týsdagur 1. mai 2018síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN MAI 2018
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
á at bera tað fram, sum rembist innan í henni.
– Tá eg var yngri, teknaði eg øgiliga nógv.
Á tann hátt slapp eg út við tí, sum eg hevði á
hjarta, greiðir hon frá.
Hon leggur afturat, at hon hugsar alla
tíðina sera nógv, og at hon má sleppa av við
tankarnar.
– Eg hugsi øgiliga nógv um tað, sum eg
skrivi. Eg havi tað leingi í høvdinum, áðrenn
eg skrivi tað niður. Og eg skrivi bara tað
niður, sum eg skal brúka víðari. Er tað ikki
nóg gott, so skrivi eg tað ikki niður, greiðir
Anna Malan Jógvansdóttir frá. Hon sigur,
at so nógvir tankar mala í høvdinum alla
tíðina, at hon kann fáa høvuðpínu av øllum
tonkunum.
Hon leggur afturat, at hon er øgiliga glað
fyri at hava fingið evnini at skapa, og at hon
hevði ikki kunnað ímyndað sær lívið uttan
skapandi evnini.
MENNISKJAÐ OG NÁTTÚRAN
– Eg havi skrivað mest um menniskjað og
náttúruna. Tað fyllir sera nógv hjá mær, sigur
ungi nólsoyingurin.
Fyrsta yrkingasavnið hjá henni, Undir
floyma, er um eitt eg, sum ferðast í myrkri
og fer út í hav og endar í glasi.
– Tað yrkingasavnið snýr seg um, hvussu
egið smeltar saman við tí materiella og um
hvørvinum rundan um tað.
– Yrkingasavnið hevur ikki ein greiðan
boðskap, men er ein lýsing av ymiskum støð
um, sum eitt menniskja kann vera í. Tað lýs
ir, hvussu menniskjað og náttúran arbeiða
saman, hvar markið millum eitt menniskja
og náttúruna er, ella um ein skal hugsa um
tey sum eina heild, greiðir Anna Malan Jógv
ansdóttir frá.
Seinna yrkingasavnið er um eitt eg, sum
druknar, fyri at verða eitt við havið.
– Savnið er eisini ein gransking av, hvussu
náttúran sleppur at ráða meira. Ístaðin fyri
at tað er menniskjað, sum er miðdepilin í list
ini, so fær náttúran eina rødd í tí næsta yrk
ingasavninum, sigur hon.
Anna Malan hevur sjálv listprýtt bæði
yrkingasøvnini. Mentanargrunnur Studenta
felagsins gav út yrkingasavnið Undirfloyma.
Forlagið Eksil hevur givið út yrkingasavnið
Korallbruni.
SLAPP GJØGNUM NÁLAREYGAÐ
Í fyrrárið slapp Anna Malan saman við nøkr
um heilt fáum øðrum inn á Rithøvundaskúl
an í Keypmannahavn. Skúlin fær hvørt ár
fleiri hundrað umsóknir, og bara einir átta
til tíggju næmingar sleppa inn. Tað er ikki
óvanligt, at summi søkja upp í sjey ferðir,
áðrenn tey sleppa inn á skúlan.
Anna Malan slapp inn fyrstu ferð, hon
søkti.
– Eg hoyrdi um Rithøvundaskúlan, meðan
eg gekk í Studentaskúla. Eg hevði als ikki
væntað at sloppið inn, sigur hon og leggur
afturat, at hon var ovurfegin, tá hon fekk
boðini.
Saman við umsóknini senda umsøkjarar
nir 15 síður av egnum teksti. Sleppur umsøkj
arin víðari eftir ta fyrstu sundurskiljingina,
skal hann hava tríggjar síður av egnum teksti
við til eina upptøkusam
røðu.
Alt tilfarið, sum Anna
Malan skrivar á skúlan
um, skrivar hon fyrst á
føroyskum, og síðani um
setur hon tað til danskt.
– Eg hugsi á føroyskum.
Eg droymi á føroyskum.
Tað er øgiliga strævið at
skula umseta tað, sum eg
skrivi, og teksturin missir
altíð eitt sindur, tá hann
verður umsettur. Ymsar
vendingar kunnu ikki um
setast. Tað er best, um tað
verður skrivað á frummál
inum, greiðir hon frá.
Á skúlanum lesa tey
upp egnar tekstir, sum tey
síðani skifta orð um og við
gera. Anna Malan hevur
fingið bæði góð ummæli og
atfinningar.
– At byrja við nívdi tað
meg nógv, men ein verður
herdur. Skúlin leggur stóran
dent á, at vit mennast sum
listafólk og verða meira
tilvitað um, hvat vit vilja við
listini. Tá er tað lættari at
vraka atfinningarnar, sum
ikki hava týdning fyri verkið,
sigur unga listakvinnan.
– Ein skal hava harða húð
og tola nógv. Hinvegin, so
hevði ein tílíkur skúli ikki givið meining, um
tað ikki var so erligt, leggur hon afturat.
MÁLNINGALIST
Anna Malan Jógvansdóttir hevur eisini fing
ist við málningalist. Hon teknaði nógv sum
barn, og tá hon kom í framhaldsdeildina,
byrjaði hon at mála. Tað er ein listavegur,
sum hon vónar, at hon kann gera meira við.
Rithøvundaskúlin er krevjandi, og øll tíðin
fer við at skriva. Tí hevur hon ikki stundir at
mála nú, men hon vónar, at hon fær betri tíð
til málningalistina, tá hon verður liðug við
skúlan í summar.
Fyri trimum árum síðani, tá hon málaði
nógv, var hon við á Várframsýningini í Lista
skálanum í Havn. Hon málar nógv blátt, og
eins og við yrkingasøvnunum er tað havið,
sum gevur henni íblástur.
– Tað er nøkulunda tað sama sum við yrk
ingini. Menniskjað og náttúran og serliga
havið geva mær íblástur, tá eg máli, sigur
Anna Malan, sum ikki hevur hugsað um
at útbúgva seg innan ta listaleiðina, hóast
henni dámar sera væl at mála.
– Tað er yrkingunum, sum eg brenni fyri.
Mær dámar eisini væl málningalistina, men
yrkingarnar fylla meira, greiðir hon frá.
STRÆVIÐ UTTAN ÍBLÁSTUR
Anna Malan Jógvansdóttir greiðir frá, at við
hvørt yrkir hon øgiliga nógv, men at so eru
onnur tíðarskeið, har henni vantar íblástur,
og har tað gongur striltið at fáa nakað niður
á pappírið.
– Tað er øgiliga strævið, tá tað ikki bara
kemur av sær sjálvum. Tá keði eg meg illa, eg
eri í verri lagi, enn eg plagi, og eg verði eisini
meira tigandi og fjar. Tey tíðarskeiðini eru
øgiliga strævin, sigur hon.
Anna Malan greiðir frá, at tað er ikki tí, at
hon ikki hevur okkurt á hjarta, at hon ikki
yrkir hasi tíðarskeiðini.
– Kanska dugir ein bara ikki at seta orð á
tað tá. Onkuntíð havi eg ongan íblástur í ein
mánað, sigur hon og leggur afturat, at tað er
sera ørkymlandi.
– Eg kann onkuntíð hugsa og verða bangin
um, at íblásturin ikki kemur aftur. Men onku
staðni veit eg, at hann kemur aftur, og at eg
skal bara hava tol, sigur ungi yrkjarin úr
Nólsoy.
NÓLSOY DREGUR
Tá Anna Malan verður liðug á Rit
høvundaskúlanum í summar, fer
hon at lesa føroyskt á Fróðskapar
setrinum, um hon sleppur inn.
– Eg hugsi, at tað er ein lærugrein,
sum kemur væl við, tá eg skrivi, og
eg havi eisini hug til at fordjúpa
meg í føroyskum bókmentum. So
havi eg eisini okkurt trygt at fella
aftur á, um tað ikki gongur við
skrivingini, sigur hon.
Anna Malan er ikki í iva um,
hvar hon skal búgva, tá hon flytur
aftur til Føroya.
– Eg fari aftur til Nólsoyar at
búgva. Náttúran dregur meg aftur
til Nóloysar. Tað gera bygdin og
samanhaldið har eisini. Og ein stórur partur
av familjuni og vinfólkunum er eisini har, sig
ur Anna Malan, sum gleðir seg nógv at flyta
aftur til heimbygdina.
Hon sigur avgjørd, at hon fer at leggja seg
eftir at yrkja í framtíðini.
– Fyrbils fari eg at halda meg til yrkingar.
So fái eg at síggja, hvat tað verður til í fram
tíðini, sigur 23 ára gamla listakvinnan, Anna
Malan Jógvansdóttir.
R ÍBLÁSTUR
ANNA MALAN JÓGVANSDÓTTIR ER 23 ÁRA GOMUL.
HON ER FØDD OG UPPVAKSIN Í NÓLSOY.
HON HEVUR GIVIÐ ÚT TVEY YRKINGASØVN. UNDIRFLOYMA, SUM KOM
ÚT Í 2015, OG KORALLBRUNI, IÐ KOM ÚT Í SÍÐSTA MÁNAÐI.
MENTANARVIRÐISLØN LANDSINS TIL UNGT LISTAFÓLK VARÐ LATIN
ONNU MALUNI JÓGVANSDÓTTIR Í 2016. VIRÐISLØNIN Á KR. 50.000
ER ÆTLAÐ AT STUÐLA UNDIR OG STRIMBRA UNG LISTAFÓLK.
ANNA MALAN JÓGVANSDÓTTIR GONGUR Á RITHØVUDASKÚLANUM
Í KEYPMANNAHAVN. HON VAR MILLUM NØKUR HEILT
FÁ, SUM SLUPPU INN Á SKÚLAN Í 2016.