hósdagur 3. mai 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 50
Fríggjadagur 4. maí 2018
STARVSLÝSING
Landsdjóralækni
Chief Veterinary Officer (CVO)
Landsdjóralæknin er hægsti veterineri myndugleiki í Føroyum
Uppgávur
Uppgávurnar hjá landsdjóralæknanum eru serliga at:
* Skapa og dagføra reglur, ið stuðla undir tryggum, góðum matvørum og fóðri,
góðari djóraheilsu og djóratrivnaði.
* Tryggja, at lógir og kunngerðir eru fult út í samsvari við ES reglur innan matvørur
(serliga fisk) og djóraheilsu (serliga alifisk), sum ásett í sáttmála millum partarnar.
* Hava ábyrgdina av samskiftinum við ES innan karmarnar av heilsufrødiligu
avtaluni við ES.
* Fylgja við og luttaka í altjóða arbeiðinum á veterinera økinum og — har Føroyar
hava fráboðanarskyldu, tá at standa fyri hesum.
* Hava ábyrgdina av loypandi yvirvøku og skráseting av djórasjúkum í Føroyum
og taka neyðugu fyrisitingarligu avgerðirnar.
* Leiða veterinerdeildina á Heilsufrødiligu starvstovuni og vera partur av leiðslu-
bólkinum á stovninum. Roknast kann við onkuntíð at luttaka í veterinervaktar
skipanini á stovninum.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Tú skalt hava útbúgving sum djóralækni frá einum hægri lærustovni í Norður-
londum. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá arbeiði við almennum,
veterinerum eftirliti, logar- og kunngerðaarbeiði. Kunnleiki til ES fyriskipanir
og ES skipanina sum heild er eisini ein fyrimunur.
Væntað verður, at tú hevur góðan málsligan kunnleika til enskt í skrift og talu.
Væntað verður, at tú hevur hollar royndir við nýtslu av edv skipanum, eins og
koyrikort til persónbil er eitt krav.
Vit vænta
* miðvíst, sjålvstødugt og nærlagt arbeiðslag, og at tú annars er lett//ættur
at samstarva við.
tú skalt hava áræði og framfýsni at náa settum málum og annars tola stórt
arbeiðspress, tá hart leikar á.
at tú sært nýggjar uppgávur sum nýggjar avbjóðingar.
at tú hevur góð evni at samskifta við onnur bæði í skrift og talu.
at hevur góð leiðsluevni og ein arbeiðshátt, ið mennir starvsfólk á deildini og
annars stuðlar undir víðari menningina av stovninum og fakgkinum sum heild.
fastan bústað í Føroyum.
Stutt um Heilsufrødiligu starvsstovuna
Heilsufrødiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanrikis- og vinnumálaráðnum og røkir almennu
uppgåvurnar å matvøru- og veterinerøkinum.
Stovnurin er skipaður í ein eftirlitspart og ein kanningarstovupart . Umsitingin av aliloyvum
sambært alilógini hoyrir til stovnin. Samlaða falið av starvsfólkum er áleið 50 fólk, harav minna
helvtin er akademikararar, og harav eru 4 embætisdjóralæknar í løtuni, hin helvtin er teknikarar
og nøkur hjálparfólk. Stovnurin húsast á tveimum bustødum í Tórshavn og vit reka annars
4 marknaeftirlitsstoðir (BIP) í Føroyum. Stovnsett er ein veteriner vaktarskipan, ið er virkin i
nntil 24 á kveldi. Kanningarstovurnar eru akkrediteraðar, sí DANAK akkreditering nr. 303.
Veterinerdeildin á Heilsufrødiligu starvsstovuni
Veterinerdeildin er skipað sum ein stápsfunktión á stovninum. Deildin verður leidd av landsdjóra-
læknanum. Aftrat landsdjóralæknanum er deildin normerað við einum embætisdjóralækna, einum
løgfrødingi og einum ráðgeva.
Landsdjóralæknin er føddur limur í:
* Skrásetingarráðnum viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi í Føroyum (sí kunngerð
nr. 69 frá 26. juni 1991 um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi).
Vit bjóða
* sera spennandi og sjålvstødugt arbeiði innan karmarnar av ES avtaluni og tær
avtalur, ið Heilsufrødiliga starvsstovan hevur við aðrar stovnar í 3. londum, sum
t.d. Russland og Kina.
eitt arbeiði í samstarvi við miðfyrisitingina, vinnufyritøkur, vinnufeløg og onnur
åhugafeløg.
støduga og skipaða førleikamenning og annars eitt gott arbeidsumhvørvi, har tú
kemur at arbeiða saman vid dugnaligum og engageraðum starvsfólki, við hollum
útbúgvingum og royndum.
framkomin arbeiðsamboð og arbeidsumhvørvid er sera frítt.
væntast kann nakað væl av ferðing uttanlands, serliga í Norðurlondum, til ES
stovnar og 3. lond.
Tid og setanarviðurskifti
Talan er um fast starv og fulla tíð. Setanan eigur at verða frá og við 1. september
2018, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum, so starvsbyrjanin er nakað, ið
vit kunnu avtala.
Arbeiðsstaðurin er á Smyrilsvegi 7 í Tórshavn, har partur av Heilsufrødiligu
starvsstovuni húsast.
Lenin er samsvarandi 38. flokki hjá tænastumonnunum, tó uttan at vera tænastu-
mannastarv. Eftirlgnargjaldið er 15% av lønini í 38. lønarflokki. Tá tú av og á lut-
tekur í veterineru vaktarskipanini á stovninum er samsýningin samsvarandi avtalu
millum Akademikarafelagið og Figgjarmålarådid.
Starvsheitid á føroyskum er landsdjóralækni og á enskum Chief Veterinary Officer
CVO).
Umsókn til starvið
Umsókn við CV, avriti av prógvum og viðmælum skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 30. mai 2018, kl. 12.00.
Donsk útgáva av lýsingini verður eisini latin donskum og meguliga norskum
heimasíðum. Um ivamål verða, er føroyski teksturin galdandi.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Bárði Enni, stjóra.
Upplýsingar um stovnin síggjast á www.hfs.fo.
* Tilbúgvingarráðnum (si legtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving).
* Epidemikommissíónini (sí anordning nr. 655 frá 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne
af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme).
Stutt um veterineru avtaluna millum ES og Føroyar
Veterineravtalan millum ES og Føroyar ásetir, at Føroyar skulu hava somu rættarreglur sum ES,
til at tryggja okkum góðar matvørur. Hetta loyvir Føroyum at útflyta fisk og fiskaúrdráttir frítt til ES,
uttan nakað marknaeftirlit í ES. Somuleiðis kann ES innflyta allar vørur av djórauppruna — og livandi
djór - til Føroya. Innflutningur av matvørum og fóðri úr 3. londum skal umvegis marknaeftirlitsstødir
i Føroyum.
Stutt um avtalur vid 3. lond
Heilsufrødiliga starvsstovan og tilsvarandi stovnur í Russlandi hava sínámillum samskifti um,
hvussu útflutningurin av matvørum úr Føroyum til Russlands er skipaður, herundir hvussu virki
skulu góðkennast í Føroyum fyri at liva upp til russisku saniteru- og veterineru krøvini.
Føroysk matvøruvirki, ið útflyta til Kina og Vietnam, eru skrásett á serstøkum listum hjá hesum londum.
Arbeitt verður við tilsvarandi avtalum við onnur 3. lond, eitt nú Brasilia.
HEILSUFRØDILIGA STARVSSTOVAN
Smyrilsvegur 7, FO-100 Tórshavn, hisQhis.fo