týsdagur 1. mai 2018síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
28
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
HALDA FERIU Í NÝGGJUM HÚSUM
HENRIETTA HAMMER
Hvussu ætlar tú at halda summarferiu í ár?
– Summarferian í ár verður hildin heima í Føroyum í okkara nýggju húsum. Tað
verður nokk at takast við, so kanska máling og so grundarbeiði til ein møguligan
framtíðar hava fer at merkja okkara summarferiu.
Hvørja minniliga summarferð hevur tú gjørt?
– Tær eru nógvar - bæði her heima og uttanlands. Men tær minniligastu eru nokk
tær, har vit ikki hava verið so langt burtur. Summarferiurnar í summarhúsum
niðri í Danmark eru nokk tær minniligastu, tí tær eru so deiliga avslappandi. Tá
fáa vit øll trý ordiliga koblað úr og bara jollað okkum við okkara egna tempo.
Hvat stað úti í heimi kundi tú hugsað tær at vitjað?
– Tey eru mong! Tað er alt frá øllum teimum obligatorisku sum París, New
York og so víðari til Finnland og Russland. Men eitt stað, ið eg altíð havi ynskt at
sloppið at vitjað, heilt frá tí eg var lítil, er Galapagos!
Ferðast tú í egnum landi?
Alt, alt, alt ov sjáldan! Men sum so mong onnur, so eru ætlanir um, at tað skal
broytast.
SOLEIÐIS VERÐUR OKKARA SUMMAR
HEIMLIGT SUMMAR
ARINA BISCHOFF
Hvussu ætlar tú at halda summarferiu í ár?
– Eg fari annað árið á rað at njóta føroyska
summarið her heima og heldur hyggja eftir eini
uttanlandsferð fyri familjuna næsta summar.
Hvørja minniliga summarferð hevur tú gjørt?
– Vit hava verið á nógvum ymiskum familjuferðum um summrarnar, og ringt er
at velja ta bestu, tí allar ferðir hava verið ymiskar og góðar á sín hátt. Vit hava
siglt við Norrønu og koyrt niður ígjøgnum Evropa, vit hava flogið til ymisk støð,
bæði beinleiðis og via Danmark. Børnini minnast serliga eitt summar, tá vit vóru í
summarhúsi hjá eini vinkonu við donsku vesturstrondina. Veðrið var so sera gott,
og vit vitjaðu nógv støð, so sum Legoland, Giveskud ZOO og vitjaðu vinfólk á
Fanø. Eg havi gjørt myndabøkur til øll ferðamál, vit sum familja hava verið á, so vit
hava hesar at hyggja í og minnast aftur á góðu ferðaminnini. Hesar bøkur eru gull
verdar, børnini elska at hyggja í tær.
Hvat stað úti í heimi kundi tú hugsa tær at vitja?
– Eg vildi fegin ferðast enn meir, enn vit gera, og har eru nógv støð, eg fegin vildi
vitja. Men fyri at nevna onkur, vil eg sera fegin til Estlands at ferðast, haldi tað
virkar sum eitt spennandi land, og so droymi eg um at síggja Machu Picchu í Peru.
Havi havt eina mynd av Machu Picchu hangandi í einum skápi í nógv, nógv ár, so
vónandi sleppi eg har til einaferð.
Ferðast tú í egnum landi?
– Eg elski at ferðast her heima. Her er so deiligt og so nógv støð at síggja og
vitja, og tað hava vit eisini gjørt nógv av. Vit hava gingið óteljandi túrar í føroysku
náttúruni, sum er so fantastiska flott. Síðsti túrurin var á veg niðan á Gráfelli, men
har var mjørki á toppinum, so vit náddu ikki sjálvan toppin. Har er ótrúliga vakurt.
Myndin er tikin á hesum túri. Í ár ætli eg mær millum annað at sleppa vestur á
Víkar og ein túr niðan á Slættaratind við børnunum. Summrini við lýggjum veðri
njóta vit so gott, vit kunnu uttanfyri, og eftir myrkan vetur gleði eg meg nú til, at
summarið kemur.
FARA AT
SIGLA RUNT
OYGGJARNAR
VIVIAN TÓRSDÓTTIR
Hvussu ætlar tú at halda summarferiu
í ár?
– Eg má sleppa vekk fleiri ferðir um árið,
sum oftast bara stuttar túrar og altið
suður eftir. Tað er ikki avgjørt, hvagar
leiðin gongur í summar.
Hvørja minniliga summarferð hevur tú
gjørt?
– Ein, sum hevur sett seg nógv í mítt
minni, var tá eg var aleina við mínum
synum á Gran Canaria.
Hvat stað úti í heimi kundi tú hugsar
tær at vitja?
– Eg havi altið hugsað um at sleppa til
Madagaskar, hví veit eg ikki.
Ferðast tú i egnum landi?
– Í ár er planurin at ferðast nógv her
heima. Vit hava bát, so planurin er at
sigla nógv runt um oyggjarnar.
EG MÁ UPPLIVA
FØROYSKA
SUMMARIÐ
JÓNHILD RASMUSSEN
Hvussu ætlar tú at halda summarferiu í ár?
– Seinastu árini hevur mær dámað best at verða heima í Føroyum um summarið
og heldur ferðast uttanlands onnur tíðarbil í árinum. Upplivi eg ikki tað føroyska
summarið, merki eg ikki at tað hevur verið summar. Í ár fari eg ein lítlan túr at
ferðast við familjuni á hvítusunnu og so aftur seinni í summar, tá vit fara at fylgja
dótturini, sum fer á eftirskúla í Danmark. Í heyst/vetur er so ætlanin at fara at
ferðast eitt sindur longri vekk, har tað er møguligt at fáa eitt sindur av sól og hita.
Hvørja minniliga summarferð hevur tú gjørt?
– Nógvar góðar og minniligar summarferðir hava verið, men skal eg nevna eina
heilt serliga, má tað vera tá eg var saman við familjuni til OL í London í 2012. At
uppliva ein OL-bý var heilt fantastiskt og eisini at síggja teir hondbóltsdystir, sum
vit vóru til. London er annars mín yndisstaður, sum eg havi vitjað fleiri ferðir, síðani
eg var har fyrstu ferð sum 16 ára gomul. Tað er ein býur, sum eg aldrin verið troytt
av, og sum hevur ein heilt serligan dám av spennandi mentanum, upplivingum og
áhugaverdum støðum.
Hvat stað úti í heimi kundi tú hugsað tær at vitja?
– Sera torført at velja, tí tað eru nógv lond og býir, sum eru áhugaverd. Men skal
eg velja úr rúgvuni, eru tað serliga tvey lond, sum eg kundi hugsað mær at vitja.
Tað eina er Kina, sum eg havi havt serligan áhuga, fyri síðani eg sum ung byrjaði at
lesa bøkur av kinesiskum rithøvundum. Eitt annað land, sum eg kundi hugsað mær
at vitja, er Vietnam, serliga aftaná ferðafrásagnirnar frá elsta soninum, sum var og
fjakkaði har í fjørð.
Ferðast tú í egnum landi?
– Eg havi ferðast nógv í egnum landi, men tað er mest til Suðuroyar og mína
heimbygd Porkeri, har eg havi sera nógv góð summarminni. Suðuroyggin er sera
vøkur við eini einastandandi vakrari náttúru og hevur eisini eina heilt serliga ró yvir
sær, sum er balsam fyri sálina. Mær dámar væl at fara ein túr í mølina, ein túr í
hagan, at hoyggja og annars bara at vera.