Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2018 8 k v i n n u b l a ð i ð LISSABON Beinleiðis til Annanhvønn týsdag Frá 26. juni til 21. august Býurin rýkur av vakrari byggilist, søguligum støðum og spennandi upplivingum bæði fyri vaksin og børn. Lissabon liggur við strondina og nær við hugnaligar strandarbýir sum t.d. Estoril og Cascais. Eitt sindur fyri øll Portugisiski høvuðsstaðurin hevur nógv at bjóða øllum áhugaðum og øllum aldursbólkum. Ríka matmentan, ið er serliga kend fyri saltfiskin „bachalau”, sum verður borðreiddur á ymsan hátt, fjølbroytt mentanarlív við bæði søvnum, kirkjum, handlum, strondum og byggilist. Býurin hevur nógv at bjóða børnum eisini. Til ber at vitja Lisbon Oceanarium, sum er mett at vera eitt tað besta sjósavnið í Evropa. Ella at fara í djóragarðin, Jardim Zoologico, sum hevur uml. 2000 djór og 300 ymisk djórasløg. Eru tit móð av at mala í býnum, ber sjálvandi til at fara oman á eina strond, sum lætt er at koma til við toki til dømis. Minst til, at summarið er sera heitt í Lissabon, tí mást tú verja teg við sólkremi og hatti. Um kvøldið kanst tú fara út at eta á einum av mongu matstovunum. M.a. í Bairro Alto býarpartinum eru alskyns mat stovur og barrir, har tú kanst vera partur av lívliga náttarlívinum í Lissabon. Lissabon – ella á portugisiskum Lisboa – er størsti býur og høvuðsstaður í Portugal. Býurin er vestasti høvuðsstaður í Evropa og eisini tann elsti, umframt at hann er ein av elstu býum í heiminum. BÍLEGG Á ATLANTIC.FO ELLA Á TEL 34 10 10