Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2018 SOSIALURIN 50 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Í vikuni byrjaði rættarmálið móti einari fyritøku í Havn, sum lýsti eftir einum arbeiðsmanni. Javnstøðunevndin meldaði málið fyri brot á javnstøðulógina. Sjúrður Knudsen er settur sum fyristøðufólk á Heilbrigdinum. Hann er 55 ára gamal. Føroyaflokkurin skal vera heitið á nýggjum flokki. Undirskriftir verða í hesum døgum savnaðar inn til hendan sokallaða útjaðaraflokk. Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað undir sáttmála við týska felagið Arminia Bielefeld. Sáttmálin er galdandi til 30. juni í 2020. Bjarni Hammer skal taka sæti á Fólkatingið fyri Sjúrður Skaale. Verkfall MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir er tað BankNordik hevði í avlopi 77 Nógv hevur verið tosað um verkfall hesa vikuna, nú arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti hjá kommunulæknum eru til viðgerðar. Um orðið sigur Sprotin: tað at arbeiðsfólk í felag leggur niður arbeiði sum mótmæli (serst. móti arbeiðs- og lønarviðurskiftum), streika 1, fara í verkfall; vera í verkfalli Ein flokkur afturat, javel. Hvør torur at gita hvør fer at missa veljarar til nýggja flokkin? Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Mest skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina makar hann vindin av suðri. Skýggjað og ælaveður, seinni yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 5 og 10 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind av suðri, 15 m/s. Mest skýggjað og fyrst regn, móti kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig. 8-13 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s Vit eru komin inn í mei, men onki bendir á várlýkku ella várveður. Ikki tí, veturin hevur verið hampuliga góður, men nú eru vit farin at leingjast eftir lýggjari veðrið. Sjálvandi veit eg væl, at vit ikki eru komin longur út enn vit eru og at vit minnast væl kavaveðrið 7.mei í 2015. Eitt fellisár hjá mongum, sum høvdu seyð og lomb, tá ið hann køvdi av við kava. Ferðavinnan brynjar seg annars til at taka ímóti ferðafólkum, uttan úr heimi. Vit dríva á at draga fremmandafólk hendan vegin og tey sum arbeiða við “incoming” bøta eisini um umstøðurnar í Føroyum Seinasta nýggja er, at í Mykinesi er skipað fyri, hvussu ferðafólk skulu ferðast tá ið tey vitja í oynni og eisini úti í Hólmanum. Sunda kommuna arbeiðir eisini miðvíst við at gera seg til reiðar at taka ímóti teium sum koma hendan vegin. Tey allarflestu vitja tá bygdirnar Tjørnuvík, Saksun og Gjógv, sum allar liggja í Sunda kommunu. Eisini aðrastasðni í landinum brynja tey seg til at taka ímóti ferðafólki, tí eins og í øðrum londum eru tað fólk sum siga, at ferðavinnan kann geva føroyska búskapinum eitt nýtt bein at standa á. Og viðvíkjandi inntøku av ferðavinnuni eru vit júst við at koma í gongd. Í staðin fyri at vísa føroysskan blíðskap fyri onki, so eiga vit eisini at fáa eitt sindur av pengum úr hesum. Men her hendir nógv annað í okkara landi. Vit mundu staðið uttan kommunulæknar í vikuni, men verkfallið er fyribils útsett. Er tað rætt, sum Kommunulæknafelagið sigur, at sáttmálin er næstan 10 ára gamal, so er væl skiljandi, at tey vilja hava hann endurnýggjaðan. Vit eru eitt vælferðarsamfelag, sum hevur tær flestu vælferðarskipanir, men ofta vísir tað seg, at tær eru kulissur. Lógin er har, men tað eftirlit, sum krevst finst ikki og politiska skipanin setir ofta lógir í gildi uttan at neyðugur peningur fylgir við. Katarina tann Stóra skuldi einaferð runt í sínum stóra ríki. Fyri at fáa hana at halda, at alt stóð væl til, so settu lokalu myndugleikarnir málaðar kullissur fram við breytini, hon ferðaist eftir. Hetta fekk hana at halda at alt sá gott út. Hon sá als ikki neyðina og elendigheitina í ríki sínum. Tað er hetta, sum verður nevnt Potemkin-kulisssurnar. So illa stendur ikki til hjá okkum, men viðhvørt fær ein ta fatan, at tað hevur meir at siga at samtykkja summar lógir og so reypa av tí, heldur enn at tryggja at samsvar er millum bonaðu gólvini í Havn og so veruleikan kring landið. Her stendur ikki illa til hjá okkum í løtuni, men tað trýstir alt meira á, at politiska skipanin meira fer at raðfesta enn bara brúka pengar. Hvussu bleiv við avtaluni, sum fíggjarmálaráðharrin skuldi gera við kommunurnar, so íløgurnar verða raðfestar? Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Tann hægst lønti kommunulæknin í fjør fekk 2.9 milliónir í løn? Norður og Suður Korea møtast til friðarsam­ráð­ingar, ABBA ger come back aftaná 35 ár og Løgmaður gevur norskum fundamentalisti fingur­in. Hetta er ein fínur dagur higartil - og klokkan er bara 14.