaði
eg at skriva yrkingar burturav. Teksturin
gjørdist meira konsentreraður, myndamálið
fekk størri týdning, og tað gjørdist bara
natúrligt, at eg skrivaði yrkingar, leggur unga
skaldið afturat.
Anna Malan Jógvansdóttir greiðir frá, at
hon brúkar listina til at fáa út tað, sum hon
hevur á hjarta.
– Tað er umráðandi fyri meg at sleppa út
við tí, sum bylgist inni í mær. Tað er ómetaliga
týdningarmikið fyri meg. Um eg ikki gjørdi
tað, so veit eg ikki, hvussu eg hevði fungerað,
sigur Anna Malan, sum altíð hevur havt tørv
HAVIÐ GEVUR MÆR
– EG HAVI ALTÍÐ VERIÐ BERGTIKIN AV NÁTTÚRUNI. SERLIGA
HAVIÐ GEVUR MÆR ÍBLÁSTUR, BÆÐI TÁ EG MÁLI OG YRKI. TAÐ
SIGUR 23 ÁRA GAMLA ANNA MALAN JÓGVANSDÓTTIR, SUM
GONGUR Á RITHØVUNDASKÚLANUM Í KEYPMANNAHAVN, OG SUM
JÚST HEVUR GIVIÐ ÚT NÝTT YRKINGASAVN