Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2018 26 k v i n n u b l a ð i ð ið hava innistongdarræðslu ella eru myrkarædd, men tað er stuttligt at ganga har og frásøgufólkini eru góð og fortelja skrøggsøgur úr Suðuroynni. VÁGOY: TAÐ GAMLA FØROYSKA Eg kann eisini viðmæla savnið Kálvalíð í Miðvági. Tað er eitt stað, ið man kann vitja í øllum veðri og tað er vert vitjanina. Tú verður har ikki alla dagin, men vitjanin kann samantvinnast við ein túr út til Trælanípuna. Eg var við ferðaleiðara úr Visit Vágar og tað kann viðmælast. Øll kunna fara sjálv eftir gøtuni, men tað er so øgiliga nógv stuttligari at ganga við einum ferðaleiðara. Hon dugdi ótrúliga væl, greiddi frá søgum og visti hvar man fekk bestu myndirnar o.s.fr. So um man vitjar savnið fyrst, so fær man tað gamla føroyska við, áðrenn man fer til gongu. Soleiðis verður man betri ílatin og hugsar meira um tey ymisku nøvnini á túrinum og hvussu tað var fyrr. KALSOY: ÚT Á KALLIN VIÐ FERÐALEIÐARA Næst á listanum er ein túrur út á Kallin við unga ferðaleiðaranum Jóhannus Kallsgarð Joensen, ið er røktingarmaður á staðnum og arbeiðir í smiðjuni í Trøllanesi. Hendurnar hjá honum eru skitnar av nógva arbeiðinum í smiðjuni og hevur hann eitt ball hangandi í vørrinum. Hann er sooo sjarmerandi, konufólk sum mannfólk, ung sum gomul falla pladask fyri honum. Hann í sær sjálvum var fyri mær ein uppliving. Tú fært so nógv meira burturúr, um tú fert út á Kallin við honum. Sum heild fær man altíð meira burturúr við at fara við einum ferðaleiðara. Vitja eisini smiðjuna í Trøllanesi, har tey gera seymar, ljósastakar og annað. Tað er stuttligt at síggja tað og søgan hjá smiðjuni er nokk so gomul. SANDOYGGIN: Á ÆVINTÝR VIÐ BØRUNUM Hetta er ein túrur, ið eg ikki sjálv hava verið á, men sum eg havi hoyrt nógv gott um frá fleiri fólkum. Visit Sandoy skipar fyri einum ævintýratúri fyri børn og barnsligar sálir, har ferðaleiðarin fortelur søgur um gívrina. Tey sum hava verið á túrinum fortelja hvussu livandi frásøgnin er og hvussu børnini liva seg inn í tað. Umframt at tey sleppa at renna, hoppa og spæla í føroysku náttúruni, slíkt sum tey vanliga ikki sleppa, so læra tey eisini eina rúgvu um føroyska søgu. EYSTUROYGGIN: LÍTIÐ OG STÓRSLIGIÐ Tvær bygdur sum eru forsømdar í Eysturoynni eru Hellurnar og Oyndarfjørður. Tað eru tvey støð, ið fólk sjáldan vitja. Eg var har nú ein dagin við vøru. Eg ringdi til mannin, ið skuldi hava vøruna, tá ið eg fór úr Havnini, men kom fyrst fram fleiri tímar seinni. Orsøkin var, at tað tók so langa tíð frá tí eg snaraði av høvuðsvegnum Millum Fjarða. Har var so nógv at taka myndir av á veg til bygdirnar. Har er so lítið, men so stórsligið. Har eru millum annað kamburin inni í fjørðinum og Rinkusteinarnar,. Men tað er eisini ein stuttlig søga um sjórænaraskipini, ið frystu og liva í steinunum. Allir vegurin oman har er hugtakandi. Eitt av mínum yndis støðum at vitja, og sum er ókeypis, er gjógvin í Elduvík. Tá eg var yngri arbeiddi eg nøkur ár í kunningarstovuni. Tá bað eg fólk ikki bara renna til Gjáar, men uppliva gjónna í Elduvík. Har ber til at hoppa á bláman og svimja. Holur eru eisini inni í gjónni, ið man kann goyma seg í. Har kann tað vera intimt hjá pørum, vinum og øðrum at sita. Man verður partur av náttúruni og so sær man yvir á Funning. NÓLSOY: DYRKA TAÐ BYGDASLIGA Tað er altíð stuttligt at fara til Nólsoyar. Man er har eitt avmarkað tíðarskeið, men møguleikarnir at eta og fáa hita eru nógvir. Tað eru fleiri fínir gongutúrar, og um tað tekur ov longi at ganga út á Borðuna, so kemur man skjótt út á Stongina. Tað góða við Nólsoy er, at fólkini eru so bygdaslig og tey dyrka tað. Tey eru so heilhjartað í síni bygdasligheit og dyrka tað, sum er so sermerkt við teimum. Sjálvt tær ungu damurnar ganga í gummiskóm. Har eru eisini so nógv ljós hús, ið eru so sjarmerandi, tí tey eru so ljót. MEGINØKIÐ: KOLTUR FRÁ FLEIRI VINKLUM Koltur er tann oyggin, ið mær dámar best at hyggja eftir. Hon broytist frá ymiskum vinklum, so tá eg fái vitjan av útlendskum journalistum ella øðrum, so taki eg teir hendan túrin. Hann byrjar í Sandavági, har vit ganga út til Trøllkonufingurin. Tann gongutúrurin er lættur og skeltini vísa vegin. Har sær man allan vegin til Suðuroyar og Koltur sær bara út sum eitt stórt fjall. Síðan koyra vit til Sornfelli, Norðradalsskarð og at enda til Syðradals og hyggja eftir Koltri í øllum støðum. Vit føroyingar dáma væl at taka myndir tá sólin er frammi, men tað er so flott at síggja Koltur í ymiskum ljósi og litum.