týsdagur 1. mai 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
12
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
SPENNINGUR OG LAGNUSØGUR
VIT VIÐMÆLA BØKUR OG SJÓNVARPSUNDIRHALD
DRÁP Í SNAR
TOKINUM
MURDER ON THE
ORIENT EXPRESS
NÝGGJUR FILMUR
Klassiska krimisøgan hjá Agathu
Christie um drápið umborð á Orient
snartokinum er enn einaferð innspæld
sum filmur. Hesaferð hevur Kenneth
Branagh leikstjórnað og spælir belgiski
detektivurin Hercule Poirot, sum er
umborð á tokinum, har hann eina maður
verður stungin til deyðis. So hvørt hann
nærkast uppkláringini, gerst Poirot
greitt, at talan er um óvanligt drápsmál.
Filmatiseringin er visuelt hugtakandi.
STRANDARDRÁP VIÐ
GOMLUM SLÓÐUM
DEEP WATER
SJÓNVARPSRØÐ Á NETFLIX
Tá ið ein ungur samkyndur maður verður dripin nærindis
Bondi Beach í Australia, finna Tori Lustigman og Nick
Manning slóðir til dráp, sum vórðu framd á samkyndar
menn í 1980’unum og 1990’unum. Spennandi sjónvarpsrøðin
bjóðar óvætnaðar hendingar, dramatikk og gott undirhald.
SKAKANDI
MENTANARDEYÐI
HORVNA RÓSAN
STEINTÓR RASMUSSEN
Innan fáar dagar doyr ein kendur
føroyskur yrkjari í Keypmannahavn og
ein mentakona í Havn. Hví eru tey deyð
og er samband millum deyðsføllini?
Hetta er triðja bókin í krimirøðini
um bindiklubbakvinnurnar. Í hesari
bókini hava høvuðspersónarnir nógv
upp á spæl, og persónlig loyndamál
verða vavd upp í deyðsføllini. Bókin
granskar føroyskt mentanarumhvørvi,
og tað verður við hvøssum penni og
eygleiðingum. Triðja bókin er tann
sterkasta krimisøgan í røðini!
FLÓTTIN SUM
FÓR TIL OL
BUTTERFLY
YUSRA MARDINI
Í 2015 flýggjaði Yusra Mardini úr Sýria í
lítlum báti, sum steðgaði upp og byrjaði
at søkka. Í meira enn tríggjar tímar
vóru Yusra, systurin og tvey onnur fólk
í sjónum og royndu at føra bátin móti
landi. Tey komu til griksku oynna Lesbos
og bjargaðu harvið lívinum á øllum
fløttunum. Hetta er søgan um kvinnuna,
sum rýmdi úr krígsherjaða Damaskus, fór
gjøgnum Europa og endaði á Olympisku
leikunum í Rio de Janeiro í 2016.
SØGUR UM
KVINNULÍV
MORGUNFRÚA
SÓLRÚN MICHELSEN
Høvundurin, ið sjálv er komin væl til
árs, sigur í hesum savni frá tilburðum
í kvinnulívum. Høvuðspersónurin í
næstan øllum søgunum er ein kvinna.
Ikki sama kvinna, men kvinnur í ymsum
aldri, við ymsum nøvnum, í ymsum
umhvørvi, har tær eru fyri ymsum
tilburðum, ið elva til tvístøður og ymisk
vandamál, sum tær loysa hvør á sín
hátt, ella sum tær ikki megna at loysa.
Allar søgurnar viðgera eksistentiell
vandamál, stundum úr einum eitt sindur
øðrvísi sjónarhorni, enn vit eru von við.
PERSÓNLIG
LAGNUSØGA
DEN DER LEVER
STILLE
LEONORA CHRISTINA SKOV
Tá ið mamman doyr, avger Leonora
Christina Skov at skriva persónligu
søguna um seg og serliga sambandið
við mammuna. Einsama Christina livdi
eitt krevjandi lív við einari mammu, sum
ikki elskaði hana treytaleyst og einum
pápa, sum tók hædd fyri mammuni í
øllum. Tá ið Christina verður vaksin,
fer at skriva og tekur eina týðandi
persónliga avgerð, verður sambandið
við mammuna enn verri. Ein skakandi
skaldsøga, sum byggir á veruligar
hendingar í lívinum hjá rithøvundanum.
FRØKUN
FISHER LOYSIR
MORÐGÁTUR
MISS FISHER’S
MURDER MYSTERIES
KRIMIRØÐ Á NETFLIX
Phryne Fisher er privatdetektivur í
Melbourne í Australia í 1920’unum.
Vælbjargaða og vakra kvinna er
gløgg og forvitin, og hon dugir
at finna samanhangir og slóðir í
fløktum brotsverkum. Sambandið
við kriminalpolitistin Jack Robinson
er ikki allatíðina hjartaligt, men
tey duga at brúka hvør annan og
vita, at tey eru eitt sterkt toymi.