mikudagur 10. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 215 - 10. november 2004
Nr. 215 - 10. november 2004
5
Enn er ein møguleiki at spara 50.000 krónur
Tey, sum seta seg fyri
eina íbúð í stóru
byggingini á Boða-
neshamri, áðrenn
byggingin fer ígongd,
spara 50.000 krónur
ÍBÚÐARBYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Útsýnið er tað besta sum
hugsast kann. Og dygdin
skal verða fyrstafloks.
Tað er ætlanin aftanfyri
eini stórari íbúðarbygging,
sum ætlanin er at fara undir
á Boðaneshamri.
Men á Boðaneshamri fáa
íbúgvarnir eisini eitt so gott
útsýni sum fáa aðrastaðni í
Havn, fyri ikki at siga
ongastaðni.
– Samstundis liggja íbúð-
irnar sera væl fyri, tí tað er
stutt í býin og sostatt skuldi
tað verið høgligt hjá til-
komnum og eldri fólki at
búð har, sigur Jonsvein
Mortensen frá meklaravirk-
inum Inni, sum selur íbúð-
irnar.
– Hóast nógvar íbúðir
verða bygdar í høvuðs-
staðnum, er alt hetta við til
at gera hetta til eitt serligt
byggjarí, heldur meklarin.
Hann sigur, at tað er
vælkendi byggitakarin, MT
Højgaard, sum skal byggja
íbúðirnar.
Tað var MT Højgaard,
sum bygdi snotiliga bygn-
ingin hjá Føroya Tele og
yvirhøvur eru teir kendir
fyri at dygdarhandverk.
Nú hava teir so keypt eitt
stórt stykki á Boðanes-
hamri, har teir ætla at
byggja 32 íbúðir í tveimum
blokkum. Nakrar íbúðir eru
seldar og nakrar eru eftir.
Grundstykkjaprísurin, út-
sýnið og tilfarið í bygning-
unum, ger, at tað skerst ikki
burtur, at íbúðirnar eru í
dýrara endanum.
Men meklarin heldur, at
keypararnir fáa nógv fyri
pengarnar.
Upprunaliga varð ásett,
at ein íbúð skuldi kosta
knappar 1,4 millión. Men
tey, sum seta seg fyri eina
íbúð, áðrenn byggingin fer
ígongd, spara 50.000 krón-
ur í mvg, so tey fáa íbúðina
fyri knappar 1, 35 millión.
Men nú skal gerast skjótt
av, tí evstamark er fríggja-
dagin, tá ið avgerðin um
byggingina verður tikin.
Hvør íbúð verður 68 fer-
metrar, men tilfarið er gott.
Glasveggur verður útímóti
fjørðinum, har hvør íbúð
hevur altan. Talan er eisini
um íbúðir, har keyparin fær
ávirkan á, hvussu gólvið og
flísar skulu vera, eins og
veljast kann ímillum tveir
ymsar køkar.
Og sum nakað heilt nýtt,
ber tað til at innrætta
íbúðirnar í niðaru hæddini
serliga til rørslubrekað. Í
ávísum førum ber eisini til
at fáa íbúðina eitt sindur
størri, men afturfyri verður
so grannaíbúðin eitt sindur
minni.
Innan eru íbúðirnar sera
framkomnar við stikki til
teldu og antennustikki til
sjónvarp og radio í hvørjum
rúmi.
Sjálvir íbúðarblokkarnir
verða klæddir við lerkaviði,
sum er serliga haldgott til-
far og uttanfyri er alt gjørt
liðugt við parkeringspláss-
um og vaskiplássum til bil.
Landsverk fyrireikar
nú eitt tilmæli til
landsstýrið um, hvar
tunnilin ímillum
Øravík og Hov skal
vera
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú nærkast eini avgerð um,
hvar tunnilin ímillum Øra-
vík og Hov skal borast.
Í summar eru kjarnubor-
ingar gjørdar fyri at vita,
hvussu ein tunnil kann
gerast niðri í dalinum í
Hovi.
Kjarnuboringarnar vórðu
lidnar seint í summar og
síðani hevur alt tilfarið ver-
ið til kanningar hjá norska
felagnum,
Swecogrøner,
sum er ráðgevari hjá Lands-
verk í hesum málinum.
Norski ráðgvarin hevur
nøkur uppskot um, hvussu
linjuføringin skal vera.
Talan er um eina linju-
føring niðri á dalinum, men
fleiri uppskot eru um hallið
í bergholinum og í summ-
um førum skiftir hallið
nakrar ferðir.
Men samanumtikið hev-
ur Swecogrøner gjørt nøkur
uppskot, har tunnilin fer
inn í Tjaldavín norðaru
megin og kemur út aftur í
dalinum í Hovi syðru meg-
in.
Norska felagið hevur nú
latið Landsverk tilfarið
aftur og tekniski ráðgevarin
hjá landsstýrinum situr nú
og kannar málið.
Oyvindur Brimnes, stjóri
á Landsverk, sigur, at
stovnurin verður liðugur
við kanningarnar um nakr-
ar og tað fer hann at lata
landsstýrismanninum
í
vinnumálum eitt tilmæli
um, hvar tað er frægast at
gera tunnilin.
Áður hevur Landsverk
mælt til at gera ein tunnil
longri uppi í fjallinum, men
so slepst ikki undan eini
langari brekku og fleiri
svingum.
Gera tilmæli um
tunnilin
Oyvindur Brimnes sigur, at
Landsverk fer nú at gera
eitt tilmæli, har uppskotini
frá Swecogrøner verður
samanborin við tilmælið
frá Landsverki um ein
tunnil longri uppi.
Síðani verða fyrimunir,
vansar og prísir saman-
bornir og at enda fær so
landsstýrismaðurin eitt til-
mæli. Í hesum sambandi
skal eisini eina offur-gagn
(cost benefit) kanning ger-
ast av einum tunli niðri í
dalinum og tunlinum, sum
Landsverk skeyt upp í síni
tíð.
Hinvegin hevur Lands-
verk uppfatað støðuna so-
leiðis, at avgerð er tikin um,
at tunnil skal gerast, so í
hesum sambandi fer stovn-
urin ikki at taka ábøtur á
vegin við í metingunum.
Spurningurin er so bara,
hvar tunnilin verur, um
hann skal vera niðri í
dalinum, ella um hann skal
vera
longri
uppi,
har
Landsverk skeyt upp at
gera hann.
Ì hesum sambandi kann
viðmerkjast, at sum gongd-
in hevur verið, skal helst
nógv til, áðrenn politikarar
víkja frá ætlanini at gera
tunnil í neðra.
Hetta hevur Landsverk
ongar viðmerkingar til.
Men hann sigur, at teirra
tilmæli verður eitt púra
óheft fakligt tilmæli, har
mett verður um, hvar tað
fíggjarliga loysir seg best at
gera ein tunnil við tí tekn-
ikki sum er og tí ferðslu,
sum er.
Men hvat ein tunnil niðri
í dalinum fer at kosta, veit
hann ikki enn.
Nakað av grótinum, sum
fæst úr bergholonum skal
brúkast til vegagerð báðu
megin tunnilin.
Verður tunnilin í erva, fer
tað mesta til vegagerð. Verð-
ur tunnilin í neðra, er tað
heilt nógv grót, sum ikki
kann brúkast til nakað sum
helst, tí tað er so vánaligt.
Fer nú at gera tilmæli um Hovstunnilin
Soleiðis koma teir báðir
ætlaðu íbúðarblokkarnir á
Boðaneshamri at síggja út
Borivognurin stóð í Bratt-
lendi omanfyri Tjaldavík, tá
ið seinastu kjarnuboringar-
nar vórðu gjørdar. Í tilmæli
sínum fer Landsverk at viga
ein tunnil niðri í dalinum
upp ímóti einum tunli, sum
Landsverk sjálvt mælti til at
gera longri uppi
Hóast ikki nógv fæst
at vita um nýggja
kvinnublaðið, Kvinna,
enn, so letur til, at
áhugin fyri blaðnum
er sera stórur. Somu-
leiðis fyri hugna-
kvøldinum, sum
verður leygarkvøldið í
sambandi við, at
blaðið kemur út
KVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nú fýra dagar eru eftir til
hugnakvøldið, sum verður
á hotel Føroyum leygar-
kvøldið, eru seldu atgongu-
merkini farin væl upp um
200. Fyrireikararnir fegnast
stórliga um tað, og vónirnar
um, at øll 350 atgongu-
merkini verða seld, eru
góðar.
– Nú eru nakrir dagar
eftir enn, so vit vóna tað
sjálvandi. Vit eru øgiliga
spent nú, sigur Lena Mohr,
sum er blaðstjóri á kvinnu-
blaðnum.
At áhugin er stórur, vísir
vitjunartalið á heimasíðuni
hjá Kvinnu eisini. Mána-
dagin vóru ikki færri enn
1.050 inni á síðuni og
hugdu.
Lena vil ikki avdúka nak-
að sum helst, sum hevur við
sjálvt blaðið at gera, men
hon heldur avgjørt, at tað er
tørvur á nøkrum, sum er
gjørt bara til ella fyri
kvinnur.
– Alt til sína tíð, sigur
Lena bara brosandi, tá spurt
verður til sjálvt blaðið.
Slóðbrótandi
Fyri fyrstu ferð nakrantíð í
Føroyum er tað soleiðis, at
um tú vilt ogna tær eitt at-
gongumerki til eitt tiltak, so
mást tú gera tað umvegis
internetið. Til hugnakvøld-
ið komandi leygarkvøld,
hevur Kvinna nevniliga
gjørt av, at tað einans skal
bera til at keypa sær at-
gongumerki umvegis teirra
heimasíðu.
Lena Mohr viðgongur, at
tað var kanska nakað
djarvt, men hon vísir hin-
vegin á, at nærum øll hava
atgongt til internetið í dag.
Og tað heldur hon, talið av
seldum atgongumerkjum
kann vera eitt tekin um.
– Vit hugsaðu sum so, at
tað er so lætt at sleppa út á
netið í dag. Tá tú so teknar
teg til eitt tiltak, so kanst tú
gjalda fyri atgongumerki
beinanvegin, sigur Lena
Mohr og viðgongur, at tey
eru positivt yvirraskað av, at
so nógvar longu hava ognað
sær
atgongumerki.
Tey
hugsaðu nógv um, at fólk
kanska fóru at vera bangin
fyri trygdini, men tað hevur
ikki verið ein trupulleiki.
Koyrast professionelt
Hugnakvøldið ella kvinnu-
kvøldið, sum tað eitur, á
hotel
Føroyum
leygar-
kvøldið býður upp á eina
spennandi og fjølbroytta
skrá.
Har verða mótasýningar,
upplestur, sjónleikur, dansi-
framsýning og ymiskt ann-
að. Lena sigur, at hóast til-
takið ikki byrjar fyrr enn
klokkan 20, so lata dyrnar
aftur klokkan 19.30 stund-
isliga.
– Hetta gera vit, tí vit
hava eina skrá, sum skal
fylgjast. Vit vilja koyra
hetta sera professionelt,
sigur hon og heldur fram, at
mong av teimum, ið skulu
framføra til kvøldið hava
fyrireikað seg júst til hetta
kvøldið.
Tankin handan kvøldin-
um er at stimbra nógvar
sansir. Tí verður bæði tón-
leikur, hugleiðingar, sjón-
leikur og annað á skránni.
Nógv verður somuleiðis
gjørt við ljós og ljóð.
– Vit vilja simpulten gera
eitt ordiliga lekkurt kvinnu-
kvøld, sum býður upp á
mangt og hvat – umframt at
tær sjálvandi fáa stundir til
eitt hugnaligt prát, sigur
Lena Mohr, blaðstjóri á
Kvinnu.
Tiltakið á hotel Føroyum
varar umleið tríggjar tímar.
Atgongumerki
kunnu
keypast á heimasíðuni hjá
Kvinnu,
sum
er
www.kvinna.fo
Stór undirtøka fyri kvinnukvøldinum
– Vit vilja simpulten gera eitt ordiliga lekkurt kvinnukvøld,
sum býður upp á mangt og hvat – umframt at tær sjálvandi
fáa stundir til eitt hugnaligt prát, sigur Lena Mohr, blaðstjóri
á Kvinnu
Mynd: Jens K. Vang
Gull-Britt Hansen
hevur listaframsýning
á Kunningarstovuni í
Klaksvík allan
november og nakað
inn í desember
mánað
TÍÐINDASKRIV
Norðoya Kunningarstova
Sum ung genta lærdi Gull-
Britt Hansen at tekna hjá
kenda týska listamanninum
Harald
Isenstein,
sum
soleiðis gav henni íblástur,
listarligan
áhuga
og
førleika.
Gull-Britt byrjaði at mála
í 1969, meðan hon búði í
Havn, men ikki fyrr enn í
1975, tá hon var komin til
Klaksvíkar, var hon við á
almennari framsýning á
fyrsta sinni. Síðani hevur
hon luttikið á mongum
framsýningum
bæði
sjálvstøðugt og saman við
øðrum.
Á framsýningi, sum læt
upp fríggjadagin 5. novem-
bur, eru 25 listaverk.
Annars er opið soleiðis:
mánadag - fríggjadag frá
kl. 10:00 til kl. 18:00 og
leygardag frá kl. 10:00 til
Kl. 14:00.
Gull-Britt á Norðoya
Kunningarstovu
Gull-Britt Hansen hevur listaframsýning á Norðoya Kunningarstovu allan november og nakað
inn í desember mánað
Hugin og
Munin
komið út
Nú er tíðindabrævið
Hugin og Munin aftur
komið út. Í blaðnum
hesuferð er millum ann-
að ein grein um Fram-
tíðar leiklutin hjá smá-
um kommunum. Grein-
in er grundað á eina
størri
kanning,
sum
Granskingardepilin fyri
Økismenning
hevur
gjørt saman við univer-
sitetinum á Akureyri og
Ålands statistik och
Utredningsbyrå.
Grannastevnuna hevur
norski professarin Jørg-
en Amdam skrivað. Har
verður
ljóskastarin
varpaður á kjakið um
fylkes (amt)- og komm-
unubygnað í Noreg.
Í Hugin og Munin er
somuleiðis ein grein um
føroyaskar kommunur
og nýskapandi tiltøk.
Hesa greinina hevur
Martha Mýri skrivað.
Hon hevur saman við
Olgu Biskopstø luttikið
í norðurlendskari verk-
ætlan um kommunur og
nýskapandi tiltøk.
- sae -
C
M
Y
K
5
4