týsdagur 1. mai 2018síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
18
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Hvussu umhvørvið er, ið vit ferðast og
uppihalda okkum í til dagligt, hevur eina
stóra ávirka á heilsustøðuna hjá okkum.
Í Føroyum hoyrist eisini javnan um
trupulleikar við millum annað blámusoppi,
ið kann vera til ampa fyri fólk.
Vánalig inniluft í heiminum kann enntá
vera ein kelda til fleiri sjúkur, ið vit dragast
við. Danska heilsustýrið vísir millum annað
á, at vánalig inniluft kann føra til illhirsni,
møði, høvuðpínu, irritation í slímhinnunum
í eygunum, nøsini, svølgrúminum og
andaleiðunum. Harumframt verður víst
á, at vánalig inniluft kann vera uppruni til
ella gera verandi álvarsamar sjúkur verri.
Tað er tó ráð fyri tí og danska
brúkararáðið Tænk hevur eisini gjørt ein
lista við tíggju løttum ráðum, ið kunna
betra um inniluftina heima hjá einum
sjálvum.
1: LUFTA ÚT FLEIRI
FERÐIR UM DAGIN
Ein av lyklunum til at tryggja góða inniluft
er regluliga at lufta út. Mælt verður til at
lufta út tríggjar ferðir um dagin og fimm
til tíggju minuttir hvørja ferð. Best er um
luftað verður út við fullum gjóstri. Um
luftað verður nóg væl út, so slepst undan
slevju í heiminum.
2: DUSTSÚGV REGLULIGA
Dustmottur og skaðilig evnir eru í støvi og
tí er neyðugt at dustsúgva heimið regluliga.
Mælt verður til, at dustsogið verður eina
ferð um vikuna. Neyðugt er at dustsúgva
meira enn eina ferð um vikuna, um fleiri
fólk búgva í einum lítlum húsi ella um man
eigur djór.
3: TURKA KLÆÐINI ÚTI
ELLA Í TURKITRUMLU
Tað er ikki gott fyri inniluftina, um
klæðini verður turkað inni, tí tað økir um
luftvætuna í húsinum. Tí verður mælt til
at turka klæðini úti ella í eini turkitrumlu.
Ein turkitrumla er betri enn eitt
snóratræ, ið stendur inni, hóast hon eisini
letur vætu frá sær. Lat hurðina aftur til
vaskirúmið, tá ið turkitrumlan er tendrað
og lufta út, tá hon er liðug.
4: DÝNUR OG PÚTUR
SKULU VASKAST
Dustmottur eru í fleiri av tínum dýnum
og pútum. Til ber at drepa tær við at vaska
dýnurnar og púturnar við í minsta lagi 60
stigum. Mælt verður til at vaska dýnur og
pútur triðja hvønn mánað.
5: BRÚKA ROYKHETTUNA
Brúka roykhettuna hvørja ferð tú gert mat.
Um tú ynskir góða inniluft, so er ikki nokk
bara at lata vindeyga upp. Útsúgvingin í
roykhettuni verjir heimið móti vætu og
blámusoppi.
Tá ið tú gert mat fara feittrestir og
dampur upp í luftina. Tað mesta av tí
verður fangað í roykhettuni, um súgvievnið
í roykhettuni er nóg sterkt. Tí er tað eisini
neyðugt javnan at reinsa roykhettuna.
6: SLØKK TÓLINI
Sløkk tey elektronisku tólini, so sum teldu,
flatsskíggja, blendara o.a. tá ið tey ikki eru í
nýtslu. Hetta tí at tólini kunna geva frá sær
kemisk evnir.
7: AVMARKA NÝTSLUNA
AV LIVANDI LJÓSUM
Stearinljós geva frá sær sót og ljós við anga
geva eisini frá sær smápartiklar. Bæði gera
inniluftina verri. Avmarka tískil nýtsluna
av livandi ljós, um tú ynskir góða inniluft.
Royking er heldur ikki gott fyri
inniluftina, so mælt verður frá at roykja
inni.
8: VEL UMHVØRVISMERKIR
Vaskievnir og máling innihalda ymisk evnir,
ið fara um alt heimið, tá ið tú vaskar ella
málar. Vel tískil vørur og merkir, ið hava
umhvørvismerkir, so at tú avmarkar tey
evnir, ið verða brúkt í heiminum.
9: VÆTUVERJ UTTANDURA
Spraydósir gevur frá sær smápartiklar, ið
tú kanst anda í teg og sum kunna setast í
møblarnar. Vætuverj tískil altíð skógvar og
annað uttandura.
10: LAT NÝGGJAR MØBLAR STANDA
Nýggir møblar kunna innihalda kemisk
evnir. Tí er tað best at lata nýggjar møblar
standa í einum rúmi, ið tú ikki brúkar
regluliga, so evnini kunnu guva burtur.
Lufta serliga nógv út, tá ið tú hevur keypt
nýggjar møblar.
Tíggju ráð til betri inniluft
DANSKA BRÚKARARÁÐIÐ TÆNK HEVUR GJØRT
EIN LISTA VIÐ TÍGGJU EINKLUM RÁÐUM, IÐ
KUNNA BETRA UM INNILUFTINA Í HEIMINUM