týsdagur 1. mai 2018síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN MAI 2018
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
HOYRNIN Á LÍVSSTÍLSMESSU
Tíggju ár eru liðin, síðan Jutta Helgadóttir
læt Føroya fyrstu privatu hoyriklinikk
upp. Hetta hava verið tíggju ár við stórari
tøkniligari menning og eini øktari tilvitan
um hoyrn og hoyritól. At ansa eftir hoyrnini
og leita sær hjálp, um hoyrnin er farin at bila,
er vorðin ein natúrligur partur av okkara
lívsstíli
Hagtølini vísa, at tíggjundi hvør hoyrir
so mikið illa, at tey hava brúk fyri hoyritóli.
Hetta gongur ikki bara út yvir teirra egnu
lívsgóðsku, men rakar eisini tey avvarðandi.
Kortini eru tað framvegis ikki øll, ið hava
varnast tað ella leita sær hjálp, men tíbetur
er stór broyting hend á hesum økinum tey
tíggju árini, Hoyrnin hevur verið til.
"Fólk eru nógv meiri tilvitað um, at
hoyrnin hevur alstóran týdning fyri trivnað,
heilsu og vælferð. Stigmatiseringin av fólki
við hoyritóli er eisini munandi minni í dag,
enn hon var fyri tíggju árum síðan,” sigur
Jutta Helgadóttir.
Í dag er nógv meiri vanligt at yngri fólk
taka hoyriroyndir og leita sær hjálp. Hetta
er ikki, tí tey hoyra verri í dag, men tí at
hugburðurin er broyttur. Ein grundin til hetta
er ivaleyst, at Hoyrnin við boðskapinum
“Eitt hoyritól er ikki eitt stórt ting”, miðvíst
hevur víst á, hvussu hoyritól kunnu gera
gerandisdagin betri. Vit hava eitt nú sæð
Eivør fortelja, hvussu hoyritól hava givið
henni ein betri gerandisdag, og bólkar sum
Danny & the Veetos og Hamferð siga fólki,
at tey skulu brúka hoyrivernd, tá ið tey spæla
ella lurta eftir hørðum tónleiki.
Tøkniliga menningin av hoyritólum ber
eisini í sær, at í dag er nógv lættari og stutt
ligari at brúka hoyritól. Hoyritólini eru vorðin
nærum ósjónlig og digitala tøknin hevur
við sær, at ljóðgóðskan er framúrskarandi
í øllum umhvørvi. Harumframt kunnu tey
knýtast saman við fartelefon, sjónvarp og
onnur tól.
Hoyrnin fokuserar bæði upp á fyribyrging
og viðgerð og bjóðar tí eisini tónleikarum,
handverkarum, pedagogum, sjófólki og
øðrum, sum dagliga arbeiða í nógvum gangi,
professionella hoyrivernd. Hetta er eisini eitt
øki í stórari tøkniligari menning, og alsamt
fleiri fólk velja at binda um heilan fingur og
verja hoyrnina, áðrenn ov seint er.
Hoyrnin er í dag heildarveitari av øll
um, ið hevur við hoyrnina at gera, alt frá
professionelt formstoyptari hoyrivernd og
hjálpitólum til heimið til mest framkomnu
hoyritólini og alt neyðugt tilhoyr. Sum nakað
nýtt bjóðar Hoyrnin eisini rentufría fígging
av hoyritólum, so tað er uppaftur lættari hjá
fólki at útvega sær hoyritól.
Hoyrnin verður við á stóru Lívsstíls- og
sølumessuni í høllini á Hálsi 5. og 6. mai.