Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 215 - 10. november 2004 Nr. 215 - 10. november 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Ákærdir fyri kvinnuhandil Rætturin í Oslo viðger í hesum døgum eitt mál, har átta menn eru ákærdir fyri mannahandil. Teir átta menninir eru ákærdir fyri at hava noytt tvær ungar litavskar gentur til Noregs á heysti í 2001. Sam- bært ákæruritinum vórðu kvinnurnar illa viðfarnar, eft- ir at tær vóru komnar til Oslo. Tær vórðu sparkaðar, slidnar og neyðtiknar, og í tí eina førinum bleiv onur teirra noydd at standa úti í kulda í berum undirklæðum í tveir tímar. Harafturat vil ákæruvaldið vera við, at menninir noyddu kvinnurnar at arbeiða sum skøkjur. Málið er tað fyrsta av sínum slagi í Noregi, skrivar Dagsavisen. Løgreglan hevur nýtt drúgva tíð til kann- ingarnar, men málið er eisini sera álvarssamt. Verða teir ákærdu funnir sekir, kunnu nakrir teirra vænta at fáa fongsul í upp til 21 ár. – Vit eru ikki í iva um, at talan er um kvinuhandil, og at kvinnurnar vórðu fluttar til Noregs at arbeiða sum skøkjur, sigur Hans Jørgen Bender, ákæri, við Dags- avisen. Sleppa ikki heimaftur Sambært danska uttanríkisráðnum hendir tað meiri enn so, at muslimskar kvinnur í Danmark sleppa ikki heim- aftur, eftir at tær hava verið í Miðeystri og øðrum mus- limskum londum og ferðast saman við manninum. Heldur ikki børnini sleppa aftur til Danmarkar. Uttanríkisráðið sigur, at higartil í ár hava myndug- leikarnir skrásett 20 dømi, har kvinnurnar og børnini eru ikki sloppin aftur til Danmarkar, tí menninir hava tikið ferðaskjølini frá teimum. Í fýra førum er talan um kvinnur, sum hava danskan ríkisborgararætt, fýra hava lógligt uppihaldsloyvi í Danmark, men hjá teimum tólv seinastu var uppihaldsloyvið farið úr gildi. Uttanríkisráðið hevur fingið upplýsingarnar frá teimum donsku sendistovunum og konsulátunum. Kvinnurnar, sum ikki sleppa heimaftur, eru nú í Etiopia, Libanon, Marokko, Pakistan, Sudan, Sýrialandi og Turkalandi. Skulu hava eftirnavn Myndugleikarnir í Mongolia hava gjørt av, at í fram- tíðini skulu landsins borgarar hava eitt eftirnavn aftur at fornavninum. Higartil hava mongolar bara brúkt fornavn, men tann nýggja tíðin krevur, at fólk skulu eisini hava eitt eftir- navn. Fyribils hava myndugleikarnir loyvt fólki at velja sítt egna eftirnavn, og hugflognum bagir einki. Tak bara verjumálaráðharran Gurragcha. Hann er tann ein- asti í Mongolia, sum hevur verið úti í rúmdini, og tí hevur hann sjálvandi valt sær eftirnavnið Kosmos. Men summi hava longu fingið trupulleikar, tí tey hava ilt við at minnast, hvat eftirnavn tey hava valt, skrivar Los Angeles Times. Myndugleikarnir hava gjørt av, at børnini skulu hava sama eftirnavn sum pápin, men tann skipanin fær so onga ávirkan fyrr enn í næsta ættarliði, tí teir, sum í dag eru pápar, hava einki eftirnavn. Ákærdur fyri gamalt morð Danir eru framvegis ikki lidnir at gera upp við tað, sum hendi undir týsku hersetingini undir seinna heims- bardaga. Ákæruvaldið í Lyngby vil vera við, at tann nú 83 ára gamli Søren Kam var við til at beina fyri blaðstjóranum Carl Henrik Clemmensen í Lyngby tann 30. august í 1943. Søren Kam er týskur ríkisborgari og býr í Týsk- landi, men danska ákæruvaldið ætlar at fáa hann út- flýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin. Áheitanin kann tó ikki sendast týsku myndugleikunum, fyrr enn ein rættur hevur tikið støðu til, um grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla mannin. Ætlanin hjá ákæruvaldinum í Lyngby hevur elvt til orðaskifti í Danmark. Summi halda, at tað er skeivt at ákæra ein mann so langt aftan á heimsbardagan, samstundis sum tey vísa á, at verður hetta málið koyrt í rættin, eru fleiri onnur mál, sum heldur ongantíð eru avgreidd. Teir, sum hava burt- urflutt trý starvsfólk hjá ST í Afganistan, hótta nú við at drepa ein av gíslunum GÍSLAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Afgansku gíslarænararnir kravdu í gjár, at 26 menn, sum sita fangar á amerik- onsku herstøðini Guantana- mo í Kuba, skulu latast leysir alt fyri eitt. Í krav- boðunum stóð, at verða menninir ikki latnir leysir, verður ein av gíslunum tik- in av døgum. Teir tríggir gíslarnir, ein maður og tvær kvinnur, ar- beiddu hjá ST í Afganistan. Tey eru úr Norðurírlandi, Kosovo og Filipsoyggjun- um. Gíslarænararnir siga seg vera úr einum bólki, ið eitur Muslimski Herurin, og sum sigst hava sín upp- runa í Taleban-rørsluni. Afganska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at tingast við gíslarænarar- nar, og teir hava somuleiðis fingið at vita, at krøv teirra verða ikki eftirlíkað, sama hvørji tey eru. – Heimurin er ikki fyrireikaður til eitt møguligt yvirgangs- álop við kjarnorku- vápnum, men vit kunnu ikki annað enn vóna, at vit sleppa undan einum slíkum, sigur stjórin í altjóða kjarnorkustovninum YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Mohamed ElBaradei var ein av røðarunum á einari ráðstevnu um kjarnorku- trygd í Kyrrahavinum, sum er í Sidney í Avstralia í hes- um døgum. Og hann duldi ikki fyri, at vandi kann vera fyri yvirgangi við kjarn- orkuvápnum. – Spurningurin er, um vit megna at forða tí, tí vit eru ikki fyrireikað til nakað slíkt, segði Mohamed El Baradei, sum er stjóri í altjóða kjarnorkustovnin- um IAEA. Orð hansara minna um tað, sum amerik- anski varaforsetin, Dick Cheney, segði undir val- stríðnum upp undir for- setavalið, tá hann segði, at verður ikki rætt atborið, kann vandi vera fyri kjarn- orkuálopum á amerikansk- ar býir. Avstralski uttanríkisráð- harrin, Alexander Downer, segði á ráðstevnuni í Sid- ney, at altjóða tiltøk er tað einasta, sum kann tryggja, at yvirgangsfelagsskapir ikki fáa fatur á kjarnorku- vápnum. Iran hevur fingið drúgva umrøðu á ráðstevnuni. USA, Bretland, Frakland og Týskland hava lagt ir- ansku leiðsuna undir at hava ætlanir um at útvega landinum kjarnorkuvápn, men tað hevur stjórnin í Teheran avsannað. Mána- dagin eydnaðist tað teimum trimum evropeisku londun- um at fáa eina avtalu við Iran um betri handilsavtal- ur, aftur fyri at Iran gevst við at ríka uran. Eygleiðar- ar halda, at avtalan kann dyva spenningin ímillum USA og Iran, og á ráð- stevnuni í Sidney segði Mohamed ElBaradei, at av- talan er eitt stig á røttu leiðini. Men hann ávaraði um, at heimurin má vera á varð- haldi. – Tað er umráðandi, at vit eru framman fyri yvir- gangsmenninar, segði hann. Hótta við at drepa gíslar Yvirgangsmenn kunnu fáa fatur á kjarnorkuvápnum – Vit eru ikki fyrireikað til yvirgang við kjarnorkuvápnum, og vit kunnu ikki annað enn vóna, at vit sleppa undan tí, sigur Mohamed ElBaradei Høgni Hoydal tekur tað sum ein stóran heiður at Fólka- fylkingin ímóti ES í Danmark hevur givið honum tufflu- heiðurslønina HERÐAKLAPP Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg taki hetta avgjørt sum ein heiður. Høgni Hoydal tekur tað avgjørt sum eitt herða- klapp, at fólkafylkingin ímóti ES í Danmark herfyri avgjørdi at geva honum heiðursløn. Danska fólkafylkingin ímóti ES samtykti herfyri at geva Høgna Hoydal tufflu- heiðurslønina fyri stríð hansara ímóti ES. Men Høgni Hoydal tekur hetta ikki bara sum eitt herðaklapp til sín. Hetta er eitt herðaklapp til alla ES mótstøðuna í Føroyum, sigur hann. Samstundis vísir hetta, at fólkafylkingin ímóti ES í Danmark hyggur út um eingjagarðarnar. – Hetta er eisini ein stuðl til ES mótstøðuna í Føroy- um sum heild, sigur hann. Og hann kann so eisini fegnast um, at hann hevur megnað at ført eitt stríð ímóti ES, sum eisini danir hava lagt merki til. Á fólkatingi hevur hann nógvar ferðir reist ES- málið í røðum og fyrispurn- ingum og hetta hava danir lagt merki til. – Tað er eisini at fegnast um, at eisini í Danmark eru tey greið yvir, at ES mót- støðan í Føroyum er intakt. Tað lá ikki fyri hjá hon- um at møta upp at taka ímóti heiðurslønini, so tað mátti fastur hansara í Dan- mark, Annika Hoydal, gera fyri hann. Í takkarrøðu síni vísti hann á, at tað fólkafylking- in ímóti ES var beinleiðis orsøkin til, at Føroyar ikki endaðu uppi í ES tá ið Dan- mark fór upp í. Orsøkin til at vit ikki vildu fara upp í ES var fyrst og fremst tí vit vildu ikki missa rættin til at umsita okkara egna fiskiríkidømi. Og í dag er stór semja um, at vóru vit farin upp í ES við tí felags fiskivinnu- politikki, sum felagsskap- urin hevur, høvdu vit havt ovurstórar trupulleikar. Høgni Hoydal vísti á, at tað sama ger seg galdandi í íslandi, Grønlandi og í Noregi. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað hevði verið nógv rættari at londini í Norður- atlantshavi stóðu saman um ein felags fiskivinnupolit- ikk og havumhvørvispolit- ikk í Norðuratlantsavi. Kortini vísti hann á, at mótstøðan ímóti ES snýr seg ikki bara um fiskirætt- indi. Hon snýr seg sanni- liga eisini um grundleggj- andi fólkaræði og sjálvur er HøgniHoydal íðin mót- støðumaður ímóti at mið- savna tað politiska og bú- skaparliga valdið. – Høvdu Føroyar farið upp í ein slíkan felagsskap, høvdu vit als onga ávirkan havt yvirhøvur og búskap- arliga høvdu vit enda sum ein enn fjarðari útjaðari, ið altíð fór at vera bundin atstuðuli úr ES. Men hann ávaraði eisini um gongdina, nú Danmark skal atkvøða um eina ES- grundlóg. Við hesi grund- lógini verður føroyskur og grønlendskur handilspolit- ikkur, uttanríkispolitikkur, verjupolitikkur, gjaldoyra- politikkur fluttur til Brúss- ell at verða umsita, uttan at føroyingar og grønlending- ar verða spurdir. Tað kann enda við eini merkiligari støðu, at føroy- ingar og grønlendingar sita eftir í Norðuratlantshavi við donskum uttanríkis- politikki, verjupolitikki, rættarpolitikki og einum donskum gjaldoyra, sam- stundis sum Danmark hev- ur flutt sín politikk á hesum økjum til ES – Soleiðis kunnu føroy- ingar enda sum ein tøvd hosa, sum bæði er útjaðari í Danmark og í ES, segði Høgni Hoydal. Sostatt er hann komin til ta niðurstøðu, at Danmark í veruleikanum er í ferð við at loysa frá Føroyum og Grønlandi. Men ber tað til at flyta hesi málsøki til ES, so eig- ur tað eisini at bera til at flyta hann, til Føroyar og Grønland – Hetta verður vit fara at stríðast fyri í Føroyum, segði hann. Danskt herðaklapp til Høgna Hoydal Systrarnar Sheila og Wivika T. Strøm á Tvøroyri standa aftur nú í Børnenes Rekordbog og Sheila nú eisini einsamøll sum tann einstaka við síðasta hárinum. Tær takka øllum stuðlum sínum, sum gjørdu ógloymandi ferðina í samband við útgávu- dagin møguliga HÁR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sheila og Wivika T. Strøm á Tvøroyri standa framvegis í Børnenes Rekordbog sum systrarnar við síðasta hárin- um. Í ár kom Sheila so við nýggjum meti. Hon er nú tann einstaklingur, ið hevur síðast hár. Í samband við útgávuna av bókini vóru systrarnar í Danmark og har var ikki sørt gjørt burturúr teimum. Tær vitjaðu TV2 og vóru í sendingini God aften Dan- mark og Ekstrablaðið og okkurt lokalblað gjørdi eis- ini buturúr teimum báðum. Á einum túri á »Strøget« í Keypmannahavn vildu nak- rir hárfríðkarar hava fatur í Sheilu, tí ætlanin var at seta hár hennara upp í loft og at senda metið inn til Guinnes metbókina, men hetta loyvdi ferðaætlanin hjá systrunum ikki, tí nógv skuldi gerast á stutta túrin- um í Danmark. Tær báðar ynskja nú at takka teimum stuðlum, sum gjørdu tað møguligt hjá teimum at taka lut, tá bókin kom út, og tær siga soleiðis: Stóra tøkk til tykkara, ið stuðlaðu okkum á dan- markarferðini í samband við metbókaútgávundagin. Uttan tykkara stuðul hevði hetta verið ógjørligt. Eisini tøkk til systur okkara og svágin fyri at húsa okkum, og at tey komu við okkum til Kattegatsentrið í Grenå. Sheila setti nýtt met og er hárið nú 1,50 m. Vit eru sera takksamar og ynskja at takka Timbur- handlinum á Sandi, omm- unum báðum, T.M.T, Trongisvágur, Suðuroyar Sparikassa, Vágur, P/F Klesin, Tvøroyri, C.N. Bygg, Porkeri, Alval, Tvør- oyri, P/F J. Nolsøe, Tvør- oyri, Gestabúðin, Tvøroyri, Samkeyp, Tvøroyri, Atlan- tic Airways, Vágar. Genturnar við metsíða hárinum takka Í samband við útgávuna av metbókini vóru systrarnar í Dan- mark og har var ikki sørt gjørt burturúr teimum. Tær vitjaðu TV2 og vóru í sendingini God aften Danmark og Ekstrablaðið og okkurt lokalblað gjørdi eisini buturúr teimum báðum (Mynd; D.Olsen) – Tað er einans høpi í einum tjóðbanka, um avvarðandi land hev- ur egið gjaldoyra. Egið gjaldoyra er ein fyritreyt fyri - við broytingum í gjald- oyrakursinum - at hava møguleika at ávirka kappingarevn- ini mótvegis øðrum londum. Egið gjald- oyra er somuleiðis ein fyritreyt fyri at hava møguleika at broyta rentustigið og harvið ávirka konjunktur- arnar sigur Felagið hjá Peningastovunum m.a. í einum tíðinda- skrivi í blaðnum í dag BANKAR Jan Müller Felagið sigur annars, at tað er einki høpi í, tá Lands- bankin sigur, at gongdin í útlánum hjá føroyskum pen- ingastovnum lýsir gongdina í samlaðu lánsupptøkuni í Føroyum. Føroyingar kunnu eftir vild taka upp lán hjá útlendskum peningastovn- um. At hetta kemur fyri í stóran mun vita tey, sum bara hava eitt vet av innliti í peninga- og útlánsmarknað- in. Hetta sigur Felagið hjá Peningastovnunum í Føroy- um í einum aftursvari til úttalilsi frá Landsbankanum herfyri. Felagið hjá Peningastovn- unum heldur fyri í tíð- indaskrivi (á síðu 11 í blaðnum) at tað tí verið ógvuliga órímiligt - og púra uttan virknað - um Lands- bankin kom til ta niðurstøðu, at útláns- vøksturin í Føroyum var ov stórur, og myndugleikarnir tí áløgdu føroyskum pen- ingastovnum avmarkingar, meðan útlendskir pen- ingastovnar ótarnaðir kundu hildið fram við útláns- virksemi sínum í Føroyum. Peningastovnarnir halda tað eisini vera av stórum týdningi at fáa avgjørt, um eftirlitið við føroysku pen- ingastovnunum verður framt av Fíggjareftirlitinum, Landsbanka Føroya ella Fíggjareftirlitinum og Landsbanka Føroya í felag. Tað er neyðugt hjá peninga- stovununum at vita, hvønn veg teir skulu venda antenn- um sínum. Felagið hjá Peningastovn- unum vísir víðari á, at Landsbanki Føroya førir fram í skrivi, sum varð sent miðlunum herfyri, at tað hevði verið í andsøgn til al- tjóða gongdina at tryggja tjóðbankum (miðbankum) størri sjálvstøðu, um Lands- bankin varð niðurlagdur sum sjálvstøðugur stovnur. Til hetta sigur Felagið hjá Peningastovununum m.a.: »Landsbanki Føroya er ikki ein tjóðbanki. Tað er einans høpi í einum tjóðbanka, um avvarðandi land hevur egið gjaldoyra. Egið gjaldoyra er ein fyritreyt fyri - við broytingum í gjaldoyrakurs- inum - at hava møguleika at ávirka kappingarevnini mótvegis øðrum londum. Egið gjaldoyra er somuleiðis ein fyritreyt fyri at hava møguleika at broyta rentustigið og harvið ávirka konjunkturarnar. Danmarks Nationalbank, ikki Landsbanki Føroya, kann ávirka peningamongd- ina. Talan er um sisyfosar- beiði, tá Landsbankin setur sær fyri at ávirka gjaldførið í Føroyum við annaðhvørt at flyta almenna gjaldførið til ella úr landinum. Føroysku peninga- stovnarnir, sum eru full- gildir luttakarar á danska peningamarknaðinum, kunnu skjótari enn snar- ljósið flyta líka nógvan, og meira, pening øvugtan veg sigur Felagið hjá Peninga- stovunum og leggur aftrat: – Landsbanki Føroya hev- ur stutt og greitt ikki neyð- ugu amboðini til at hava møguleika at ávirka rentuna ella at føra penga- og gjald- oyrapolitikk. At Lands- bankin orsakað av mangl- andi øðrum, og betri, upp- gávum hevur sett sær fyri at hava eftirlit við føroysku peningastovnunum er ikki bara undrunarvert, tað er eisini óneyðugt stendur í skrivinum. Landsbanki Føroya er ikki ein tjóðbanki C M Y K 3 2