Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Hugstoytt, at hesin trupulleikin ikki verður tikin í nógv størri álvara – Børn lesa lítið og einki í frítíðini. Tað er ikki long­ur eitt uppáhald, spildurnýggja kann­ ing­in av lesivanum hjá trim­um árgangum í fólka­skúlanum staðfestir, at tveir triðingar av børn­u­num í 4., 6. og 9. flokki lesa sjáldan ella ong­an­tíð, og tey lesa væl minni enn javn­aldr­ar­nir í Danmark. Hetta er dapra niðurstøðan í kanning, sum er gjørd um lesivanir hjá føroyskum børn­um. Og sigast má, at hetta eru órógvandi tøl, sum koma fram, og sum greitt verður frá í tíð­ar­grein í blaðnum í dag. Tær fýra, sum hava gjørt kanningina, siga, at endamálið er at veita nýggja, dag­ førda vit­an um lesing, hugburð til lesing og til­far, og at fáa at vita, um børn okkara og ung lesa í nóg stóran mun, so góðrarbotnur er fyri, at mál teirra og lesifrøleiki mennist. Vit sum fáast við fjølmiðlar hava fyri mong­um árum síðani staðfest, at trupult er at halda ungum lesarum til. Tey sum halda seg vita so væl um hetta siga, at tað er tí, at tað at lesa bløð er gam­aldags, og at tey ungu eru meira fram­fús og lesa nógv heldur tal­ gild­ar miðlar enn gom­ul keðilig bløð. Men tað tykist als ikki, sum um tað er trup­ul­leikin. Hann er nógv størri og nógv ó­hugna­ligari enn so: Tey ungu tíma rætt og slætt ikki at lesa. Og tá tey ikki fáa lesi­venj­ ing, so duga tey verri og verri at lesa. Spurn­ingurin er so, hvat gerast kann við tað. Tað sigur seg sjálvt, at hevur tú ikki skrivaðan tekst fyri tær, so mennir tú ikki lesi­før­leik­an. Tað er ikki nóg mikið bara at hoyra onnur lesa. Varhugi og ein kanning er sjálvandi ikki nóg mikið til tess at staðfesta, hvussu um­ fat­andi trupulleikin er. Sjálvsagt mugu fleiri slík­ar kanningar gerast. Tað týdningarmesta er, at trupulleikin verð­ur tikin í álvara, og at myndugleikin veru­liga vil gera nakað við hann. Eitt tað fyrsta er sjálvandi at gera fleiri kanningar. Eitt er, at vit eru eitt lítið samfelag, og at vit eru sera fá, sum duga málið. Men tað er valla orsøkin til trupulleikan, men setir okkum tess størri krøv til menning. At finna pengar til at kanna hetta gjøllari kann ikki vera ein trupulleiki. Tað er gott, at ein­stak­ling­ar taka stig til slíkar kanningar og varpa úrslitið út. Men størri týdning hev­ ur tað, at trpulleikin verður tikin í álvara. Nú verður møguleiki at fáa meira vitan um virk­ sem­ið hjá Odd Fellow Ordaninum í Føroyum og um Odd Fellow sum heild. Felagsskapurin bjóð­ar til opið hús mánadagin 7. mai 2018. Odd Fellow Ordanin byggir sítt virksemi á næstra­kær­leika eins og á vinalag millum menn­ iskju, kærleika og sannleika. Odd Fellow hjálp­ir teimum sjúku, gomlu og einsomu í sam­fel­ag­ num. Eisini donerar felagsskapurin fleiri mill­i­ ón­ir árliga til humaniter endamál. Odd Fellow Føroyar heldur til við Grøn­ lands­veg­in 56 í Havn, og opið hús verður frá kl 19, har øll eru vælkomin. Mugu fáa børn og ung at lesa meira Opið hús at kunna um virksemið ODD FELLOW Les eisini blaðið á telefonini Tá journalistikkur verður vandamikil – fyri journalistin Jørn Astrup Hansen Stríddist eisini fyri føroyskum kirkjumáli Siðsøga síða 28-29 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Jan Christiansen, fyrverandi borg­ ar­stjóri í Havn, fyllir 60 ár í morgin, sunn­udagin 6. mai Jan Christiansen er sonur Petur og Annu Christ­i­ansen. Petur C, sum hann van­liga varð nevnd­ur, var úr Havn. Anna er av Strond­um, dótt­ir hin navnframa Johan Poulsen, sum var løg­tings­mað­ur fyri Sambandsflokkin í sam­full 50 ár frá 1920 til 1970. Jan Christiansen er útbúgving lær­ari á Før­oya Læraraskúla í 1982. Hann hev­ur síð­ ani víð­ar­iútbúgvið seg í spesial­ped­a­go­gikki og leiðslu. Jan Christiansen hevur ver­ið lær­ ari á Skúlanum á Trøðni í Havn øll ár­ini, og sein­astu 13 árini hevur hann verið skúla­stjóri á skúl­a­num. Politiska yrkisleiðin hjá Jan Christiansen byrj­aði í 1984, tá hann sum 26 ára gamal varð vald­ur í Tórshavnar býráð. Pápi hansara sat í bý­ráð­num frá 1960 til 1980. Tey síðstu níggju ár­ini sum bogarstjóri. Tí skuldi Jan líka­sum lyfta arv­in eftir pápan, sum eis­ ini var løg­tings­mað­ur fyri Fólkaflokkin árini 1966-70. Jan Christiasen gjørd­ ist partur av væl­mann­aða liðnum hjá Poul Mich­ el­sen, sum vann stórt í Havn á býráðsvalunum í 1984, í 1988 og í 1992 – og á fleiri valum aftan á tað. Tá Poul Michelsen legði frá sær sum borg­ ar­stjóri í 1992, var Jan Christiansen, í øllum før­um óalment, kosin sum krúnprinsurin hjá Fólka­flokkinum til borgarstjórasessin í Havn. Og tað eydnaðist á valinum í 2000 at skipa eina samgongu við Jan Christiansen sum borgarstjóra. Tá Jan Christiansen fór úr býráðnum á nýggj­árinum í 2012/13 hevði hann sitið í bý­ráð­num í 28 ár út í eitt. Harvið er hann tann politikarin higartil, sum hevur sitið trið­longst í Tórshavnar Býráð. Bara Heðin Mort­en­sen, sum hevur sitið í 48 ár, tá hetta skeið­ið er av, og Petur í Gong, sum sat í 34 ár, hava sitið longri í býráðnum enn Jan Christ­ i­a­n­sen. Hann var í 2010 heiðaru av Margretu dronting sum riddari av Dannebrog. Jan Christiansen er giftur við Elsu Mariu Bær­ent­sen í Havn. Tey eiga døtrarnar Katr­ inu og Minnu. Jan Christian seksti í morgin Einastu feðgar, sum hava verið borgarstjórar í Havn, eru Jan Christiasen (2001-04) og pápin, Petur C (1972-80) 4. MAI 2018